fríggjadagur 8. juni 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 108 - 8. juni 2007
K R E A . F O . TEL 47 80 80
lýsingar
Teymavirkið og Berglon søkja eftir fólki
R E P R O Z
Berglon P/f í Runavík sóknast eftir skrivstovulærlingi at byrja
02.07.2007 ella skjótast møguligt.
Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í
støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar
og kundar er av alstórum týdningi. Í lærutíðini kemur tú at
gera alt vanligt skrivstovuarbeiði. Vit arbeiða við nútímas
telduforritum og kunnu sostatt bjóða eina tíðarhóskandi
skrivstovuútbúgving.
Vit vænta, at tú hevur FHS,- HH-prógv ella líknandi, at tú ert
fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir
væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt. Og at tú
hevur hug og áræði at gerast partur av okkara arbeiðsdegi,
sum við hvørt er eitt sindur strævin, men tó avbjóðandi.
Umsókn við avriti av prógvum, møguligum ummælum og CV
skulu verða Berglon, Boks 210, 620 Runavík, í hendi seinasta
lagi hósdagin 21.juni 2007.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Ingolf Petersen á
beinleiðis tlf. 773 014.
Skrivstovulærlingur
Berglon P/f í Runavík sóknast eftir handilslærlingi at byrja
02.07.2007 ella skjótast møguligt.
Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í
støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar
og kundar er av alstórum týdningi. Í lærutíðini kemur tú, upp
á skift, at starvast í Teymum, Leiku og Gávuni. Skúlagongdin
er í Danmark.
Vit vænta, at tú hevur FHS- ella HH-prógv, at tú ert
fyrikomandi, arbeiðssamur og fleksibul persónur, sum dugir
væl at samstarva, men eisini arbeiða sjálvstøðugt. Og at tú
hevur hug og áræði at gerast partur av okkara arbeiðsdegi,
sum við hvørt er eitt sindur strævin, men tó avbjóðandi.
Umsókn við avriti av prógvum, møguligum ummælum og CV
skulu verða Berglon, Boks 210, 620 Runavík, í hendi seinasta
lagi hósdagin 21.juni 2007.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Maluna Nielsen á
beinleiðis tlf. 773 021.
Handilslærlingur
Teymavirkið P/f í Runavík sóknast eftir maskinsmiði at byrja
mánadagin 02.07.2007 ella skjótast møguligt.
Vit bjóða eitt starv á einum fjølbroyttum arbeiðsplássi í
støðugari menning, har samstarv við arbeiðsfelagar, veitarar
og kundar er av alstórum týdningi. Arbeiðið umfatar ymiskt
smiðuarbeið umframt annað framleiðslu- og goymsluarbeiði.
Løn sambært avtalu.
Vit vænta, at tú ert útbúgvin maskinsmiður ella hevur
arbeiðsroyndir innan økið, at tú ert fyrikomandi, arbeiðssamur
og fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva, men eisini
arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd. Og at tú hevur hug og
áræði at gerast partur av okkara arbeiðsdegi, sum við hvørt
er eitt sindur strævin, men tó avbjóðandi. Roknast kann við
yvirtíðararbeiði ávís tíðaskeið.
Umsókn við avriti av prógvum, møguligum ummælum og CV
skulu verða Berglon, Boks 210, 620 Runavík, í hendi seinasta
lagi hósdagin 21.juni 2007.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Rúna Berg á beinleiðis
tlf. 773 012.
Maskinsmiður