Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 107 - 7. juni 2007 ] Fegin um stigini Skotski liðskiparin, Barry Ferguson, staðfesti eftir dystin, at skotar vóru fegnir um stigini, sum teir fingu. – Vit søgdu undan dystinum í Eysturríki, at stigini høvdu størsta týdningin av øllum. Vit hava tvær ferðir upplivað sannar marrur her, so vit eru fegnir um sigurin. Eg veit væl, at føroyingarnir millum annað raktu yvirleggjaran, men teir hóttu jú eisini Italia, segði Barry Ferguson við skotska Daily Record. Ferðslan gekk sum smurt Mest sum øll løgreglan í Føroyum var á Svangaskarði mikukvøldið. Summir teirra enn tá á vøllinum. Tað gav at bíta í Runavík, har satt ferðslukaos var við rundkoyringina. Men tá eingin løgregla var, so máttu fjeppararnir bara sjálvir taka málið í egnar hendur. Og tá hesin landsliðskenningurin fór út at stýra bilunum, gekk aftur sum smurt, soleiðis at tey flestu komu rættstundis til dystin. Fremsta orsøkin til, at føroyska spælið hekk somikið væl saman í álopspartinum, var Christian Lamhauge Holst. Lyngby-spælarin hótti, driblaði og tacklaði seg inn í føroysku hjørtuni á Svangaskarði. Og tá restin av liðnum eisini fylgdi við eftir steðgin, átti og skuldi úrtøkan verið størri og betri Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo 1. Jákup Mikkelsen, B36, 50 landsdystir/0 mál Kundi kanska stillað múr­ in og seg sjálvan betri við fyrra skotska málið, tó at frí­ sparkið var væl skotið. Hevði annars nakrar týðandi bjargingar. Millum annað eina framúrskarandi bjarg­ ing, sum tíverri fór út til blankan mótstøðumann til 2­0 málið. Var annars trygg­ ur við beinunum, og hevði sum heild ein dyst av meðal dygd. 4. Atli Danielsen, Frem, 21/0 Hevði stórar trupulleikar fyri steðgin, tá hann á vins­ tra bakki ofta gav mótstøðu­ manni sínum ov gott pláss. Og var á hendan hátt partur av orsøkini til 2­0 málið. Treivst munandi betri, tá hann varð fluttur á høgra bakk, og var tá við í nógvum av skapandi føroyska spæl­ inum. Hevði tó eina sera vandamikla dribling, tá hann misti bóltin til tríggjar skotar. 5. Jón Rói Jacobsen, AaB, 27/0 Byrjaði dystin á høgra bak­ ki, og stóð seg rættiliga væl á plássinum, so skotar ikki sluppu ígjøgnum uttan víð­ ari. Varð fluttur í miðverju­ na, tá Óli mátti skiftast út, og prógvaði tá enn einaferð, at hann er framtíðar maður­ in til plássið. Vann nógvar bóltar í luftini, og á spælin­ um á jørðini var tað ein fragd at síggja, at hann aftur er við at finna góða bólt­ reygað, so bólturin ofta kun­ di stjalast heldur enn tack­ last. 6. Rógvi Jacobsen, HB, 44/8 Hesa ferð skuldi hann í minsta lagi javnað málmetið hjá Toda. Var annars við í nógvum, og hóast Weir var eins óhugnaliga sterkur í loftspælinum, var Rógvi við í nógvum. Serliga tá hann leitaði aftur miðvøllin, har hann heldur ikki datt ímillum leikliga. Millum annað tá hann hegnisliga spældi Jákup á Borg leys­ an. 7. Fróði Benjaminsen, B36, 43/2 Hevði nøkur ivandi moment í spælinum fyri steðgin, tá bólturin onkra ferðina ikki varð ruddaður nóg væl. Lyf­ ti seg saman við liðnum høgt upp eftir steðgin, tá hann saman við Jón Róa var trygdin fyri, at føroying­ ar kundu flyta spælið longur niðan á vøllin. Og er eisini somikið sterkur í avspælin­ um, at bólturin sjáldan varð givin burtur. 8. Mikkjal Thomassen, B36, 6/0 Var uttan iva ein sera týðan­ di orsøk til stórspælið, sum Súni Olsen sýndi. Við krops­ ligu styrkini megnaði hann støðugt at vinna leysu bólt­ arnar í miðvøllinum, eins og hann alla tíðina royndi at vera spælbærur. Og við tak­ tiska medvitinum riggaði hann sera væl sum sweepari á miðvøllinum, tá føroyska liðið skifti til at spæla við veruligum diamanti á mið­ vøllinum. 9. Jákup á Borg, HB, 51/1 Fram eftir vøllinum tykist tað, sum hevur Jákup í løt­ uni ilt við at finna sera høga støðið, sum hann áður hev­ ur sýnt. Kanska eisini tí hann hevur verið argaður av einum lærskaða nú í longri tíð. Men í verjupart­ inum var talan um megnar­ avrik, har hann støðugt skermaði av fyri skotskum uppspæli. Átti ein tann størsta føroyska møguleik­ an, tá hann varð stungin leysur av Rógva, men mis­ nýtti við vinstra beini. 10. Christian Høgni Jacobsen, HB, 35/2 Var mest sum púra anonym­ ur í fyrra hálvleiki, tá mill­ um lítið og einki vildi bera til. Var tó maðurin, sum við tveimum góðum gjøgnum­ brotum skelkaði skotar og vísti føroyingum veg, tá gongd kom á eftir steðgin. Megnar hann at halda avrik­ ið á støðinum, sum hann sýndi seinastu trý korterini, er eingin sum helst ivi um, at hann framhaldandi heldur plássið á kantinum. 13. Óli Johannesen, TB, 82/1 Avgjørt ikki ein av dystun­ um, sum Óli fer at minnast við størstu gleðini. Skuldi helst ikki verið komin á vøllin aftur, tá hann fekk ein snudd, men valdi kortini at royna. Átti frísparkið, sum gav fyrra skotska mál­ ið, og tóktist passivur við seinna málið. Noyddist at enda at gevast, tá skaðin vís­ ti seg størri enn viljin. 14. Christian Lamhauge Holst, Lyngby, 6/0 Við avriki sínum kravdi Lamhauge­maðurin, at hann skal vera fremsta val til álopssessin. Kropsliga og tekniskt eru dygdirnar somikið stórar, at hann støð­ ugt var maðurin, sum megn­ aði at fáa uppspælið á sein­ asta triðinginum á vøllinum at hanga saman, sum tað ongantíð hevur gjørt áður. Staðfesti greitt, at hann hev­ ur superligustøði, og var snøgt sagt besti føroyingurin á vøllinum, um hugt verður eftir samlaða avrikinum. 19. Súni Olsen, AaB, 28/1 Var Christian besti maður, so var Súni eins klárt tann næstbesti. Sýndi í glottum fyri steðgin, hvat hann er førur fyri, men veruligu góðbitarnir komu eftir steðgin. Hevur spælskil og bóltførleika sum fáur. Ikki minst tí hann er somikið sterkur við báðum beinum. Ein eginleiki, sum ger, at mótstøðan ikki færr læst hann í nærdystum. Átti eisi­ ni eina freka frísparksroynd, sum mundi givið mál av sær. 3. Marni Djurhuus, EB/Streymur, 6/0 Kom inn fyri Óla, og megn­ aði hampuliga væl at lukka av í sínum borði. Sterka síða hansara er fyrst og fremst verjuparturin, og tí varð hann offraður, tá føroy­ ska liðið eftir steðgin flutti spælið alt longur niðan á skotsku hálvuna. 11. Andrew av Fløtum, Fremad Amager, 23/1 Fekk seinastu 8 minuttirnar á vøllinum, og fall alt fyri eitt inn í spælið. Ein eginlei­ ki, sum er nógv verdur hjá innskiftara. Hesa ferð verð­ ur hann tó fyrst og fremst mintur fyri avbrennaran, tá hann púrasta leysur við mál­ verjanum kundi staðfesta, at hetta skuldi ikki verða okkara dagur. 15. Símun Samuelsen, Keflavík, 11/1 Fekk seinastu 11 minuttirnar á vøllinum, tá Jógvan Mart­ in valdi at satsa. Kom tó sjáldan veruliga við í spæl­ ið, og kann avrikið tí illa dømast. Gev Christiani sessin Christian Lamhauge Holst vísti snøgt sagt altjóða støði í føroyska álopsspælinum. Eftir mikukvøldið kann eingin ivi vera um, hvør eigur fremsta plássið á føroyska landsliðnum Mynd: Álvur Haraldsen