Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 • 8. juni 2007 Vikuskifti 6 Regin Vágadal er tann nýggi sterki maðurin á Strandferðsluni, sum í næstum setir kós í ein sunnan og skal etablera seg av nýggjum í Suðuroy. Meðan onnur starvsfólk rýmdu av Strandferðsluni, tá ið politisk avgerð var tikin um, at stovnurin skuldi flyta úr Havn til Suðuroyar, var Regin Vágadal ein av teimum, sum tók við nýggju avbjóðingini. Tá ið stjórastarvið varð lýst leyst, søkti táverandi rakstrar­ leiðarin á Strandferðsluni starvið, og hann fekk tað. – Geografiskt liggur Strand­ ferðslan helst best í Havn, men nú er politisk avgerð tikin um, at Strandferðslan skal flyta til Suðuroyar, og eg ivist ikki í, at vit fara at fáa fyritøkuna at virka væl í Suðuroy. Eg kendi umstøðurnar, áðrenn eg søkti starvið, og eg haldi, at tað er ein spennandi avbjóðing av byggja stovnin upp á nýggjum staði, sigur 37 ára gamli Regin Vágadal. Sjálvur fer hann at flyta við stovninum til Suðuroyar, men tað venda vit aftur til seinni. Viðfødd styrki Regin Vágadal gjørdist lands­ kendur í 90’unum, tá ið hann vann seg fram millum sterkastu menn í heiminum. Risin úr Føroyum kundi veruliga taka dystin upp við sterkar menn úti í heimi, og føroyingar vóru stoltir av avrikunum hjá Regini. – Eg havi altíð havt ein vissan áhuga fyri styrki. Abbi mín var tiltikin sterkur, og tá ið eg fór undir styrkisvenjing, fann eg út av, at eg kundi eisini verða við. Tú kanst venja teg góðan til eitt vist, men tú skalt eisini hava viðfødd evni, um tú skalt blíva ordliga góður til nakað. – Fyrstu tíðina royndi eg at fáa føroysku metini og kláraði at fáa fleiri av teimum í mínum vektflokki. Tað var í 1996, at eg fyrstu ferð fór við til eina kapping fyri sterkar menn. Kappingin var í Skotlandi, og eg fór sum púra óskrivað blað við til kappingina. Eg kláraði meg so væl, at eg varð boðin við til kappingina um at gerast heimsins sterkasti maður seinni sama ár, greiðir Regin frá. Kappingin um at gerast heim­ sins sterkasti maður í 1996 var hildin á Mauritius, og har stóð Regin seg væl. – Eg vann innleiðandi bólkin hjá mær, og tað kom óvart á nógv fólk. Tíverri fekk eg ein skaða í finaluni, so at eg ikki fekk ordiliga verið við til avgerandi kappingarnar. Tvey ár seinni endaði Regin sum tann sætti í røðini av sterkastu monnunum í heiminum, og tá ið hann sjálvur, saman við øðrum, skipaði fyri kappingini Atlantic Giant í Føroyum, vann hann tvær av hesum kappingum – og einu ferðina var tað millum annað ímóti heimsins sterkasta manni. Trupult uttan stuðul Regin Vágadal gjørdist nógv við at kappast um styrki í seks ár, men tá ið hann var komin inn í 2002, var hugurin til at venja nógv og kappast minkaður so nógv, at hann valdi at gevast. – Tað kravdi sera nógva tíð at halda seg í góðum formi, Regin um tónleik Mær dámar væl tónleik, og eg lurti nógv eftir tónleiki. Tað skal bara ikki verða harður rockur. Eg havi spælt nógv harmonikku. Fyrstu ferð, eg spældi alment, var til 50 ára føðingardagin hjá mammu míni, og eg havi eisini spælt í øðrum samanhangi. Seinnu árini havi eg spælt millum lítið og einki. Regin um politikk Í mínum starvi skal man ansa sær við at úttala seg um politikk. Eg havi ongantíð havt stórvegis áhuga fyri politikki sum so ­ tað hava so nógv onnur, og tað lati eg tey um. Sum stjóri á Strandferðsluni má eg vera meir tilvitaður um ikki at hava politiskar meiningar alment. Sterki maðurin set – Eg skuldi hava eina vissa tyngd fyri at kunna kappast við hinar sterku menni­ nar, so eg mátti eta fyri at viga nógv. Vónandi verður tað ikki neyðugt í hesum nýggja starvinum hjá mær, sigur Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni. Hann flytir við stovninum til Suðuroyar at búgva Samrøða Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo