hósdagur 7. juni 2007síða 47
‹ fyrra síða allar 96 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2007
summarkapping
47
Rhodos – ein føroysk
oyggj í summar
Eitt av kendastu ferðamálum hjá norðurlendingum man vera grisku oyggjarnar. Serliga
kendar um okkara leiðir eru helst Kreta, Kos og Rhodos. Hesar oyggjar verða nógv vitjaðar
av norðurlendskum ferðafólkum. Oyggjarnar hava alt tað, ið ferðafólki dámar: sól, strendur,
hav, hugna, náttarlív og søgulig støð.
Í løtuni hava føroyingar helst størstan áhuga í oynni Rhodos, tí at tað er á hesi oyggj, at
Oyggjaleikirnir 2007 verða hildnir. Føroyar luttaka við fleiri ítróttagreinum, og nógvir
ákoðarar hava longu keypt sær ferðina til Rhodos í summar.
Rhodos liggur bert 18 km frá turkisku strondini. Veðurlagið er gott, og um summarið
verður heilt heitt. Orsakað av einum jøvnum vindi tykist hitin tó ikki so ógvusligur.
Náttúran á Rhodos er sera fjølbroytt. Kendastu náttúruumráðini eru Summarfugladalurin,
har til ber at síggja túsundvís av summarfuglum í summarmánaðunum og hægsta fjallið
Atavarios, har hægsti gudurin Zeus, hevði tempul sítt.
Gamli býarparturin í Rhodos býi er eisini heilt serligur. Hann er eina av miðaldarbýunum
í Evropa, ið er best varðveittur, og seinnu árini er hann gjørdur í stand á ein sera vakran hátt.
Rhodos bjóðar upp á eitt stuttligt og fjølbroytt náttarlív. Matstovurnar eru mangar, og tær
bjóða bæði internationalan mat og serligu griskar rættirnar. Fyri tey, ið dáma at vera, har lív
er í, hevur Rhodos sína tiltiknu barrgøtu, meðan tey, ið betur dáma friðin, kunnu njóta ein
góðan bita á einum av matstovunum í gamla býarpartinum.
Nógvir føroyingar fara til Rhodos í summar í
samband við Oyggjaleikirnar. Rhodos hevur
eisini alt, sum føroyingar vilja hava, tá teir fara
suðureftir
byrja summarið hjá okkum
Bo Grønt urtagarðurin
Vælkomin á Hotel Norð
Fo-750 Viðareiði · tel 45 12 44 · Fax 45 12 45
hotel@hotelnord.fo · www.hotelnord.fo
• 15 dupultkømur
• Matstova til 250 gestir
• Fundarhøli
• Barr
• Náttúruvakurt
• Buss til hurðina
Telefon 47 81 70
NilaN:
Ventilatións
verk við
innbygdari
hitapumpu
Tryggjar goTT iNNiklima Við aT:
• Tryggja støðuga útskifting av luftini
• Hita frísku luftina, sum verður blást inn
• Avfukta og endurvinnur hitan í inniluftini
• Avmarka ovurviðkvæmið
Verður uppsett av góðkendum montøri