hósdagur 7. juni 2007síða 48
Tekstur á síðuni
Nr. 107 - 7. juni 2007
48
summarkapping
Eitt av kendastu ferðamálunum á suðurstrond Spania,
Costa del Sol, er ferðamannabýurin Torremolinos, ið
liggur uml. 20 km frá Malaga. Torremolinos er ein sera
hugnaligur býur, ið hevur alt at bjóða ferðafólki, uttan
mun til aldur og áhugamál.
Veðurlagið er gott, og fram við góðu sandstrondini er
strandarprominadan við alskyns matstovum. Serliga
lokkandi eru tær mongu matstovurnar, ið borðreiða við
fiskarættum.
Í býnum er ein sera hugnalig gongugøta, Calle San
Miguel. Her er hópin av ymiskum handlum, men serliga
hugnaligt er at sita á eini av mongu útimatstovunum og
njóta ríka lívið uttan um teg. Við endan av gøtuni er ein
brøtt, smøl trappa, ið gongur heilt oman á sandstrondina.
Í sjálvari trappuni eru eisini handlar, barrir, matstovur o.t.
Torremolinos hevur eisini ymiskt at bjóða børnum og
barnafamiljum. T.d ber til at vitja einastu krokodillulund í
Evropa, stóra vatnlandið í býnum ella Tivoli World, sum
er ein stuttleikalund við stuttligum aktivitetum fyri
børnini.
Vert er eisini at vitja marknaðin í býnum, har til ber at
keypa alskyns vørur, sum bæði eru góðar og bíligar.
Torremolinos – býurin fyri øll
Torremolinos er helst kendasti
ferðabýurin í Suðurspania,
og her kunnu øll føla seg
heima. Býurin hevur nevniliga
røttu møguleikarnar til allar
aldursbólkar
31 7
9 13
Dr. Jakobsensg. 12
FO-100 Tórshavn
njac@kallnet.fo
Vit taka okkum m.a. av
• passmyndum
• digitalum myndum
• allari myndaviðgerð
• sølu av digitalum myndatólum
• sølu av DVD video upptøkutólum
Vestatoy
fæst í
ymiskum
litum
Dr. Jakobsensgøta 21
Tel 31 53 15
Vælkomin á Hotel Norð
Stangavegur 15 · 700 Klaksvík · Tel 45 60 68
Stórt úrval av baðirúmsmøblum
Alt innan
VVS