fríggjadagur 8. juni 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 108 - 8. juni 2007
Persónligt frælsi,
kærleiki og spontani
tetur skulu setast
í hásæti innan
eldrarøktina. Hetta
var niðurstøðan á
stórari ráðstevnu hjá
Nærverkinum um
framtíðar eldrarøkt
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Magnus Gunnarsson
– “Her var gott at liva.”
Soleiðis skulu fólk kunna
siga um tíðarskeiðið tey búðu
á einum ellisheimi. Hetta var
niðurstøðan
á
nemandi
innlegginum hjá eldhugaðu
Margaret Johannesen frá
Giljagarði í Leirvík, har
hugsunarhátturin frá The
Eden Alternative er galdandi
í gerandisdegnum.
Livandi alternativ
Hósdagin var Norðurlanda
húsið karmur um stóra ráð
stevnu um framtíðar eldra
røkt, sum Nærverkið skip
aði fyri. Eini 400 fólk við
tilknýti til eldraøkið høvdu
teknað seg til ráðstevnuna,
sum snúði seg um nýggja
røktarhugtakið ”The Eden
Alternative”.
Sambært hugsjónini hand
an The Eden Alternative
eru trý fyribrigdi, sum eyð
kenna búfólkini á vanligum
bústovnum: Einsemi, keð
semi og hjálparloysi. Til
tess at bøta um trivnaðin,
bæði hjá búfólkum og
starvsfólkum,
setir
The
Eden Alternative lív, gleði,
anda og samanhald inn í
staðin. Hetta verður eitt nú
gjørt við at geva teimum
búfólkunum húsdjór, nógv
ar livandi plantur, sum
skulu røkjast, og vitjan av
børnum. Alt við hugtøkum
sum virðing, humor, kær
leiki og sansastimulatión í
miðdeplinum.
Hugtikin ministari
Sambært landsstýrismanni
num í Almanna og heilsu
málum Hans Paula Strøm
er Edenalternativið avgjørt
gongda leiðin innan fram
tíðar eldrarøkt, og var hann
sera hugtikin av hugsjónini
handan hugtakið. Eisini
segði hann seg vilja stuðla
arbeiðinum at fáa betri
trivnað á ellisheimum, við
so líðandi at seta í verk
Edenhugsjónina innan alt
eldraøkið.
Gestarøðarar á ráðstevn
uni vóru upphavsmaðurin
til Edenarbeiðsháttin Dr.
Bill Thomas og danska Jane
Verity, sum er umboð fyri
Eden í Norðurlondum. Eis
ini greiddu tær báðar, Hal
dis Joensen frá heiminum
fyri minnisveik við Vallalíð
og Margaret Johannesen frá
Giljagarði í Leirvík frá um,
hvussu tey nýta Eden í ger
andisdegnum.
Sosialurin ger meira við
málið í komandi viku.
Sparikassi hækkar rentuna
Suðuroyar Sparikassi hækkar rentuna, soleiðis at Bústaðarlán, við
lægstu rentu, nú er 5,75 prosent. Mikudagin hækkaði Europeiski
Meginbankin leiðandi rentuna við 0,25 prosentstigum. Eftir hetta
boðaði danski Tjóðbankin frá, at eisini hann hækkaði rentuna, og við
hesi hækking er diskontan nú komin upp á 4,00 prosent. Suðuroyar
Sparikassi tillagar nú rentuna altjóða rentuni, soleiðis at Bústaðarlán,
við lægstu rentu, nú er 5,75 prosent. Eitt nú verður hægsta rentan á 12
mánaða uppsøgn 4,50 prosent, og rentaná eftirlønarkonto 4,75 prosent.
Rentan á vanligum innláni uttan uppsøgn verður óbroytt.
Rentuhækkingin tók við í gjár
Fáa gott veður
Góðir møguleikar verða fyri sól um vikuskiftið, sigur Petur
Skeel, skilagóður veðurfrøðingur. Hann fer at liggja við eystur
ætt fyri tað mesta og eisini landnyrðingi, men at kalla eingin
vindferð. Hóast sólin fer at kaga nógv fram um vikuskiftið, so
slepst ikki undan, at møguleikar eru fyri mjørkaflókum. Men
tað verður turt og hitin fer at liggja millum 13 og 18 stig, sigur
veðurmaðurin. Har mjørki er, verður hitin millum 10 og 12
stig. Í komandi viku verður kortini heldur kaldari. Hann
hækkar, og tað verður nakað av ælaveðri. Hitin fer tá neyvan
upp um 10 stig, sigur Petur Skeel.
Eldraheim við
hugna, hita
og humor
Ongin parkering
á Bryggjubakka
Bilarnir fylla vanliga nógv
á Bryggjubakka. Í summar
verður ikki loyvt at parkera
fram við kai-kantinum
Tekniska nevnd hjá Tórshavnar
býráð samtykti í gjárkvøldið at
parkering fram við keikantinum
verður ikki loyvd í summar
Sambært Marin Katrinu Frýdal, forkvinnu
í teknisku nevnd, verða parkeringsbásarnir
tiknir burtur í summar, so summargestirnir
kunna sita úti í góðveðrinum og njóta vakra
útsýnið út á fjørðin.
Eisini koma so nógvir spennandi
útlendskir bátar á vitjan, og er tað munandi
hugaligari at síggja teir, enn inn í útstoyti á
bilunum, sigur Marin Katrina Frýdal, for
kvinna í Teknisku nevnd hjá býráðnum.
Í fjør summar vóru nakrir av parkerings
básunum á Bryggjubakka tiknir burtur, og
borð og benkur vóru sett í staðin.
rd
Uttan fyri Norðurlandahúsið.
Tey bæði Dr. Bill Thomas,
upphavsmaður til Eden-
arbeiðsháttin og danska Jane
Verity, umboð fyri Eden í
Norðurlondum
Eini 400 fólk við tilknýti til
eldraøkið høvdu teknað seg
til ráðstevnuna, sum snúði
seg um nýggja røktarhugtakið
”The Eden Alternative”