Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 • 8. juni 2007 Vikuskifti 4 18 ára gamli Pól Jóhannus Justinussen er ein av okkara heilt evnaríku fótbóltsleikarum. Hann skifti áðrenn hetta kappingarárið til GÍ frá NSÍ fyri at fáa spælitíð í Formuladeildini. Tað hevur víst seg at vera ein skilagóð avgerð. Pól Jóhannus hevur skorað fimm mál í GÍ troyggjuni. Harav eru fýra komin í fýra teimum seinastu dystunum. »Pól Jóhannus er hetjan«, skriv­ aði Dimmalætting í yvirskriftini frá dystarfrásøgnini seinast. Fiska á Toftavatni Undirritaði hittir Pól Jóhannus í heiminum í Runavík. Vit seta okkum við eitt borð og práta. Pól Jóhannus er júst komin heim frá arbeiði. Hetta er grundlógardagin, so Pól Jóhannus hevur hálvan frídag. ­ Eg havi arbeitt í timburhandli­ num í tríggjar mánaðir. Áðrenn tað var eg til skips. Men nú fótbólturin er byrjaður, mátti eg finna mær arbeiði á landi, sigur hann. Foreldrini hjá Pól Jóhannusi, Malena og Bill Justinussen, løgtingslimur fyri Miðflokkin, stákast uttan fyri við eitt borð í góðveðrinum. ­ Ikki so galið við góðum veðri. Vinnmenninir og eg plaga av og á at fiska síl á Toftavatnið, tá ið veðrið er eftir vild, sigur Pól Jóhannus. Skifti til GÍ Pól Jóhannus er runavíkingur og hevur altíð spælt við NSÍ, inntil hann í ár skifti felag til GÍ. Vánirnar til spælitíð í Formula­ deildini lokkaðu hann til at skifta felag. ­ Tað er ikki so stórur hópur hjá GÍ sum hjá NSÍ. Tað er ein stór avbjóðing at spæla í Formuladeildini. Tað er ikki vist, at eg hevði fingið tann møguleikan hjá NSÍ, sigur hann. Pól Jóhannus er við á U­19 landsliðnum, og hann hevur stórar dreymar við fótbóltinum. ­ Tað var í fjør, at tað byrjaði at ganga ordiliga væl hjá mær, og tá gjørdi eg av at vera seriøsur við fótbóltinum. Eg vil fegin gera meg galdandi í Formuladeildini. Dreymurin er eisini at spæla fyri A­landsliðið og møguliga at koma uttanlands at spæla, sigur Pól Jóhannus. Hann er vinstrabeintur og hevur mest spælt sum vinstri vongverji ella í miðverjuni. Hjá GÍ hevur hann sloppið at roynt seg sum vinstri vongur. ­ Eg eri Ítróttarprofilurin Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Pól Jóhannus banka Ungi runavíkingurin Pól Jóhannus Justinussen hevur skorað fyri GÍ í fýra teimum seinastu dystunum. Hann er sonur Bill Justinussen, løgtingslim fyri Miðflokkin. Tað var Bill, sum tók sonin við til fótbólt, tá ið Pól Jóhannus var lítil, og soleiðis er áhugin vaktur. Pól Jóhannus hevur ambitiónir um at koma á A-landsliðið og at gerast yrkisleikari uttanlands Bill um Pól Jóhannus ­ Eg eri sera errin av honum. Eg hyggi altíð at, tá ið hann spælir. Tað er eitt sindur løgið, nú hann spælir við GÍ og ikki NSÍ, men hjartað fylgir altíð við børnunum, og soleiðis er eisini í hesum førinum. Eg haldi, at tað er gott at íðka ítrótt. Tað er sunt fyri kroppin. Eg stuðli soninum í royndini allatíðina at betra seg sum fótbóltsleikara. Hann hevur altíð verið góður til ítrótt. Hann var eisini góður hondbóltsleikari og svimjari, men hann valdi fótbóltin framum. Hann hevur kroppsbygnaðin til at spæla fótbólt