fríggjadagur 8. juni 2007síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
2
klumman
umborð
Nr. 108 • 8. juni 2007
Strálur
við styrki
Vit eru rættiliga takknemligir
– vit føroyingar. Nú hevur
sólin skinið í nakrar dagar, og
fólk eru í so góðum lag, at um
tað fór at regna nú og fram
til jóla, so høvdu fólk helst
pástaðið, at summarið var
sera gott.
Tað er stuttligt og hugaligt,
tá ið sólin fyrstu ferð kagar
fram soleiðis av álvara.
Fyrstu strálurnar eru ótrúliga
sterkar, og alt fer upp at
renna og veipa. Lør og armar
daga fram, tá ið ullintu
undirbuksirnar og kotini verða
løgd til síðis í nakrar dagar,
og vit eru øll um at kódna.
16 hitastig eru heldur ikki so
galið, tá ið mann meginpartin
av árinum ballar seg inn
í troyggjur og jakkar við
hitalagi um frostmarki.
Datt inn á eina bensinstøð
í Havnini mánadagin, og
har var long kø frammanfyri
diskin. Aftanfyri diskin runnu
tvær ungar kvinnur aftur
og fram millum kassan og
ísmaskinuna. Samlibandsísur
varð tveittur um diskin uttan
steðg, so at fólk orkaðu at
fara út í sólina aftur.
Og soleiðis er, tá ið summ
arið vísir seg onkra lítla løtu
– fólk fara til stroks, grillirnar
verða togaðar út í túnið,
matroykurin stendur um
geilar og tún, býurin verður
málaður reyður ella hvítur, og
fólk flenna býtt eftir ongum.
Um tað hóast virkar eitt
sindur komiskt tað heila, so
er tað í øllum førum gott, at
humørið var eitt kvink rætta
vegin, styttri er til smílið og
minni grenj er at hoyra. Um
tað ikki kann verða øðrvísi,
lat tað so bara verða í løtum,
at vit ordiliga leypa upp frá,
halda summar og fegnast
um, at landið er sera vakurt
undir eini bakandi sól – eisini
hóast bakarovnurin bert
stendur á fjórðingshita...
Eyðun Klakstein
blaðmaður
eydun@sosialurin.fo
- Saman við øðrum skipi,
vóru vit teir fyrstu, sum
fiskaðu rækjur við
Labrador um veturin.
Hetta var ein ógvuliga
spennandi tíð. Ofta lógu
vit fastir í ísinum í einar
2-3 dagar, sigur Hans í
Líðini
Hans Joensen, Hans í
Líðini í Vági, sum hann
verður róptur, fór fyrstu
ferð til skips sum 15 ára
gamal. Fyrsti túrurin var
við línubátinum Jógvani
á Gørðunum við Arna
Dahl í Vági sum skipara.
Meðan Hans var við,
gjørdu teir tveir túrar í
Íslandi og ein á
Flemmish Kap
Eftir túrarnar við Jógvani, var
hann hálvt annað ár umborð á
norskum línubáti.
Árini fram til 1976, tá hann fór
á skiparaskúla í Havn, var hann
fyrst við trolara úr Honningsvåg
og síðan við øðrum norskum
trolarum.
Í 1979 gjørdist Hans skipsførari.
Longu sum 22 ára gamal í
summarfrítíðini í 1977 førdi hann
fyrstu ferð bát, 20 tonsaran,
Vesturberg.
Sum blaðungur 23 ár seinni
gjørdist Hans í 1980 skipari
umborð á lítlu Brimborg, sum hann
rópar hana. Men her var hann ikki
leingi, tí longu árið eftir, tá nýggja
Varðborg kom, fór hann at føra
hana, og her stóð hann á brúnni
fram til november mánaða í 1985.
Í hesum tíðarskeiði var hann
ein einstakan túr sum stýrimaður
við einum bornholmara.
Eftir tíðina við Varðborg, bar
leiðin nú á rækjuveiði – fyrst við
einum lítlum báti av Bornholm.
Hetta var tíðliiga um várið
í 1986. Vit royndu í Eysturgrøn
landi. Báturin var neyvan longri
enn einar 38 metrar – ella sum
ein av okkara smáu ísfiska
trolarum. Vit vóru 12 mans við
skipinum
Hann heldur, at skipið var so
lítið, at tað kundi ikki fáa skaða,
hóast veðrið ikki altíð var so
tespiligt.
Eg haldi, at vit slongdust bara
aftur og fram millum aldurnar,
sigur hann.
Seinni sama ár fór Hans við
einum stórum donskum rækju
trolara.
Í fyrstani fiskaðu teir undir grøn
lendskum flaggi og seinni undir
kanadiskum, samstundis sum
kanadiumenn keyptu ognarpart í
skipinum.
Saman við einum øðrum
rækjubáti, sum danir eisini áttu,
vóru vit fyrsta skipini, sum fiskaði
rækjur um veturin við Labrador.
Vanliga varð ikki fiskað á hesum
leiðum í vetrarhálvuni, tí tá kundi
ísurin vera ein hóttan. Soleiðis
fiskaðu kanadiarar heldur ikki
rækjur í ringu árstíðini.
Hann ásannar, at hetta var ein
ógvuliga spennandi tíð.
Ofta lá man frystur fastur í
ísinum í einar 23 dagar. Men
øtlaði hann veðrið av land
synningi ella eystri, kom alda í
sjógvin og breyt ísin upp, so vit
aftur fingu fiska.
Hann sigur, at hetta var eitt
einastandandi gott skip.
Eg var við hesum skipi árini í
1986 og 1987 og um várið í 1988.
Uppundir endan av hesi tíðini,
komu eitt nú føroysk rækjuskip á
hesar leiðir.
Hetta var ein ógvuliga spenn
andi tíð, og tað gekk óføra væl.
Tað var spennandi at vita, hvussu
nógv tú kundi fiska, áðrenn skipið
frysti fast aftur.
Hann sigur, at teir gjørdu fleiri
rættiliga góðar túrar.
Skipið tók 408 tons, og hesa
veiði kundu vit onkuntíð fiska eftir
1214 døgum. Ein slíkan túr høvdu
vit næstan bara kókaðar rækjur
og sonevndar Japansrækjur.
Hans í Líðini sigur seg minnast,
at so væl gekst, at teir hesi bæði
árini fiskaðu fyri einar 8284
miljónir krónur um árið – og tað
var nógvur peningur tá.
Í byrjanini vóru teir 32 mans
við skipinum, harav einir 12 vóru
føroyingar.
Flestu føroyingarnir fóru av
triðja árið, tí klutur kom í við
kanadiumenninar, sum vóru við
skipinum.
Hans sigur, at yvirmenninir á
brúnni, dekkarar og verksmiðju
leiðarar vóru føroyingar og
maskinstjórarnir danir.
Árið eftir, at vit vóru farnir
av, fiskaði skipið bert fyri einar
1920 miljónir krónur – og fór á
húsagang.
Hann leggur aftrat, at skeiva
gongdin stóðst ikki av, at minni
var at fáa, tí onnur skip fiskaðu
eisini væl hetta árið.
Hann minnist aftur á rækju
fiskiskapin við Labrador, sum
eina ógvuliga spennandi tíð. ikki
minst, tá teir royndu í Hudson
flógvanum. Tað var bara at
dryppa trolið út í, kanska í einar
34 minuttir, so var tað fult av
rækjum!
Hann sigur, at rækjurnar á hesi
leiðini vóru av øðrum slagi, men
góður prísur fekst fyri tær.
Í 1986 var Hans ein avloysara
túr sum skipari við einum øðrum
grønlendskum rækjutrolara.
Á heysti 1988 fór hann at sigla
fyri eitt grønlendskt felag, og her
sigldi hann hjá sama reiðaríi, til
hann gavst seint í 2002.
Við hesum seinasta skipinum,
eg sigldi við í Grønlandi, MarkusJ,
vóru vit tveir føroyskir skiparar sum
loystu hvønn annan av – Klæmint
Olsen av Sandi og eg sjálvur.
Hann sigur, at grønlendska
felagið fekk skipið í oktober í
1995 og í desember 1999 – ella
fýra ár seinni – var skipið, sum
kostaði stívliga 100 miljónir
krónur at byggja, longu útgoldið.
Grønlendingar áttu skipið
saman við dønum, sum búðu í
Grønlandi.
Hans sigur, at tá hann sigldi í
Grønlandi, setti hann sær fyri at
gevast at sigla, áðrenn hann fylti
fimti.
Skuldi eg royna okkurt annað
í lívinum, kundi eg ikki halda fram
at sigla. Men, sum hann tekur til:
Hevur tú verið sjómaður og
hevur siglt ein stóran part av
tínum góða lívi, er torført at
gevast heilt. Saman við bróðuri
mínum, Kaj, hava vit øll árini
frá 19922003 havt ein 34 tons
stóran útróðrarbát.
Hann sigur, at teir seldu bátin
eina og aleina, tí teir ikki fingu
fólk.
Nú fáist eg við lemmar í Vági,
har eg eigi lut í felagnum, Sp/f
Rock.
Eg havi verið í hesi “bransj
uni”, síðan eg gavst at sigla,
sigur hann.
Hans í Líðini hevur verið í
nevndini aftanfyri sluppina
Jóhonnu, síðan felagið varð
stovnað í 1981.
Hann hevur soleiðis eisini verið
skipari á Jóhonnu, og serliga er
tað tann eina ferðin, sum hevur
fylt meira enn aðrar í hansara
hugaheimi.
Hetta var ferðin við Jóhonnu
til Íslands at keypa fisk, sum vit
førdu niður til Aberdeen at selja.
Abbi mín, vanliga róptur Jacob
í Líð – ella Jóan Jacob Joensen
– var við Jóhonnu at kalla øll
stríðsárini. Hetta var ein sera
hugtakandi túrur, har einir tveir
ella tríggir av manningini lógu
um 75 – og tann elsti, Sigurd
Joensen í Oyndarfirði, tá var 85
ár.
Hann leggur aftrat, at Sigurd
var sum ein unglingi á dekkinum
hendan túrin, har teir leitaðu
aftur á slóðina hjá teimum gomlu.
Hans í Líðini gavst í Grønlandi
sum 48 ára gamal, og í dag er
hann 52.
Á brúnni eitt langt sjólív
- Ferðin við sluppuni Jóhonnu til Íslands at keypa fisk og niður til Aberdeen at
selja, var sera áhugaverd og hugtakandi, sigur Hans í Líðini Mynd: Hans Dávid
Dam
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo