fríggjadagur 8. juni 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti
9
skemt
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið
heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við
teimum útsagnunum, sum vit hava prentað
niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á
prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja
vit við hesum senda eina áheitan til lesarar
okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar
ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu
miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast
okkum við bæði bræv- og telduposti.
HB mist heitið?
Tá Italia bleiv føroyameistari í fjørsummar...
Dimmalætting
Tað skal eg halda við
Ein útróðrarbátur stjól í gjárkvøldið ein stuttleikabát í Danmark...
... Sambært løgregluni er talan um eina rættiliga óvanliga
framferð.
Portalurin
Hvussu mann tað rigga?
Skotlandsdysturin á Strøgnum
Portalurin
Vunnu Føroyar?
Heiðurligt tap til heimsmeistararnar
F.fo
Maður við smakki
Leif Sørensen. Navnið ljóðar sum okkurt, ið kann etast.
Vinnuvitan.fo
Afturvendandi tiltak fyrstu ferð
Talan er um tiltakið ”Vilt í Suðuroy”, sum er eitt afturvendandi
tiltak í Suðuroynni, sum altso verður í Vági fyri fyrstu ferð næsta
fríggjadag.
Suðurrás
Musikklærarnir siga, at politikkarnir
spæla falskt. Og vit sum hildu, at
politikkarar bara hugsa um STEMMIR!!
Musikklærarnir burdu fingið ein bát við undirvísingar
hølum, har teir kundu siglt ímillum oyggjarnar og
bygdirnar og givið børnunum tónleikafrálæru. Ein sokallaðan
NÓTAbát!
Politikkarnir eru DANSANDI óðir um UPPSANGIN hjá Musikklærarnum.
Nú skal PÍPAN hava eitt annað ljóð. Har er okkurt sum ikki STEMMAR!
Stuðulsfelagið hjá AB, ”Frensarnir” hava givið eitt lítið sanghefti út við
slagsangum. Sanghefti eitur ”KATTAstrofir”!
Meðan aðrar fótbóltsstjóðir tosa um ”Málmaskinur”, so hava vit á føroyska
landsliðnum eina RÓGVUmaskinu!
Í seinna hálvleiki av dystinum ímóti skotum fekk sekkjapípan eitt annað ljóð!
Hoyr John Lawton og deiggj.
Føroyingar leggja danskt LAND undir seg. Byrjað verður við Roskilde
Festivalinum.
Borandi
journalistikkur
Fjølmiðlarnir verða
áhaldandi lagdir undir bert
at vilja tekkjast fólki. Eingin
fer í dýpdina við nøkrum
sum helst, verður sagt. Tað
hava vit so valt at gera
nakað við og fara til verka
við røttu útgerðini til borandi
journalistikk.
Fyrrverandi ameri
kanski forsetin Bill
Clinton hevur úr
at gera at ferðast
kring heimin og
halda talur. Nú um
dagarnar var hann
heima í USA aftur, og
har var hann til eitt
hátíðarhald á Harvard
lærustovninum. Lagið
var gott á Clinton, og
á myndini sæst, hvat
hendi, tá ið onkur
spurdi hann, um hann
veruliga ætlar sær til
Føroya at vitja…
(Mynd: Polfoto)
– Um eg fari til Føroyar?
Stórt og smátt
um leyst og fast
Ístónleikur
Terje Isungset fekk sína søk
fyri, táið hann spældi tónleik
til eitt umhvørvistiltak í
Noregi – Melting Ice – A Hot
Topic. Terje er tónleikari, og
hann spældi á eitt trompet
líknandi ljóðføri, sum varð
gjørt úr ísi. Vónandi frystu
varrarnar ikki fastar…
(Mynd: Polfoto)
Tá tað kemur til Stykkis
Fólk fara úr Havnini í góðveðrinum og
norðureftir, og tá tað kemur til ”Stykkis”,
snara tey bara av og koyra til Leynar og fara
oman á sandin har.