fríggjadagur 8. juni 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 108 - 8. juni 2007
Arbeiðsgevarar hava
ikki loyvi at njósnast
um starvsfólk fyri at
vita, hvat tey brúka
internetið og tele
fonina til á arbeiðs
plássinum. Kortini
hava fleiri føroyskir
arbeiðsgevarar biðið
um loyvi til hetta
Big Brother
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Ert tú ein av teimum, sum
hevur ein stjóra, ið gongur í
njósnast í øllum, tú ger?
So kanst tú róliga melda
stjóran til løgregluna.
Tað er nevniliga ólógligt
av arbeiðsgevarum at njósn
ast um starvsfólk – eisini í
arbeiðstíðini.
Tað er enntá brot á sjálvan
mannarættindasáttmálan
hjá ST.
Í takt við tøkniliga fram
burðin, veksur eisini áhugin
hjá arbeiðsgevarum at hava
eftirlit við, hvat starvsfólk
havast at í arbeiðstíðini.
Í dag fer ein stórur partur
av arbeiðsdegnum hjá starvs
fólkunum á nógvum arbeiðs
plássum frammanfyri teld
una og tað veksur eisini um
áhugan hjá arbeiðsgevarun
um at fylgja við, internet
nýtsluni hjá starvsfólkunum.
Tað eru stjórar, sum
fegnir vilja sleppa at fylgja
við, hvørjar heimasíður,
starvsfólkið vitjar og hvønn,
tey senda teldubrøv til og
hvørjum, tey fáa teldubrøv
frá,
sigur
Ingunn
Eiriksdóttir,
stjóri
á
Dátueftirlitinum.
Í dagsins hátøkniliga sam
felag er tað eisini barnamat
ur at skráseta, hvørji telefon
nummur, ein hevur samband
við og tað eru eisini arbeiðs
gevarar, sum fella fyri freist
ingini at njósnast eftir, hvønn
starvsfólk ringja til í arbeiðs
tíðini og hvør ringir til tey.
Hetta er eisini ólógligt,
staðfestir stjórin í Dátueftir
litinum.
Ingunn Eiriksdóttir sigur,
at Dátueftirlitið hevur fingið
fleiri umsóknir frá arbeiðs
gevarum, sum vilja hava
innlit í telefonnýtsluna hjá
starvsfólki, tí teir hava ill
gruna um, at telefonin
verður brúkt til privat ørindi
í arbeiðstíðini og at teir av tí
sama koma undir størri tele
fonrokning enn neyðugt.
Men hesar umsóknirnar
eru allar afturvístar, tí treyt
irnar fyri at fáa innlit í tele
fonlistarnar hjá starvsfólki,
hava ikki verið til staðar.
Hon leggur kortini aftur
at, at í onkrum førum hevur
Dátueftirlitið givið loyvi til
innlit í telefonskráseting.
Ein orsøk til at loyvini eru
givin, er, at upplýsingarnir
skulu brúkast til próvførslu í
rættarmálum í sambandi við
ymsar kanningar hjá løg
regluni.
Ingunn Eiriksdóttir sigur,
at í Føroyum eru strangar
reglar fyri, nær arbeiðsgevar
in hevur loyvi at kanna eftir
nýtsluni av interneti, teldu
posti og telefon hjá starvs
fólkum.
Brot á mannarættindi
Dátueftirlitið hevur akkurát
verið á ráðstevnu í Bergen
saman við Dátueftirlitunum
í hinum Norðanlondunum.
Har fingu vit at vita, at
tað er enntá brot á sjálvan
mannarættindasáttmálan
hjá ST, at stjórar eftirkanna
nýtsluna hjá starvsfólki av
internetinum, telduposti og
telefon eisini tá ið talan er
um nýtsluna í arbeiðstíðini.
Ingunn Eiriksdóttir sigur,
at á ráðstevnuni fingu tey
innlit í ein dóm, sum manna
rættindadómstólurin feldi í
apríl í ár, har ein kona í Wal
es hevði meldað stjóran fyri
at lúra í hvørjar heimasíður
hon vitjaði á internetinum.
Stjórin hevði eisini eftir
kannað, hvønn hon sam
skifti við umvegis teldupost
og telefon, tí hann hevði ill
gruna um, at hon brúkti teld
una og telefonina hjá arbeiðs
gevaranum
í
privatum
ørindum.
Niðurstøðan hjá dómstól
inum var, at tað er brot á
mannarættindini,
tá
ið
stjórar taka slík stig mótveg
is starvsfólki.
Mannarættindadómstól
urin sigur, at eisini nýtslan
av interneti, telduposti og
telefon á arbeiðsplássinum,
er fevnt av hugtakinum um
privatlív í grein átta í mann
arættindasáttmálanum.
Stjórin á Dátueftirlitinum
vísir á, at hesin dómurin
hevur áhuga í Føroyum, tí
mannarættindasáttmálin er
eisini í gildi her.
Kortini ber tað til undir
heilt ávísum treytum at eftir
kanna telduog telefonnýtsl
una hjá starvsfólki.
Er spurningurin um at
eftirkanna telefonnýtsluna
hjá starvsfólki, skal loyvi
altíð fáast til vega frá Dátu
eftirlitinum.
Er talan um at kanna nýtsl
una av internetinum og teldu
posti, er ikki altíð neyðugt
við loyvi frá Dátueftir
litinum.
Men arbeiðsgevarin skal
framvegis hava ógvuliga
góðar orsøkir til at gera tað.
Tað er sostatt ikki nokk, at
stjórin vil kanna eftir, um
internetið og telduposturin
verður brúkt í privatum
ørindum.
Orsøkirnar til at kanna
internetið og teldupostin
hjá starvsfólki skal viga
tyngri enn rætturin hjá
starvsfólki til privatlív, so
tað skal rættiliga nógv til.
Enn hevur Dátueftirlitið
ongi dømi um hetta í Føroy
um, so hvørjar linjur verða
lagdar er fyri slíkum virk
semi, er ikki heilt greitt enn,
sigur Ingunn Eiriksdóttir.
Tað fáa vit ikki lagt
støðið fyri, fyrrenn vit fáa
eitt ítøkiligt mál. Men tað
er í øllum førum greitt, at
tað skal meiri til enn ein
vanligur illgruni um mis
nýtslu, leggur hon afturat.
Og undir øllum umstøðum
skal starvsfólkið hava tað at
vita frammanundan.
Ingunn Eiriksdóttir sigur,
at aðrastaðni eru prógv av
hesum slagi, sum eru fingin
til vega ólógliga burturvíst
í rættinum í sakarmálum
ímillum
starvsfólk
og
arbeiðsgevara.
Starvsfólk við GPS
Ingunn Eiriksdóttir sigur, at
á ráðstevnuni í Bergen fingu
tey eisini at vita, at nýggj
asta rákið innan hetta økið,
er, at fyritøkur eru farnar at
fylgja
við
starvsfólki
umvegis GPSskipanina.
Fyritøkur seta GPSara
í bilar hjá fyritøkuni og sita
so heima á skrivstovuni og
fylgja við, hvar bilar starvs
fólk eru stødd.
Ingunn Eiriksdóttir hevur
ikki hoyrt um hetta í Føroy
um, men í øðrum norður
londum vindur hetta upp á
seg. Ikki minst í Svøríki er
hetta rættiliga vanligt.
Í Svøríki hava tey gjørt
reglar fyri, nær hetta er
loyvt og tær treytirnar skulu
lúkast. Eitt nú hava tey ásett
í Svøríki, at er endamálið at
effektivisera raksturin, er
tað ílagi at fylgja við bilum
hjá fyritøkuni og starvsfólki
umvegis GPS, sigur Ingunn
Eiriksdóttir.
Hon veit tó onki dømi
um, at føroyskar fyritøkur
brúka hesa mannagongdina
fyri at kanna eftir, hvar
starvsfólk og bilar hjá fyri
tøkuni eru stødd.
Men tað er helst bara ein
spurningur um tíð, áðrenn
hetta kemur hendavegin
eisini....
Boys in a Band á Roskilde
Tað er í samstarvi við danska Beatbox Booking, at Boys in a
Band spæla á Pavillion pallinum á Roskilde Festivalinum
leygardagin 7. juli. Tað er G!Festivalurin, sum á heimasíðu síni
ber tíðindini. Boys in a Band eru eftir met stutta tíð vorðnir, ein
tann best umtókti bólkurin og spennandi bólkurin í Føroyum.
Vit eru ótrúliga glaðir fyri møguleikan og klára nóg illa at bíða,
sigur Pætur Zachariassen, sangari og gittarleikari í Boys in a
Band við gfestival.fo. Hann sigur somuleiðis, at teir nú prenta
demofløgur og flogseðlar, soleiðis at teir eru klárir.
Eingin sendimaður
Hóast umsóknarfreistin var úti í februar, so er enn eingin
føroyskur sendimaður settur í Reykjavík. Sambært Útvarpinum,
so komu 15 umsóknir inn áðrenn 26. februar, sum var
evstamark. Og seinni komu einar tvær ella tríggjar afturat.
Fimm umsøkjarar eru valdir burturúr, men enn er so eingin
teirra settur í starvið. Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri,
sigur við Útvarpið, at tað hevur tarnað setanini, at tað eina tíð
ikki var púra greitt, hvat slag av sendistovu talan er um. Hon
leggur tó afturat, hetta nú er greitt, og at starvið verður sett
fyrsta dagin.
Ólógligt at
lúra eftir
starvsfólki
Dátueftirlitið hevur fingið fleiri umsóknir frá arbeiðsgevarum, sum vilja sleppa at kanna
eftir, hvønn starvsfólk tosa í telefon við í arbeiðstíðini, sigur Ingunnn Eiriksdóttir, stjóri á
Dátueftirlitinum, sum situr við telduna. Aftanfyri hana stendur Rannvá Sólheim, sum er
løgfrøðingur á Dátueftirlitinum. Tær báðar hava akkurát verið á ráðstevnuni í Bergen, har tey
fingu mangt áhugavert at vita um, hvørji rættindi arbeiðsgevarar hava at kanna nýtsluna hjá
starvsfólki av interneti og telduposti