Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 107 - 7. juni 2007 ] Søgulig útskift- ing Fyri fyrstu ferð var føroyskur spælari skiftur bæði inn og út í undankapp­ ingardysti Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyri fyrstu ferð nakran­ tíð í undankappingar­ dysti varð ein føroyskur spælari bæði skiftur inn og skiftur út í sama dysti. Marni Djurhuus varð skiftur inn, tá ið Óli Johannesen fór av vøll­ inum í 36. minutti. Tá ið venjarin í 2. hálvleiki gjørdi av at spenna álops­ bogan uppaftur meiri, varð Marni Djurhuus skiftur út aftur. Í 77. min­ utti kom Símun Samu­ elsen á vøllin fyri hann. Tað kemur ikki ofta fyri, at innskiftur spæl­ arin verður útskiftur. Í altjóða skrásettum vin­ ar landsdystum fyri Før­ oyar er tað komið tvær ferðir fyri. Fyrra ferðin var í 1989, tá ið Kanada vann 1­0 á Føroyum í Klaksvík. Ta ferðina varð Jógvan Petersen í B68 bæði skiftur inn og út. Hann loysti Gunnar Mohr úr HB av í 32. minutti, og í 62. minutti varð Kurt Mørkøre úr KÍ settur á vøllin fyri Jógvan Petersen. Seinna ferðin var í vinardystinum á Svanga­ skarði ímóti Noregi 11. august í 1993. Ta ferð­ ina varð Páll á Reyna­ túgvu úr B71 settur á vøllin í 23. minutti, tá ið hann loysti Jon Johannesen úr TB av. Í 73. minutti varð Páll á Reynatúgvu skiftur út aftur. Tá kom Eyðfinn Olsen úr B68 á vøllin. Kundi verið betri Í morgun stóð Patrick Robb úr Arbroath í Skotlandi og bíðaði eftir at sleppa heim til Skotlands. Hann kom til Føroya týsdagin, og sum eitt tað fyrsta keypti hann sær eina føroyska landsliðstroyggju. Hesari hevur hann gingið í síðani, saman við ternuttum kilti og tilhoyrandi svørtum jakka. Ein prýðiligur búni til unga mannin. Í gjárkvøldið var hann á Svangaskarði og fylgdi hetjum sínum úr heimlandinum. – Dysturin var frálíkur, men skotska liðið kundi gott spælt betri, heldur Patrick Robb, sum nú komin heimaftur til Skotlands. Svøríki bukaði Ísland Íslendingar vóru fyri einum ordans umgangi, tá teir vórðu sendir heim úr Svøríki við einum svíðandi 5­0 tapi. Svøríki kom tíðlig á odda við máli frá Marcus Allbäck, men eina løtu royndi Ísland at vinna seg aftur. Tað gekk tó heilt galið stutt fyri steðgin, tá Anders Svensson og Olof Mellberg øktu til 2­ og 3­0. Og eftir steðgin kundu Marcus Allbäck og Marcus Rosenberg negla tveir seymir afturat í íslendsku kistuna. Hóast fína úrslitið ímóti Italia, hevði landsliðsvenjarin upp undir avbjóðingina ímóti Skotlandi framt fýra broytingar í uppstlillingini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Leygardagin spældu Føroy­ ar fínan dyst ímóti italsku heimsmeistarunum. Kortini hevði Jógvan Martin Olsen gjørt av at seta tveir spæl­ arar av og at broyta uppstill­ ingina á fýra plássum undan avbjóðingini ímóti Skot­ landi í gjár. Sum tað varð nevnt í blaðnum seinnapartin í gjár og á portalinum stutt eftir døgurða, so valdi Jógvan Martin at seta Fróða Benja­ minsen í miðverjuna fyri Jón Róa Jacobsen. Super­ ligu spælarin var so fluttur á vongverjan í høgru, og Atli Danielsen varð fluttur á vongverjan í vinstru. Harvið varð Marni Djur­ huus ofraður. Við Útvarpið stutt undan dystarbyrjan segði venjarin, at broytingin gav seg sjálva, tí Marni Djur­ huus hevði boðað frá, at hann ikki var førur fyri at spæla. Eftir hendiligan saman­ stoyt við Rógva Jacobsen í sambandi við skotskt horna­ spark fór Óli Johannesen av vøllinum at fáa viðgerð. Átta minuttir seinni kom Óli aftur á vøllin, men tá bað hann skjótt um at verða útskiftur. Tá fór Jón Rói í miðverjuna, Atli á høgra vongverja, og Marni var nóg birgur at seta á vinstra vongverjan. Jákup Mikkelsen varð fyri fyrstu ferð liðformaður, tá ið Óli Johannesen var farin út. Venjarin hevði gjørt av undan dystarbyrjan, at Christian Lamhauge skuldi fáa møguleikan á toppinum í staðin fyri Andrew av Fløtum. Í 2. hálvleiki varð inn­ skifti Marni Djurhuus útskiftur við Símun Samuel­ sen. Tað vil siga, at tá ið alt kom til alt, var Marni førur fyri at spæla. Fýra vórðu skiftir – Tað var stong út hjá okkum, og hjá teimum fór hann inn, staðfestir Mikkjal Thomassen, sum heldur at føroyska liðið hevur uppiborið eina sensatión nú lANDSDYStur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Eg eri yvirhøvur ikki nøgd­ ur við tapið, tí vit hava so sanniliga marginalarnar í móti okkum. Vit hava líka nógvar kjansir sum teir, um ikki fleiri, men hjá okkum var tað stong út, meðan tað hjá teimum fór inn, segði heldur hugtungi Mikkjal Thomassen beint eftir dystin. – Men sum eg áður havi sagt, so eru ymsir mátar at tapa upp á, og í dag tapa vit, tí vit eru óhepnir og ikki tí, at vit eru verri enn teir. Mikkjal heldur sjálvur, at stórur munur var á avrikin­ um hjá føroyska liðnum fyri og eftir steðgin. Ein av orsøkunum er, at dysturin leygardagin framvegis sat tungt í beinunum, tá dystur­ in móti skotum byrjaði. – Tað er eingin ivi um, at tað er tað. Tað kunnu vit ikki fornokta, og sjálvt um vit geva okkum alt vit kunna, so hava vit ikki heilt somu kreftir, vísir Mikkjal á og tekur so stutt saman um dystin: – Vit hava ilt við at koma í gongd, hava ringt við at fóta okkum, og megna ikki at savna okkum fyrr enn í steðginum. Har siga vit við okkum sjálvar, at hetta kunnu vit ikki standa mod­ ell til, tí vit vita, at vit kunnu betur enn tað, vit vístu, og eg haldi at vit reisa okkum flott. Mikkjal Thomassen er sostatt ógvuliga beiskur um ósigurin, og heldur hann, at føroyska liðið hevur uppi­ borið meira. – Vit hava veruliga uppi­ borið at skapa eina sensatión við hesum liðnum, tí tað er so gott. Tí iðri eg meg eisini um, at vit ikki koma í gongd beinanvegin í dystinum, segði Mikkjal Thomassen beint eftir tepra tapið fyri skotum. – Hava uppiborið eina sensatión – Sum eg áður havi sagt, so eru ymsir mátar at tapa upp á, og í dag tapa vit, tí vit eru óhepnir og ikki tí, at vit eru verri enn teir, sigur Mikkjal Thomassen Mynd: Álvur Haraldsen