Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 • 8. juni 2007 Vikuskifti 12 Sløkkiliðini í Sørvági, Mið­ vági, Sanda­ vági, Vest­ manna og Kvívík sluppu rættiliga í eldin týskvøldið Slættanes: Tað tóktist vera so óveruligt, men kortini var tað eina roynd vert: Um seks-tíðina týskvøldið varð nevniliga boðað frá eldi í einum sethúsum í tí annars fólkatómu og friðarligu bygdini, Slættanes. Her var talan um eini søgulig hús, tí hetta var tann gamli skúlin og staðið, sum tey áður hildu gudstænastur í. So her ráddi um at bera skjótt at. Ikki nokk við hesum, tí boðað varð eisini frá at tríggir mans vóru komnir so álvarsligt til skaða, at neyðugt var at flyta teir á Landssjúkrahúsið í Havn við tyrluni hjá Atlantsflogi. Samstundis sum alt hetta gongur fyri seg á Slættanesi, verður boðað frá tveimum øðrum álvarsligum hendingum á Streymoyarlandinum: Ein ferðsluvanlukka á Vestmanna- vegnum og einum eldsbruna í barnagarðinum í Kvívík. Ein óverulig støða, sum lættliga kundi verðið veruleiki! Neyðug tilbúgving Hetta var tíbetur bert ein roynd, men sløkkiliðsmenninir úr øllum bygdum í Vágum vóru skjótir á staðið. Serbygdir bátar syrgdu fyri, at bæði útgerð og menn komu at lendingini í Slættanesi. Stórur spenningur var, hvørt pumpurnar mundu megna at fáa sjógvin heilt niðan til húsini, har eldur var í. Tíbetur eydnaðist hetta til fulnar, og tað eydnaðist somu- leiðis at fáa teir tríggjar menninar fluttar avstað við tyrluni, hóast tað var rættiliga tjúkt í mjørka á Slættanesi hesa løtuna. Aftaná kundu sløkkilðsmenn, leiðarar teirra. borgarstjórarnir í teimum fimm kommununum og øll hini, ið vóru við í venjingini, staðfesta at henda royndin hevði verið royndina vert. – Vit tosa so nógv um tilbúgving. Men tað er eisini týdningarmikið at finna fram til, um hon virkar – og hvussu hon virkar, sum tikið varð til. Myndirnar hjá myndamanni okkara – Jens Kristian – munnu tala fyri seg. Eldur í sethúsum Tilbúgving Snorri Bend snorri@sosialurin.fo Sløkkiliðsmenn úr Vágum rigga til á støðni í Slættanesi. Eitt er at hava góða sløkkiliðsútgerð – nú skal vísast um hon riggar Sjáldsamur gestur á Slættanesi. Men uttan tyrluna bar ikki til at fáa sjúklingarnar undir læknahond í tøkum tíma Hóast tað sær veruligt út, er bert talan um eina roynd, tá boðað varð frá eldi í einum sethúsum á Slættanesi