Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2007 5 Vilt tú vaksa við okkum? SPEKT statsaut. revisorar Sp/f grannskoða, veita roknskaparhjálp og ráðgeva í skatta- og vinnuviðurskiftum. Hjá SPEKT starvast 26 fólk. Trý teirra eru ríkisgóðkendir grannskoðarar. Vit arbeiða millum annað fyri einstaklingar, handilsfyritøkur, ídnaðarfyritøkur, kolvetnisfeløg, reiðaravirki, peningastovnar, fíggingarstovnar, kommunur og almennar stovnar. SPEKT statsaut. revisorar Sp/f eru tilknýttir altjóða KPMG-kervinum av grannskoðara- og ráðgevingarvirkjum. SPEKT søkir grannskoðarar Arbeiðið fevnir um grannskoðan, roknskaparhjálp og eina røð av øðrum tænastum til føroyskar og útlendskar privatar fyritøkur innan fl estu vinnugreinar, eins og til kommunur og almennar stovnar. Vit leggja dent á, at tú ert fryntlig/ur, hugagóð/ur og fús/ur at leggja orku í hetta avbjóðandi starv. Ávís tíðarskeið er neyðugt at arbeiða uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Hetta er serliga fyrru helvt av árinum. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur royndir innan grannskoðan og bókhald og hevur HH-prógv ella líknandi útbúgving. Útbúgvingin Umframt at fáa hollar arbeiðsroyndir gjøgnum dagliga arbeiðið fært tú eisini eina ástøðiliga útbúgving, við tað at tú fylgir HD undirvísingini á Føroya Handilsskúla. Tú fært eisini innanhýsis undirvísing hjá okkum og hjá KPMG í Danmark. Framtíðarmøguleikar Aftaná lokið HD-prógv hevur tú møguleika fyri at halda fram at útbúgva teg við at taka cand.merc.aud. útbúgvingina, sum er neyðug fyri at gerast løggildur grannskoðari. Á henda hátt kanst tú hava eitt spennandi arbeiði, samstundis við at tú fært eina holla útbúgving. Møguleikarnir at menna sínar førleikar hjá SPEKT eru tí sera góðir. SPEKT søkir skrivstovunæming Sum skrivstovunæmingur hjá SPEKT fært tú upplæring í øllum vanligum umsitingarligum skrivstovuarbeiði so sum bókhaldi, telefonavgreiðslu, kundaavgreiðslu, rættlestri í sambandi við størri og smærri skriviuppgávur umframt annað fyrifallandi umsitingarligt arbeiði. Vit leggja dent á, at tú ert fryntlig/ur, hugagóð/ur og fús/ur at leggja orku í hetta avbjóðandi arbeiðið. Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur eina miðnámsútbúgving. Útbúgvingin Lærutíðin veldst um tína útbúgving. Hevur tú eina miðnámsútbúgving frammanundan, verður hendan tikin við og styttir um lærutíðina. Útbúgvingin fevnir bæði um ítøkiligar arbeiðsroyndir og undirvísing. Tú fært hollar arbeiðsroyndir gjøgnum dagliga arbeiðið hjá okkum, men tú fært eisini eina ástøðiliga útbúgving, við tað at tú skalt fylgja undirvísingini, sum er fyriskipað fyri skrivstovunæmingar. SPEKT statsaut. revisorar spf I spekt@spekt.fo I www.spekt.fo Staravegur 17 I Postboks 3258 I FO-110 Tórshavn I Telefon 34 34 34 I Telefax 34 34 35 Heiðavegur 15 I Postboks 190 I FO-600 Saltangará I Telefon 474 474 I Telefax 474 475 Vit standa í stórum vøkstri, og tað sama gera kundar okkara. Tí hava vit tørv á tær til okkara starvsfólkahóp av væl útbúnum fólki. Umframt grannskoðan bjóða vit eina breiða tænastu innan fíggjarliga og vinnuliga ráðgeving. Okkara starvsfólk eru væl útbúgvin, hava nógvar royndir og veita kundum okkara holla ráðgeving. Umsóknin Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal sendast til okkara skjótast til ber ella í seinasta lagi 25. juni 2007. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Árna Ellefsen á tel 34 34 34 ella 22 28 52 ella við at skriva til teldupost aellefsen@spekt.fo Allir fyrispurningar og umsóknir verða viðgjørd í trúnaði. lýsingar