fríggjadagur 8. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 108 - 8. juni 2007
Fleiri og fleiri ser
frøðingar mæla
føroyingum til at
ogna sær partabrøv
í Føroya Banka. Við
fráboðaða kursinum
metir Jan Otto Holm,
íløgustjóri í Kaup
thing Bank, at ein
íløga í Føroya Banka
kann gerast lønandi
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Spurnartekin hevur verið
sett við, um kursurin fyri
partabrøvini í Føroya Banka
er ov lágur í mun til virðið
og vinningsmøguleikarnar
hjá
bankanum.
Svenski
Handelsbanken, sum hevur
verið ráðgevi hjá Fíggingar
grunninum frá 1992 hevur
ásett kursin til millum 162
og 189, og hetta er gjørt út
frá einari meting av mark
naðaráhuganum, og kursin
um á líknandi fyritøkum.
Áhugin millum íleggjarar
tykist ógvuliga stórur fyri
partabrøvunum í Føroya
Banka, og sambært óheftum
serfrøðingum verður rátt
fólki til, at ogna sær lut í
bankanum, tí nógv bendir í
løtuni á, at hetta er ein góð
ur handil.
Danski
serfrøðingurin
Bjarne Jensen mælti í
útvarpinum fyrr í vikuni fól
ki til, at keypa partabrøv í
føroyska bankanum, og nú
ger Kaupthing Bank tað
sama.
Út frá teirri meting, at
bankin megnar ta renting
av eginognini, sum hann
hevur sett sær fyri, liggur
kursurin neyvt á ovara setta
virðinum, tað vil siga á 190,
sigur Jan Otto Holm, íløgu
stjóri hjá Kaupthing Bank.
Júst rentingin av eginognini
er altavgerandi fyri kurs
gongdina tá Føroya Banki
er skrásettur.
Úrslitið fyri fyrsta árs
fjórðing í ár vísir eitt væl
betri úrslit enn fyri sama tíð
arskeið í fjør. Og tað er á
sín hátt áhugavert, tí gerst
rentingin
av
eginognini
tann sama í 2007 sum í
2006 hevði tað bent á ein
kurs omanfyri 200, heilt
nágreiniligt 223.
Hetta úrslitið skal tó tak
ast við einum ávísum fyri
varni, tí ein munandi partur
av góða 2006 úrslitinum
stavar frá afturføringum av
burturleggingum. Tað merk
ir, at úrslitið í ár í størri
mun skal fáast til vega við
vanligum virksemi, sigur
Jan Otto Holm.
Sunnur marknaður
Alt bendir á ein sera stóran
áhuga fyri partabrøvunum í
Føroya Banka, og tí bendir
eisini nógv á, at talan verður
um eina yvirtekning. Hetta
fer so aftur at merkja, at
kursurin fer at liggja í ovara
enda av tí fráboðaða, tað vil
siga helst uppi á 189.
Men verður talan um yvir
tekning merkir tað eisini, at
tað helst verða fleiri áhugað,
sum ikki fá nøkur partabrøv,
og tí er hugsandi, at hesi
fara á marknaðin at keypa,
eftir at tekningin er av. Og
tað fer alt annað líka at trýs
ta kursin upp soleiðis, at
tey, sum fáa fatur á nøkrum
partabrøvum til kurs 189,
fáar dagar seinni kunnu sel
ja aftur til ein munandi hæg
ri kurs. Tey kunnu altso
gera ein skjótan og góðan
handil.
Nú eru nakrir danskir
íleggjarabankar, sum ávara
móti
partabrøvum,
og
summir mæla beinleiðis til
at partabrævaeigarar sleppa
sær av við síni donsku parta
brøv. Men Jan Otto Holm
metir, at enn er ov tíðliga at
geva hesi boð.
Tað fer neyvan at ávirka
søluna av partabrøvum í
Føroya Banka. Møguliga
kann hugsast, at hetta fer at
føra til eitt ávíst varni mill
um danskar íleggjarar at
keypa partabrøv, men mark
naðurin er í løtuni sunnur,
og tær hækkingar, vit síggja
í kursunum, eru í stóran
mun tengdar at øktum vinn
ingi hjá respektivu fyritøku
num, sigur íløgustjórin hjá
Kaupthing Bank.
Partabrævakursir
hava
verið í einari støðugari
hækkan seinastu longu tíð
ina. Eitt »dykk« var í kurs
unum síðst í februar, men
hetta hevur marknaðurin
rættað upp aftur, og tey
sveiggj, sum síggjast í kurs
unum, er fyri tað mesta tað,
sum á fakmálinum verður
nevnt fyri korrektiónir.
Kursurin á partabrøvunum
í Føroya Banka er sum
nevnt settur til millum 162
og 189. Tað merkir, at hann
ikki í samband við tekning
ina kann fara upp um 189.
Og hetta merkir so aftur, at
alt bendir á, at keyp av
partabrøvum í Føroya Ban
ka er ein góð íløga.
Mæla til at keypa parta
brøv í Føroya Banka
AP lækk
ar á børs
inum
Kursurin á
partabrøvum í
Atlantic Petrolium
lækkaði heili 15%,
tá børsurin læt upp
í morgun
PARTABRØV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Føroyska
oljufelagið
Atlantic Petrolium boð
aði í gjár frá, at teir gevast
við eini royndarboring í
Norðsjónum. Hetta er
helst orsøkin til, at kurs
urin á partabrøvunum í
morgun lækkaði 15%, tá
børsurin læt upp.
Seinni
stabiliseraði
kursurin seg tó, og fór frá
900 upp á 920 fyrrapartin.
Talan er sostatt um eina
lækking upp á 12,8%.
Kursurin á partabrøv
unum í Atlantic Petrolium
hevur tó verið lækkandi í
meiri enn eina viku. Týs
dagin í síðstu viku var
kursurin heilt uppi á
1499, meðan hann altso í
morgun var komin niður
á 920.
Við lækkingini í morg
un svarar samlaða kurs
fallið seinastu dagarnar
til eitt fall upp á 38%.
Borgarstjóri í Kjøllefjord
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, og ment
anarleiðarin, Dávur Winther, eru umboðaðir á sjómanna
døgunum í Kjøllefjord í Noregi. Teir fara at kunna um
Klaksvík, fiskivinnu, mentan og sjómannadagarnar í
Klaksvík. Hetta verður gjørt fyri býráðnum í Kjøllefjord
og fyrireikarunum av fiskivinnuráðstevnuni har, umframt
fyrireikarum av “Fiskeridagene”, sum tey kalla tað har.
Oliver Joensen frá Føroya Sjómannadegi er eisini við í
ferðalagnum, og tað sama eru Ólavur Poulsen og John
Havn, ið eru ávíkavist heimsmeistari og føroyameistari í
egning. Leygardagin fara teir at kappast við norðmenn í
egning.
Vatn og ljós í Hest
Eftir áheitan frá Hestfólki er vatn og ljós nú lagt til
flótibrýrnar í bátahylinum í Hesti. Málið varð reist í
staðbundnu nevndini fyri Hest og Koltur við áheitan á
havnanevndina um at seta pening av til arbeiðið, og hetta
er nú gjørt. Á fundi í komandi viku fer Havnanevndin hjá
Tórshavnar kommunu at viðgera eitt mál um ábøtur á
lendingarviðurskiftini í Koltri. Talan er um eitt rímiliga
umfatandi arbeiði, sigur Leivur Hansen, formaður í
havnanevndini, sambært heimsíðuni hjá Tórshavnar
kommunu.
Jan Otto Holm, leiðari, Jákup Petur Bærentsen
og Hans Albert Hansen á Kaupthing Markets
Mynd: Jens Kristian Vang