Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2007 13 - Veiðutrýst, fiskastovnar, uppmáting av skipum og bátum og burðardygg , skynsom veiða… Í hesum døgum verður tos­ að nógv um toskamangul og støðuna hjá okkara fiskastovn­ um, alt meðan við framvegis siga, at okkara fiskidagaskipan er “heimsins besta” skipan. Er skipanin nú so sjálvreg­ ulerandi sum vit halda? Hvat hjálpir tað at hava eina sokallaða sjálvreguler­ andi fiskidagaskipan, um vit so ­ hóast hesa síðan 1998 ­ eru endaðir í einari støðu, har tillagingar og m.a. praksis og tulkingar av reglum og kunngerðum føra við sær, at veiðuorkan alsamt økist? Vit hava roynt at bøtt upp á støðuna síðan 2004, men tað er kanska ov seint. Eisini tað, at pelagiski flot­ in kann veiða heilt inn á bestu upsaleiðir, talar fyri seg. Er nýtti uppmátingar hátt­ urin og definitión av veiðu­ trýsti tann rætta fyri allar bólkar? Spurningurin er, um skip­ anin við uppmáting og veiðu­ orku av skipum og bátum ikki við at verða undirgrivin, og spurningurin er eisini um nýtti hátturin tann rætti?? Kanst tú útrokna veiðuorku av førum undir fiskidagaskip­ anini ­ og uppgera hesa yvir ein kamb eftir háttinum longd x breidd x dýbd x hest­ akreftir? Sjálvur meti eg ikki, at all­ ir bólkar kunnu uppgerast eins. Hygg t. d. eftir partrolarum undir skipanini ­ so má tað verða pelatrekk og spælorka, sum er avgerandi og ikki um skipið er 1­2­3 ella 20 kubikk størri ella minni. Tak garnaskipini ­ hesi hava loyvi til t. d. 1500 gørn ­ hvat hevur tað at gera við nýtta uppmátingarhátt?? Tey 1500 gørnini avgera veiðuorkuna og ikki skipið, um tað er 1 ella 2 metrar longri ella styttri. Djúpvatsntrolararnir ­ teir eru als ikki undir fiskidaga­ skipanini, men verða í veiðu­ orku roknaðir út eftir hesi ­ hetta sjálvt um teir ikki eru nevndir í kunngerðini. Her má tað sjálvandi eisini verða pelatrekk og spælorka sum er avgerandi fyri veiðu­ orku/trýst. Línuskipini ­ seta 35­ 40.000 húkar, men longd x breidd x dýbd x HK avgera veiðuorku/trýst. Pelagiski skipaflotin er økt­ ur frá vanliga at hava 3­4.000 hesta maskinorku til nú hava hava 6000 hestar og uppeftir, útgerðin er ment, umframt leingingar er framdar av fleiri av hesum skipum, ­ hvussu verða hesi roknað, tá tað um veiðutrýst og orku snýr seg?? Her fyri at nevna nakrar bólkar, sum allir eru ymiskir. Eg dugi illa at síggja, hvussu man yvir ein kamb á henda hátt kann gera ein so diversifiserðan flota upp á henda hátt í veiðutrýsti. Hetta eigur at blíva endur­ skoðað skjótast. Skipanin farin á glið? Tak t. d. trolbátar á land­ leiðini – hesir vóru uppruna­ liga smáir døllar sum vóru uppmáldir eftir “gomlu” skip­ anini, men eru nú við orsakað av BT uppmátingini og leing­ ingum blivnir til meðalstórir trolarar. Hesir hava flestir 70 fiskidagar, men dúva upp á fiskidagar, sum keypast kunnu frá ørðum bólkum seinastu 3 mð av árinum. Hetta er púra burturvið – og tó loyvt sambært ásetingu­ num í lógini. Skipini verða longd, størri skrúvu, dysu osfr. Og so koma ánarirnar og leggja trýst á politiska myndugleikan eftir meira døgum. Eftir míni metan eina sera óheppin og ikki haldbar gongd. Línuskipini eru blivin til 25 frá 18­19. Henda øking hendi øll áðrenn 110 tons skottið kom í. Hesin skipabólkur hevur sostatt eisini fingið nógv størri veiðiorku við 7 fleiri skipum, síni stødd og við 35­ 40.000 húkum hvørja setu. Hvussu nógv er t. d. inn­ flutningurin av húkum økt frá 1996 til 2006?? ella frá 2001 til 2004 t. d. – tað er eitt gott barometur yvir húka­ veiðuna. Taka vit trýstið á Føroya Banka, so er hetta fleirfaldað frá 2000 –2006 og økið er niðurfiskað orsakað av alt ov stórum veiðutrýsti hesi sein­ astu árini. Hetta heldur ikki upp á sikt. Hví fiska vit t. d. ikki meira á djúpum vatni part av árinum? – norðmenn ríka seg upp við frystilíniskipum í før­ oyskum sjóøki ár eftir ár, meðan vit stórt sæð ikki veiða har. Utróðrabátarnir sum flestir fyrr vóru vanligir “útróðra­ bátar” upp á 26­32 føtur eru nú so mikið nógv størri og effektivari við sínum fleiri hundrað hestakreftum og har­ við skjótleika at skifta frá miði til mið og eini stødd sum liggur frá kanska heldur 32 føtur og uppeftir. Mangir av hesum hava út móti somu veiðuorku, sum tey smærru línuskipini ­ er tað rætt og ráðiligt? Víst kann man siga, at streymur, veður og vindur stýra og ávirka rakstur, men at veiðu­ trýstið er økt er onki at ivast í. Partrolarirnir hava eisini somuleiðis økt munandi um sína veiðuorku við leinging­ um og nýíløgum av skipum . Hyggja vit t. d. at útskift­ ingarfrymlinum, sum er brúkt viðv teimum 8 cubatrol­ arunum, ið blivu seldir, end­ aði man við einari kvadatróts­ umrokning sum fekk “kabal­ ina” at ganga upp, so 6 skip kundu fáast inn/býtast ístaðin tey gomlu 8,­ ivaleyst tí man mixar gamlar og nýggjar regl­ ur og kunngerðir fyri at fáa kabalina at ganga upp. Hygg­ ur ein at teimum skipum, sum verða bygd og keypt ístaðin, so er lítð at ivastí, at man økir um veiðuorku. Alt hetta er ilt at skilja, alt meðan tosað verður um burð­ ardygga og skynsama veiðu. Pelagiska vinnan á sama hátt ­ har eru skip komin inn sum ídnaðarskip við ivasam­ ari motororku í mun til ork­ una á útskiftu skipunum og skuldu einans veiða til matna, men landa nú sum vanlig uppisjóvarskip bæði til matn­ að og guan. Tillaging verður tað nevnt. Leingingar og nýbyggingar hava eisini her økt um veiðu­ orku/trýst seinastu árini, ­ men her er at siga at, nú er so TAC á svartkjaftinum og kvotabýti á restini av hesum fiskasløgum, so tað forðar fyri ovurfisking, og tí hevur uppmáting onga meining sum so. Við Barentshavsflotanum er sama ger seg galdandi sum við við uppisóvarskipunum – her er kvota ásett og tískil kann reiðarin tillaga skip sítt eftir hesum treytum og ikki eigur at verða neyðugt at hyggja eftir long x breidd x dýbd x hk Tað er sjálvandi umráðandi at hava góðar arbeiðs­ og umborðumstøður fyri fiski­ vinnuna, um vit skulu halda manningarnar á skipunum, og tí er tað eisini upp á sítt pláss at hyggja at skipanini og revidera hana og rætta skeivleikarnir og menna hana. Eg ivist í, um tey kriteriu sum í løtuni áseta karmarnar fyri veiðutrýst og veiðuorku fyri vinnuna eru tey røttu ­ tí forðað verður samstundis eis­ ini fyri endurnýggjan hjá pørtum av vinnuni ­ men tað er kanska meiningin ­ ella?? viðmerkingar Lærarastørv og størv sum stuðul í Tofta skúla Hesi størv verða lýst leys til setanar frá 1. august 2007 at rokna: • 2 føst lærarastørv, fulla tíð, harav 1 vegna serligan tørv • 2 tíðaravmarkað lærarastørv, fulla tíð fyri lærara í farloyvi, lækkað tímatal og serligan tørv • 1 tíðaravmarkað lærarastarv uml. 17 t/v endaliga tímaáseting av hesum starvi verður ásett eftir 1.september 2007 • 4 tíðaravmarkað størv sum stuðul 3 størv eru 24 t/v og 1 starv er 23 t/v talan er um stuðul til næmingar, sum hava serligan tørv Skúlanum tørvar lærarar, ið kunnu átaka sær: • støddfrøði og føroyskt í framhaldsdeildini • ítrótt í grund- og framhaldsdeildini • danskt og enskt í grunddeildini • handverk og list í grund- og framhaldsdeildini • serligan tørv Vit vænta at tú: • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert fús/ur at taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum/lærugreinaøkjum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastu- mannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í løn- arflokkunum 18.1 – 27.4 Størvini sum stuðlar verða lønt sambært sátt- mála millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjar- málaráðið. Umsóknir: Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi leygardagin 23.juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini frá Maritu Dals- gaard, skúlastjóra á tlf. 447332 & 747765. Tofta skúli Heygsveg 28 · FO 650 Toftum Tlf. 447332 · fax 449532 · t-postur: tof@skulin.fo Tofta skúli hevur komandi skúlaár uml. 190 næmingar í 1. – 10.fl. og um 20 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/tof/ Er hetta bara ein floskul? Í londunum kring okkum komu kvinnurnar í stórum tali út á arbeiðsmarknaðin frá 1960’unum og frameftir. Havi ikki funnið tøl fyri Føroyar, men nakað tað sama hendi í Føroyum frá síðst í 60’unum, tá talið av arbeiðsplássum í fiskivinnuni á landi øktist í stórum. Í Danmark kom stígur í økingina av kvinnupartinum av arbeiðsmegini í 1980’unum, og er talið av kvinnum í arbeiðsstyrkini í Danmark, í mun til menn, áleið 88%. Finland hevur hægsta talið áleið 95%. Svøríki og Noreg liggja eisini hægri enn Danmark. Hvussu talið er í Føroyum, vita vit ikki, men tað er neyvan hægri enn í Danmark. (Kelda: Bør­ sens nyhedsmagasin 10. mai 2007). Í Danmark eins og í Føroy­ um er full ferð á búskapinum, tosað verður dúgliga um, hvussu ein kann økja arbeiðs­ tyrkina fyri at fáa framhald­ andi búskaparvøkstur. Tosað verður um at fáa innflytarnar í arbeiði og við at flyta inn fremmanda arbeiðsmegi. Í Føroyum er arbeiðsloysi metlágt, og tjakið um fremmanda arbeiðsmegi er eisini ovarlaga á breddanum. Er tað so í Føroyum, at 8% færri kvinnur enn menn eru í arbeiðið (hetta er lutfallið í Danmark) so loysir tað seg at hugsa um, hvørjar skipannir á arbeiðsmarknaðinum skulu bøtast fyri at fáa fleiri kvinn­ ur út á arbeiðsmarknaðin. At hetta loysir seg í øktari vælferð er eisini prógvað. Í USA er lutfallið tað sama sum í Danmark, har hava búskaparfrøðingar rokna út, at kom kvinnuparturin á arbeiðsmarknaðinum á hædd við mennirnar vildi hetta við­ ført ein vøkstur í BTÚ í USA á 9%, fyri ES­økið hevði vøksturin verið 13% og í Jap­ an 16%. Siga vit, at búskapar­ vøksturin í Føroyum hevði ligið onkustaðni millum hesi tøl, so loysir tað seg at hugsa meir fleksibult í samband við okkara arbeiðsmarknað. Spurningurin er, hvussu kunnu vit økja um okkara egnu arbeiðsstyrki, heldur enn at dúva á fremmanda arbeiðsmegi við teimum trup­ ulleikum, ið tað viðførir. Tað skuldi verið eyðsæð, at lættari er at gagnnýta okkara egna tilfeingi fyrst. Skulu fleiri kvinnur út á arbeiðsmarknaðin, so má tað gerast hugaligt at fara til arbeiðis, og har er tað ikki nokk bert at hugsa um lønar­ krónur. Barnaansingin skal vera góð, fyri ikki at tala um til at fáa. Hon skal vera bílig og fleksibul, tað vil siga taka hædd fyri skiftandi arbeiðs­ tíðum. Barsilsskipanin skal vera góð, og foreldur skulu hava umsorgannardagar, so tey kunnu vera heima hjá sjúkum børnum og aðrar tíðir við uttan ampa og fíggjarmiss. Ynskja vit ein rúmligan ar­ beiðsmarknað, skal ein heilt nýhugsandi familju­ og arbeiðsmarknaðarpolitikkur til. Ikki minst mugu korini hjá einligum forsyrgjarum broytast grundleggjandi. Hetta er nakað, ið bæði land, kommunnur og arbeiðsmarkn­ aðurin áttu at hugsa um. Vit síggja í hvussu so er við hes­ um tølum, at tað loysir seg bæði í krónum og oyrum og um vit veruliga ynskja økta vælferð til øll. http://heima.olivant.fo/~eydgunn Løgtingsmaður Johan Dahl Gangnýta vit alt tilfeingi er møguleiki fyri búskaparvøkstri Forkvinna í Demokratia Eyðgunn SamuElSEn