Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 • 8. juni 2007 Vikuskifti 7 og eg kundi ikki hava nakað fulltíðarstarv við síðuna av hesum. Eg mátti tí hava góðar stuðlar, og tað hevði eg eisini fyrstu árini. Men tað gjørdist truplari at fáa nóg mikið at stuðli, og tað ávirkaði hugin hjá mær. – Tá ið motivatiónin er farin, so nyttar einki at halda fram, og eg var komin hartil, at eg var ikki líka svangur eftir at kappast, sum eg hevði verið, og eg var eitt sindur ørkymlaður av, at eg ikki kundi fáa neyðuga stuðulin til at venja og kappast, sigur Regin Vágadal. Hóast tað eru fleiri ár liðin, síðani Regin gavst at kappast við hinar sterku menninar í heiminum, hava teir ikki gloymt hann heilt enn. – Eg má siga, at eg fylgi ikki líka væl við í teirra kappingum longur, men eg havi framvegis samband við fleiri av teimum. Tað var ein sera góð tíð, og eg fekk nógv góð upplivilsi burturúr. Tað var stuttligt at sleppa til onnur lond at kappast, uppliva aðra mentan og hitta nógv ymisk fólk. Eg fekk eisini handilsligar royndir av kappingunum, sum eg skipaði fyri, og tær royndirnar kann eg framvegis brúka til nakað. Framvegis tann sterki maðurin Regin Vágadal hevur ikki vant miðvíst seinnu árini, men hann heldur seg framvegis í gongd. – Eg venji eitt sindur, men nú er tað mest fyri at sleppa av við nøkur kilo, sigur hann. Og hann vigar munandi minni, enn hann gjørdi, tá ið hann varð upp á tað størsta sum ein av heimsins sterkastu monnum. Tá kundi tað koma fyri, at fólk, sum vóru farin í SMS at fáa sær ein bita, sóu Regin koma við tveimum rokaðum tallerkum av mati. – Eg skuldi hava eina vissa tyngd fyri at kunna kappast við hinar sterku menninar, so eg mátti eta fyri at viga nógv. Vónandi verður tað ikki neyðugt í hesum nýggja starvinum hjá mær. Hóast tað eru liðin fleiri ár, síðani Regin gavst at kappast, so minnast fólk framvegis hansara avrik. – Eg sleppi ikki undan, at eg var tann sterki maðurin, og tað kemur helst at forfylgja mær í nógv ár afturat. Tað er ein eingin trupulleiki hjá mær, og bakgrundin sum tann sterki maðurin er ofta ein góður og positivur innfallsvinkul til til dømis fundir ella samrøður við fólk, sigur hann. Á brúnni á SL Í februar mánaði í 2002 fór Regin Vágadal í starv á Strandferðsluni. Fyrsta uppgávan hjá honum var at samskipa dagligu ferðsluna hjá stovninum. Árið eftir gjørdist hann rakstrarleiðari, og tað hevur Regin um fartelefonir Fartelefonin er eitt fínt amboð, men hon kann eisini verða stressandi. Eg royni at leggja telefonina frá mær onkuntíð, men tað er ikki so lætt at gera í einum stjórastarvi. Fartelefonin er eisini góð at brúka til kalendara, men eg havi valt ikki at taka ímóti teldupostum á fartelefonini – man skal duga at siga »her til og ikki longur« Regin um veðrið Ringt veður kann ávirka arbeiðsdagin hjá okkum á Strandferðsluni, men eg verði ikki harðast raktur, tí onnur góð fólk taka sær av broytingum og avlýsingum. Tað er deiligt at hava gott veður, men arbeiðsdagurin kann verða eitt sindur strævnari í góðum summarveðri. Áhugin at arbeiða er ofta størri um veturin. ir nýggja kós ➘ – Tað kann sjálvandi verða neyðugt hjá einum stjóra at taka avgerðir sjálvur og geva harraboð, men tað geri eg ikki uttan, at tað er neyðugt, sigur Regin Vágadal, stjóri á Strandferðsluni. Mynd: Jens Kristian Vang