Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 5 Nr. 108 • 8. juni 2007 ar málini inn fyri GÍ vinstrabeintur, og tað kann vera ein fyrimunur, tí at nógv feløg mangla vinstrabeintar leikarar. Eg eri eisini sloppin at spæla á miðvøllinum, og tað hevur mær dámt væl. Tað hevur givið mær møguleika at koma meira fram, og eg havi higartil skorað fimm mál, sigur Pól Jóhannus, sum sjálvur er bilsin av, at tað hevur gingið so væl fyrsta árið, sum hann roynir seg í bestu deildini. - Eg hevði ikki væntað, at tað fór at ganga so væl. Kanska er tað tí, at leikararnir ikki kenna meg, og tí ansa teir ikki so væl eftir mær, sigur Pól Jóhannus eyðmjúkur. - Tað var heilt fantastiskt, tá ið eg skoraði mítt fyrsta mál í Formuladeildini. Hini hava eisini verið góð, men tað fyrsta var heilt serligt, sigur hann. NSÍ ein framtíðar møguleiki Pól Jóhannus valdi at skifta felag, tí at hann kendi ikki, at hann fekk møguleikan í NSÍ. Nógvir NSÍ leikarar hava fyrr verið í somu støðu sum hann og hava síðani roynt seg í øðrum feløgum. Nógvir eru tó komnir aftur til NSÍ eftir at hava prógvað sítt virði í einum øðrum felag. Sum dømi kunnu nevnast Jóhan Troest Davidsen og Debes Danielsen. Pól Jóhannus útihýsir heldur ikki, at hann vendir aftur til NSÍ. - Eg haldi, at NSÍ gera einki fyri at halda uppá teir ungu leikararnar. Teir bjóða ongan ungdómssáttmála. Tá ið so GÍ bjóða mær at vera ein partur av einari bonusskipan, er tað meira spennandi fyri meg. Tað ger tað stuttligari at spæla, sigur Pól Jóhannus, sum følir, at hann hevur prógvað nakað yvirfyri NSÍ leiðsluni. - Tað kann hugsast, at teir nú vilja hava meg aftur, og tað kann henda, at eg vendi aftur til NSÍ. Tú følir altíð nakað serligt fyri barndómsfelagnum, sigur Pól Jóhannus. Framtíðin Pól Jóhannus roynir at fáa læru- pláss til IT-supportara. Annars vil hann royna, hvussu langt hann kann sleppa við fótbóltinum. - Um møguleikin kemur at fara uttanlands, eri eg til reiðar at sleppa øllum fyri at fylgja dreyminum. Í fjør var tað uppá tal, at eg skuldi sleppa at royndarvenja, men tað varð av ongum. Vónandi kemur møguleikin seinni. Sum nú er havi eg sum mál at koma á U-21 landsliðið skjótt, sigur Pól Jóhannus, sum heldur við Real Madrid og Liverpool. - Eg hyggi nógv at fótbólti, og eg hyggi serliga at enskum og sponskum fótbólti, sigur hann. Sonur Bill Sum sagt er Pól Jóhannus sonur Bill Justinussen, sum er løgtingslimur og fyrrverandi lands- stýrismaður fyri Miðflokkin. Ágangurin er til tíðir stórur móti Miðflokkinum og teimum báðum tingmonnunum, men tað er ikki nakað, sum Pól Jóhannus merkir nakað til. - Eg merki ikki, at fólk fara øðrvísi við mær, tí at eg eri sonur Bill Justinussen. Eg eri errin av tí, sum pápi ger í politikki. Eg eri sjálvur kristin, og eg haldi, at Miðflokkurin ger eitt týdningarmikið arbeiði. Mínir liðfelagar og míni vinnfólk góðtaka okkara sjónarmið, og eg havi ikki upplivað nakað keðiligt, sigur Pól Jóhannus, sum annars ikki hevur so stóran áhuga fyri politikki. - Tað verður tosað eitt sindur um politikk heima hjá okkum, men eg havi ikki so stóran áhuga. Eg fari so ikki at ganga í fótasporunum hjá pápa, sigur Pól Jóhannus smílandi. Kristin og fótbóltsleikari Pól Jóhannus og familjan ganga í Lívsins Orð. Har eru tey til møti hvønn sunnudag og hvønn mikudag. Annars plagar Pól Jóhannus eisini at vera til ungdómsmøtir í Kelduni í Skálafirði. - Trúgvin á Jesus hevur alt at siga fyri meg. Eg brúki nógva tíð til møtir. Í summar fari eg til Spania á eina legu, sum kallast ”Jesus Revolution”. Har fara vit at vitna fyri fólki, sigur Pól Jóhannus, sum ikki hevur trupult við at samantvinna trúnna og fótbóltin. - Tað er eingin trupulleiki at vera kristin og spæla fótbólt. Eg hugsi sjálvandi um at vera ein fyrimynd – eisini á vøllinum. Annars biði eg altíð áðrenn dyst, sigur hann. Samrøðan líður móti endanum. Undirritaði reisir seg og spyr at enda, hvørjar vónir Pól Jóhannus hevur til GÍ liðið í ár. - Eg vænti, at vit koma longur upp. Nú eru vit byrjaðir at spæla væl, og vit skulu bara halda áfram. Har eru nógvir ungir evnaríkir leikarar á liðnum og eisini nakrir sera royndir, sigur Pól Jóhannus bjartskygdur. Pól Jóhannus um A-landsliðið - Teir vóru ótrúliga góðir móti Italia. Teir tordu at spæla. Eg vóni, at teir halda fram soleiðis. Eg vóni, at eg einaferð fari á vøllin fyri A-landsliðið. Pól Jóhannus um føroyskan mat - Mær dámar væl føroyskan mat. Grind og spik er tað besta. Annars dámar mær sera væl skerpikjøt Pól Jóhannus Justinussen Føddur 13.01.1989 Sonur Bill og Malenu Justinussen Spælir við GÍ Arbeiðir í Runavíkar Timburhandli Fakta Pól Jóhannus Justinussen er nýggjasta stjørnuskotið í føroyskum fótbólti. Hann spælir við GÍ og hevur skorað fýra mál í fýra teimum seinastu dystunum. Pól Jóhannus er sonur Bill Justinussen, løgtingslim fyri Miðflokkin. Pól Jóhannus arbeiðir hjá Runavíkar Timburhandli. Mynd: Jens Kr. Vang