Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 108 - 8. juni 2007 6. flokkur í heimkunnleika á Argja skúla hevur í dag gjørt Føroya størsta burgara MATGERÐ Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Hugskotið kom í veruleika­ num frá Útvarpinum. Har høvdu teir ein dagin sagt frá um heimins størsta burgara, og hetta hevði ein drongur fangað. Og tað var hann, sum fortaldi hetta víðari í 6. flokki á Argja skúla. Harvið mentist hug­ skotið, at gera Føroya størsta burgara. Níggju næmingar úr 6. a og b eru saman um læru­ greinina heimkunnleiki, og tað var í hesum flokki, at tey gjørdu av at royna seg við Føroya størsta burgara. Og í gjáramorgun var so klárt at fara undir verk­ ætlanina. Tí verkætlan má kallast, tí slíkt verður ikki gjørt í eini handavending. Fyrireikingararbeiðið var tá gjørt. Næmingarnir – 12 og 13 ára gamlir – høvdu útvegað uppskrift, og síðani faldað hesa upp til teir eftir metan høvdu tilfar til metroyndina. ­ Vit nýttu fimm kilo av farsi, og allur burgarin vigar tjúgu kilo, greiddu næming­ arnir frá. Tók tríggjar tímar Súsanna Holm er lærari hjá flokkinum, og hon segði, at tey høvdu malið gularøtur og leyk í farsið soleiðis, at tað skuldi gerast eitt sindur sunnari enn burgarar annars eru. ­ Børnini hava gjørt alt sjálvi. Steikt búffin og bakað burgarabreyðið, um­ framt sjálvandi at lagt tomat­ ir, agurkir, ost og annað ímillum, sigur Súsanna. Tey byrjaðu klokkan hálvgum 11 í gjáramorgun og vóru ikki liðug, fyrr enn klokkan var um hálvgum tvey seinnapartin. Men tað er skiljandi, tí búffurin lá á pannuni í hálvanannan tíma, meðan tað tók góðar 45 minuttir at baka búffbreyðið. Hvussu tey vita, at hetta er Føroya størsti burgari? Jú, Chippo lýsir við, at tey hava Føroya størsta burgara, men hesin er kort­ ini ikki størri enn so, at hann rúmast á einum borðiski. ­ Og hevur onkur hug at bjóða okkum av í so máta, eru tey hjartaliga vælkomin, siga børn og lærari í 6. a og b í heimkunnleika í Argja Skúla. Føroya størsti burgari Liðið, ið framleiddi burgaran, er frá vinstru: Gert Dragastein, Anna Tórunn á Stongunum, Jeanette við Sandá Lassen, Randi Karlotsdóttir, Rannvá Winther, Mourits Mouritsen, Jens Ingolvur Leivsson Holm, Gerda Ferjá Heldarskarð og Anna Maria Hammer. Aftast Súsanna Holm, lærari. Landsverk, Tinghúsvegur 5, Postsmoga 78, Tórshavn, Tel 340 800, Faks 340 801, lv@lv.fo, www.landsverk.fo ,ANDSVERKERSTOVNURUNDIR6INNUM¸LAR¸ċNUMOGHEVURUMHENDIVEGA OGHAVNAMYNDUGLEIKAUPPG¸VUROGBYGGIHARRAUPPG¸VUR3TOVNURINR¸ċLEGGUROGGERäTLANIR ÑTINNIR REKUROGVIċLÄKAHELDURLANDSVEGIR HAVNIR BYGNINGAROGFLOGVALLAM¸L HERUNDIRTYRLUPALLAR Set tíni fingramerki á føroyska bygging Droymir tú um møguleikan at bjóða tær sjálvum av og at seta varðar eftir teg við stórverkum og stásiligum bygningum, so letur Lands verk dyrnar upp fyri tær við einum spennandi og av bjóðandi starvi á bygninga deildini. (ĆVUċSARBEIċSĆKIċ Saman við dugnaligum starvsfeløgum verður tú við til at greina og raðfesta nýbygging og viðlíkahald við atliti at funktionaliteti, estetikki og góðsku. Tú fert eisini at góð- kenna verkætlanir og at taka støðu til møguligar broytingar, umframt at tú fert at viðgera onnur byggimál, har bygging, bygningar, lendi og formlist eru partur av viðgerðini. &ĆRLEIKAKRĆV Tú hevur gott innlit í byggi arbeiði og ert útbúgvin arkitektur, verkfrøðingur ella byggifrøðingur. Vit leggja dent á dygd og góðar loysnir, og vørumerki títt er tískil dugna semi og nær- lagni, har tú sum arbeiðsfúsur viðleikari gevur títt íkast til arbeiðsplássið og ta røttu byggingina. 3ETANARVIċURSKIFTI Løn og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjar málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arkitektur, verkfrøðingur ella byggifrøðingur til Landsverk 5MSÊKNARFREIST Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) verður at senda til lv@lv.fo ella til Landsverk, postsmoga 78, 110 Tórshavn, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. juni. Merk umsóknina „Umsókn til bygningadeildina“ og nevn í umsóknini, hvar tú hevur sæð starvslýsingina. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Oyvind Brimnes, stjóra, á fartel. 540 801, ella á ob@lv.fo. R e p r o z