Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 107 - 7. juni 2007 ] Fegin um stigini Skotski liðskiparin, Barry Ferguson, staðfesti eftir dystin, at skotar vóru fegnir um stigini, sum teir fingu. – Vit søgdu undan dystinum í Eysturríki, at stigini høvdu størsta týdningin av øllum. Vit hava tvær ferðir upplivað sannar marrur her, so vit eru fegnir um sigurin. Eg veit væl, at føroyingarnir millum annað raktu yvirleggjaran, men teir hóttu jú eisini Italia, segði Barry Ferguson við skotska Daily Record. Ferðslan gekk sum smurt Mest sum øll løgreglan í Føroyum var á Svangaskarði mikukvøldið. Summir teirra enn tá á vøllinum. Tað gav at bíta í Runavík, har satt ferðslukaos var við rundkoyringina. Men tá eingin løgregla var, so máttu fjeppararnir bara sjálvir taka málið í egnar hendur. Og tá hesin landsliðskenningurin fór út at stýra bilunum, gekk aftur sum smurt, soleiðis at tey flestu komu rættstundis til dystin. Fremsta orsøkin til, at før­oyska spælið hekk so­mik­ið væl saman í álopspartinum, var Christian Lam­hau­ge Holst. Lyn­g­by-spælarin hót­ti, driblaði og tack­laði seg inn í før­oys­ku hjørtuni á Svangaskarði. Og tá restin av liðnum ei­si­ni fylgdi við eftir steð­g­in, átti og skuldi úr­tøk­an verið størri og betri Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1. Jákup Mikkelsen, B36, 50 landsdystir/0 mál Kundi kanska stillað múr­ in og seg sjálvan betri við fyr­ra skotska málið, tó at frí­ spark­ið var væl skotið. Hevði annars nakrar týðandi bjarg­ing­­ar. Millum annað ei­na framúrskarandi bjarg­ ing, sum tíverri fór út til blank­an mótstøðumann til 2-0 málið. Var annars trygg­ ur við beinunum, og hevði sum heild ein dyst av meðal dygd. 4. Atli Danielsen, Frem, 21/0 Hevði stórar trupulleikar fy­ri steðgin, tá hann á vins­ tra bakki ofta gav mót­støðu­ man­ni sínum ov gott pláss. Og var á hendan hátt partur av orsøkini til 2-0 málið. Treivst munandi betri, tá hann varð fluttur á høgra bakk, og var tá við í nógvum av skapandi føroyska spæl­ in­um. Hevði tó eina sera van­da­mik­la dribling, tá hann misti bóltin til tríggjar skot­ar. 5. Jón Rói Jacobsen, AaB, 27/0 Byrjaði dystin á høgra bak­ ki, og stóð seg rættiliga væl á plássinum, so skotar ikki slup­pu ígjøgnum uttan víð­ ari. Varð fluttur í mið­ver­ju­ na, tá Óli mátti skiftast út, og prógvaði tá enn einaferð, at hann er framtíðar mað­ur­ in til plássið. Vann nógvar bólt­ar í luftini, og á spæ­l­in­ um á jørðini var tað ein fragd at síggja, at hann aftur er við at finna góða bólt­ reyg­að, so bólturin ofta kun­ di stjalast heldur enn tack­ last. 6. Rógvi Jacobsen, HB, 44/8 Hesa ferð skuldi hann í mins­ta lagi javnað málmetið hjá Toda. Var annars við í nógv­um, og hóast Weir var eins óhugnaliga sterkur í loft­spæl­in­um, var Rógvi við í nógvum. Serliga tá hann leitaði aftur miðvøllin, har hann heldur ikki datt ímill­um leikliga. Millum ann­að tá hann hegnisliga spæl­di Jákup á Borg leys­ an. 7. Fróði Benjaminsen, B36, 43/2 Hevði nøkur ivandi moment í spælinum fyri steðgin, tá bólt­ur­in onkra ferðina ikki varð ruddaður nóg væl. Lyf­ ti seg saman við liðnum høgt upp eftir steðgin, tá hann saman við Jón Róa var trygdin fyri, at før­oy­ing­ ar kundu flyta spælið longur nið­an á vøllin. Og er eisini so­mik­ið sterkur í av­spæl­in­ um, at bólturin sjáldan varð giv­in burtur. 8. Mikkjal Thomassen, B36, 6/0 Var uttan iva ein sera týð­an­ di orsøk til stórspælið, sum Sú­ni Olsen sýndi. Við krops­ li­gu styrkini megnaði hann støð­ugt at vinna leysu bólt­ ar­nar í miðvøllinum, eins og hann alla tíðina royndi at ve­ra spælbærur. Og við tak­ tis­ka medvitinum riggaði hann sera væl sum sweepari á miðvøllinum, tá føroyska lið­ið skifti til at spæla við veru­lig­um diamanti á mið­ vøll­in­um. 9. Jákup á Borg, HB, 51/1 Fram eftir vøllinum tykist tað, sum hevur Jákup í løt­ uni ilt við at finna sera høga støð­ið, sum hann áður hev­ ur sýnt. Kanska eisini tí hann hevur verið argaður av einum lærskaða nú í long­ri tíð. Men í ver­ju­part­ in­um var talan um meg­na­r­ av­rik, har hann støðugt skerm­aði av fyri skotskum upp­spæ­li. Átti ein tann størs­ta føroyska mø­gu­leik­ an, tá hann varð stungin leys­ur av Rógva, men mis­ nýt­­ti við vinstra beini. 10. Christian Høgni Jacobsen, HB, 35/2 Var mest sum púra an­o­nym­ ur í fyrra hálvleiki, tá mill­ um lítið og einki vildi bera til. Var tó maðurin, sum við tveim­um góðum gjøg­num­ brot­um skelkaði skotar og vís­ti føroyingum veg, tá gongd kom á eftir steðgin. Meg­nar hann at halda av­rik­ ið á støðinum, sum hann sýn­di seinastu trý korterini, er eingin sum helst ivi um, at hann framhaldandi heldur pláss­ið á kantinum. 13. Óli Johannesen, TB, 82/1 Avgjørt ikki ein av dyst­un­ um, sum Óli fer at minnast við størstu gleðini. Skuldi helst ikki verið komin á vøll­in aftur, tá hann fekk ein snudd, men valdi kortini at royna. Átti frísparkið, sum gav fyrra skotska mál­ ið, og tóktist passivur við sein­na málið. Noyddist at en­da at gevast, tá skaðin vís­ ti seg størri enn viljin. 14. Christian Lamhauge Holst, Lyngby, 6/0 Við avriki sínum kravdi Lam­hau­ge-maðurin, at hann skal vera fremsta val til álopssessin. Kropsliga og tekniskt eru dygdirnar so­mik­ið stórar, at hann støð­ ugt var maðurin, sum megn­ aði at fáa uppspælið á sein­ as­ta triðinginum á vøllinum at hanga saman, sum tað ong­antíð hevur gjørt áður. Stað­fes­ti greitt, at hann hev­ ur superligustøði, og var snøgt sagt besti føroyingurin á vøllinum, um hugt verður eft­ir samlaða avrikinum. 19. Súni Olsen, AaB, 28/1 Var Christian besti maður, so var Súni eins klárt tann næst­bes­ti. Sýndi í glottum fyri steðgin, hvat hann er før­ur fyri, men veruligu góð­bit­ar­nir komu eftir steðg­in. Hevur spælskil og bólt­før­leika sum fáur. Ikki minst tí hann er somikið sterk­ur við báðum beinum. Ein eginleiki, sum ger, at mót­støð­an ikki færr læst hann í nærdystum. Átti ei­si­ ni eina freka frísparksroynd, sum mundi givið mál av sær. 3. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 6/0 Kom inn fyri Óla, og megn­ aði hampuliga væl at lukka av í sínum borði. Sterka síða hansara er fyrst og fremst verjuparturin, og tí varð hann offraður, tá før­oy­ ska liðið eftir steðgin flutti spæl­ið alt longur niðan á skots­ku hálvuna. 11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 23/1 Fekk seinastu 8 minuttirnar á vøllinum, og fall alt fyri eitt inn í spælið. Ein egin­lei­ ki, sum er nógv verdur hjá inn­skif­ta­ra. Hesa ferð verð­ ur hann tó fyrst og fremst min­t­ur fyri avbrennaran, tá hann púrasta leysur við mál­ ver­ja­num kundi staðfesta, at hetta skuldi ikki verða okk­ara dagur. 15. Símun Samuelsen, Keflavík, 11/1 Fekk seinastu 11 minuttirnar á vøllinum, tá Jógvan Mart­ in valdi at satsa. Kom tó sjál­d­an veruliga við í spæl­ ið, og kann avrikið tí il­la døm­ast. Gev Christiani sessin Christian Lamhauge Holst vísti snøgt sagt altjóða støði í føroyska álopsspælinum. Eftir mikukvøldið kann eingin ivi vera um, hvør eigur fremsta plássið á føroyska landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen