fríggjadagur 8. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 108 - 8. juni 2007
Í dag fer Asfalt í
luftina. Við 46 fram
førslum verður
Tórsgøta næstu tvey
døgnini tann ment
anargøtan, ið hon
eftir ætlan skal verða.
Á skránni er bæði nýtt
og gott gamalt
AsfAlt
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Seinasta vikuskiftið byrjaði
kappróðrarárið, hetta viku
skiftið byrjar festivalárið.
Annað ár á rað verður Tórs
gøta karmur um Asfalt,
hóast skráin í ár er nakað
minnið enn í fjør, so er hug
sjónin tann sama, at vísa
eina breiða mynd av føroysk
um tónleiki í sjálvum hjart
anum í høvuðsstaðnum.
Bert føroyskt
Í mun til hinar festivalarnar
setur Asfalt føroyskar tón
leikarar og tónleikalívið
ovast á dagskránna. Og ong
in útlendskur bólkur verður
við. Asfalt er eitt átak, at
hátíðarhalda
og
stuðla
føroyska tónleikalívinum,
og virka framímóti at fáa
eitt spælistað. Bólkarnir, ið
luttaka fáa onga beinleiðis
samsýning fyri at spæla á
Asfalt, men ístaðin flytur
Asfalt eina upphædd áljóð
andi 3.000 DKK fyri hvønn
bólkin inn á eina banka
kontu, Allur peningurin, ið
fer inn á hesa kontu, skal
brúkast til at arbeiða víðari
við ætlanini um ein tón
leikamiðdepil ella spæli
stað í høvuðsstaðnum.
Henda tilgongd er somik
ið væl dámd, at 46 bólkar
hava avgjørt at luttaka á
tiltakinum, og hesir fevna
frá Tungmálms bólkum til
kristiligar trubadurar, frá
kórum til punkbólkar og frá
jassi til rokk, bert fyri at
nevna okkurt smávegis, ið
hendur á teimum fimm
pallunum.
Í ár eru tveir uttandura
pallar og tríggir innandura
pallar. Innandura pallarnir
eru í Margarinfabrikkini, í
Posthúskjallaranum og á
Meijarínum. Meðan teir
báðir uttandura pallarnir
eru ein stórur til høvuðs
nøvnini, og ein minni pallur
til ymikst annað.
At uppliva
tónleikapallin
Asfalt er eitt gylt høvi at
uppliva, hvat føroyskur tón
leikur hevur at bjóða í
løtuni. Her eru nógv nýggj
og spennandi nøvn, men
sanniliga eisini kend og
fólkakær nøvn, sosum Mart
in Joensen, Hanus G. Johan
sen, Heine Lützen, Magni
Christiansen
og
The
Dreams. Stutt sagt, hevur
Asfalt okkurt fyri øll. Frá
fyrstu tónunum hjá Jumpin’
Jack í kvøld kl. 19 til Side
Effect fara av pallinum um
trý tíðina í nátt, er alla tíð
ina tónleikur á onkrum
palli, og er okkurt sum tær
ikki dámar, ber til at fara
okkurt annað stað. Tað
sama er galdandi frá, at
Knocklebusters leggja fyri
í morgin kl. 16 til Sic enda
tiltakið onkuntíð eftir mið
nátt sunnunáttina.
Leygarmorgunin verður
eins og í fjør eitt stórt barna
tiltak, ið verður hildið á
báðum uttandura pallunum
við nógvum ymiskum á
skránni.
Føroya mest
fjølbroytta
tónleika
tiltak
Nógv hevur verið
tosað um manglandi
kvinnuligu luttøk
una á føroyska
tónleikapallinum,
og serliga í Prix Før
oyum hevur talið av
kvinnum verið sera
lágt, men á Asfalt eru
fleiri spennandi nýggj
kvinnunøvn á skránni
tónleikur
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Vit hava longu skrivað um
fleri kendar kvinnurøddir,
ið verða á Asfalt, so sum
Margretha
á
Rógvu
í
Brama, Sølva Ford í Ford
Siesta, Angelika Nielsen og
Sharon Weiss í Kvonn, og
einstaklingarnir Lív Han
sen, Guðrið Hansdóttir og
Rannvá Jacobsen.
Men trý onnur spennandi
kvinnunøvn eru Tórfríð
Tavsen, Annika Vang og
Vígdis.
Hetta
seinasta
navnið er ein tvímansbólkur
við Vígdis Fjallstein og
Árna Joensen. Vígdis byrj
aði sum ein uppgáva til ein
einfaldan sang. Hetta hevur
síðani ment seg til arbeiði
at gera eina fløgu.
Í arbeiðinum við ljóð
myndini hava tey framført
til ymisk høvi. Æltanin er at
halda fram við at gera fløgu
og at fáa tónleikin út til fleiri
áhoyrarar. Intrumenteringin
er einføld við sangi og gitt
ara, og tónleikurin er melo
diøsur og egin, tó okkurt
hissini coverlag eisini sting
ur seg upp í livehøpi.
Tórfríð
Tavsen
hevur
sungið, síðani hon var
smágenta í ymiskum kórum
og bólkum. Við sær á pall á
Asfalt 2007 hevur hon Dánj
al Tavsen, Kára Mikkelsen,
Terja Johannesen og Høgna
OleJacobsen. Tó framførir
hon eisini ofta til ymisk
høvi sum einstaklingur.
Annika Vang er eitt rættu
liga óskrivað blað á Før
oyska
Tónleikapallinum.
Hóast sín unga aldu smæðist
Annika ikki burturímillum.
Hon hevur td. spælt kon
sertir í Losjuni í Gøtu og í
Virkishúsinum í Klaksvík.
Hesar framførslur hava ver
ið sera væl móttiknar og
tað verður áhugavert at
fylgja hesi ungu tónlistar
kvinnuni í framtíðini.
Kvinnur á Asfalt
Í morgun varð arbeitt við at seta pallarnar upp í Tórsgøtu, ið komandi dagarnar verður karmur um Asfalt.
Mynd: Jens Kr. Vang
Annika Vang er eitt av nýggju kvinnunøvnunum á Asfalt
Stuðul til Lindina
Fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum hjá
Lindini eru sjálvbodnar gávur. Við víðkaða
virkseminum er tørvurin á stuðlum nógv vaksin.
Lindin hevur verið virkin í 7 ár, og í hesa tíðina er
sendinetið víðkað, fleiri starvsfólk sett, senditíðin
longd og ymiskt annað. Leygarkvøldið kl. 19 skipar
Lindin fyri einum stuðulskvøldi. Umframt at útvega
Lindini fleiri fastar stuðlar, so er eisini ætlanin at
savna pening til eina nýggja útvarpsstovu. Hetta skal
ætlandi vera triðja útvarpsstovan hjá Lindini.
Týr í Hamburg
Í dag fer Týr á pallin á risa tungmálmsfestivalinum Sweden
Rock Festival. Hesa vikuna hevur bólkurin hitað upp við
nøkrum framførslum. Mánadagin vóru teir í Hamburg. Týr
hava seinasta árið spælt nógv í Týsklandi og aðrastaðni
kring Evropa, oftast sum upphiting fyri størri tónleikanøvn.
Men tá teir vitjaðu konsertstaðið MarX í Hamburg, vóru teir
einasta navnið á skránni. Eini 5060 fólk vóru komin saman,
og sambært heimildarmanni okkara Arna List vóru øll Týr
fjepparar. – Tað er stuttligt at standa millum týskarar, sum í
fullum álvara royna at syngja tann føroyska tekstin, sum tey
kenna so væl av fløgunum, sigur Arne List.