fríggjadagur 8. juni 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 108 • 8. juni 2007
Regin um fótbólt
Eg eri HB’ari. Men eg má helst
venja meg við eisini at halda við
Suðuroyarliðunum, nú eg fari suður
har at búgva. Eg havi spælt eitt sindur
fótbólt – sum málmaður – og mær dámar
framvegis væl at spæla innandurafótbólt.
Regin um modellflúgvarar
Í fjør keypti eg, saman við beiggja mínum, ein modellflúgvara,
og tað hevur verið eitt hobby hjá mær síðani. Mær dámar væl
at fara út við flúgvaranum, tí tað er avstressandi. Nú eg flyti til
Suðuroyar, má eg finna mær onkra nýggja alliansu har suðuri,
men eg veit ikki, um nakar flýgur við modellflúgvara í Suðuroy.
hann verið til nú, hann er blivin
stjóri á Strandferðsluni.
– Lívið er fult av tilvild, og tað
var rættiliga tilvildarligt, at eg av
fyrstan tíð kom á Strandferðsluna
at arbeiða. Mær hevur tó dámt
sera væl her, og tí havi eg verði
her síðani. Hetta hevur verið ein
spennandi og lærurík tíð, og tað
er ein stór avbjóðing at verða
stjóri á Strandferðsluni – ikki
minst tú stovnurin skal flyta.
– Á Strandferðsluni hevur tú
samband við sera nógv fólk og
fyritøkur, og sum stjóri mást tú
duga at umstilla teg til ymiskar
samtalur við ymisk fólk. Eg er
eitt kappingarmenniskja, og mær
dámar væl stórar og spennandi
uppgávur, so hetta passar mær
sera væl, sigur Regin Vágadal.
Hann er sostatt ein av teimum,
sum heldur fram at arbeiða á
Strandferðsluni, hóast stovnurin
við ársskiftið flytir til Suðuroyar.
– Umleið ein triðingur av
starvsfólkunum eru farin, og
onnur eru komin í staðin. Vit hava
tíverri mist nógv góð fólk, men
tíbetur hava vit eisini fingið nógv
góð fólk í teirra stað.
Flytir sjálvur til
Suðuroyar
Regin Vágadal ætlar sær ikki
at pendla úr Havn til arbeiðis
á Strandferðsluni í Suðuroy.
Hóast Smyril er ein góð ferja, og
siglingartíðin nú bert er slakar
tveir tímar, so rykkir Regin telt
pelarnar upp í Havn og fer til
Suðuroyar at búgva.
– Íbúðin hjá mær stendur til
sølu, og um eg fái nóg mikið fyri
hana, selji eg hana. Í øllum førum
flyti eg til Suðuroyar at búgva,
sigur hann.
– Eg havi ikki familju sjálvur,
og tí er tað lættari hjá mær at
flyta soleiðis. Eg havi fyrst og
fremst meg sjálvan at hugsa
um, og hóast eg ongantíð havi
ímyndað mær, at eg skuldi fara
til Suðuroyar at búgva, so eri eg
spentur til tað. Eg eri nokk so
líkatil, og eg trívist vanliga, har
eg eri.
– Eg kenni onkur fólk í
Suðuroy, og mær dámar væl
suðuroyingar. Fyrstu ferðinar,
tú kemur í samband við onkran
illan suðuroying, kanst tú blíva
eitt sindur kløkkur, tí teir kunnu
verða eitt sindur ógvusligir. Men
teir meina einki ilt við tað, og eg
haldi faktiskt, at teir eru herligir
og ótrúliga skemtingarsamir.
Suðuroyingar eru, eftir mínum
tykki, ikki tað fólkaslagið sum
liggur inni við tingum – teir siga
tað sum teir hava uppá hjarta, og
tað er gott, sigur Regin Vágadal.
Demokratisk leiðsla
Regin Vágadal er ikki tann harði
og sterki leiðarin, sum tekur allar
avgerðir sjálvir. Hann vil heldur
útdelegera, og legggur dent á, at
fólk fáa ábyrgd og heimildir sum
samsvara. Stalin segði, “álit er
gott, men kontroll er betur”, eg
sjálvur haldi at kontroll er gott,
men álit er betri.
– Tann gamli leiðsluhátturin
var kæfttritogretning, men
tað eru nógv ár síðani, at hann
fór í søguni. Nú snýr tað seg
um at arbeiða saman við starvs
fólkunum, hava eina demo
kratiska leiðslu og útdelegera
uppgávur. Tað passar mær sera
væl, sigur Regin Vágadal.
– Tað kann sjálvandi verða
neyðugt hjá einum stjóra at
taka avgerðir sjálvur og geva
harraboð, men tað geri eg ikki
uttan, at tað er neyðugt.
Starvið sum stjóri á Strand
ferðsluni kann verða útsett, og
bæði vanlig fólk og politikarar
hava sínar meiningar um
Strandferðsluna, men hetta
nervar ikki nýggja stjóran.
Hetta er ein partur
av stjórastarvinum á
Strandferðsluni, men og tað taki
eg sum tað kemur rørir meg ikki.
Eg toli eitt sindur av hvørjum,
og tað er ikki alt, sum eg tími at
svara til, sigur Regin Vágadal.
Navn: Regin Vágadal
Aldur: 37 ár
Bústaður: Tórshavn
Hjúnastøða: Stakur
Útbúgving: Skipsførari og merkonom
Starv: Stjóri á Strandfaraskipum Landsins
Fakta
- Eg sleppi ikki undan, at eg var tann sterki maðurin, og tað kemur helst at forfylgja mær í nógv ár afturat. Tað er
ein eingin trupulleiki hjá mær, og bakgrundin sum tann sterki maðurin er ofta ein góður innfallsvinkul til fundir ella
samrøður við fólk, sigur Regin Vágadal. Mynd: Jens Kristian Vang