fríggjadagur 8. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 108 - 8. juni 2007
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Til myndina »Tíðarmynd
frá 30-unum« sum var í
blaðnum seinasta vikuskifti,
hava vit fingið hesar við-
merkingar
frá
einum
lesara:
Vit hava eina upplýsing,
um myndina »Tíðarmynd
frá 30-unum« í sosialinum
nr. 103.
Frá einum lesara hava
vit fingið at vita, at konan
til høgru á myndini æt Elsa
Jacobina Carlsen, fødd
7.11.1854. Hon var yngsta
døttur Huldukarl, sum búði
í
Bringsnagøtu,
yvirav
Pæsastovu. Hon arbeiddi
fiskaarbeiði hjá Evensen.
Í fólkateljingini frá 1911
býr hon í Tróndargøtu, har
sum »Skarv« er. Hon búði
eisini í Funningstovu. For-
eldur hennara vóru Carl
Frederik Joen-Petersen, f.
1812 og Susanna Sybilla,
fødd Thomasdatter, av Velba-
stað, vanliga rópt Billa.
1815.
Tey vóru fýra systkin:
Maren Sofie, g.v. Niklas á
Kák, Andriassen (mamma
Andrias Andriassen), Anne
Frederikke (g.v. Vágaheina,
Heina Johansen, úr Sanda-
vági), Julianna (doyði ung,
um 30 ár, um ár 1880), og
Elsa Jacobina Carlsen.
Um onkur veit meira um
hesa myndina, ella hevur
okkurt at viðmerkja, er við-
komandi vælkomin at kon-
takta Annfinn Danielsen,
sum eigur myndina, á tele-
fon: 224124.
Elsa Carlsen ístaðin fyri Isaksen
Meta Danielsen, Ida
Didriksen, og Elsa
Carlsen
Føðingar
Eg eiti Dávid og eri føddur 24. juni 2006 í suður
Korea. Mamma mín og pápi mín fingu meg 2. mai
2007, tey eita Jóna og Dánjal Jóhan Thomsen og vit
búgva í Havn.
22 mai fingu Jóna Hansen og Jesper D. Christoffersen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3550 gr.
28. mai fingu Jonna Berg og Jens O. Erlingsson,
Hvalba, ein son. Hann var 48 cm langur og vigaði
2710 gr.
30. mai fingu Maria Smith og Uni K. Petersen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3400 gr.
30. mai fingu Marjun og Høgni Sloan Justesen,
Kvívík, ein son. Hann var 58 cm langur og vigaði
4050 gr.
30. mei fingu Súsanna Bæk Troelsen og Henning
Troelsen, Fredericia, eina dóttur. Hon vigaði 3580 g
og var 53 cm.
31. mai fingu Jona Madsen og Marius Joensen,
Norðskála, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3800 gr.
31. mai fingu Tórun við Óságarð og Tórarin Hentze,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4100 gr.
31. mai fingu Anna Maria og Jóannes M. Hansen,
Argjum, ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði
3100 gr.
31. mai fingu Klara og Petur Martin Solmunde,
Klaksvík, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði
3700 gr.
1. juni fingu Maj-Britt Hansen og Ólavur Weihe,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
4200 gr.
1. juni fingu Elin Mouritsen og Jens Martin Lamhauge,
ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3800 gr.
2. juni fingu Pernille og Signar Heinesen, Signabø,
eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3950 gr.
3. juni fingu Gunnvør Joensen og Magnus Norðberg á
Fosterhill hospital í Aberdeen, ein son. Hann var 52
cm langur og vigaði 3770 gr.
4. juni fingu Beinta og Magni Simonsen, Vatnsoyrum,
eina dóttur. Hon var 49 cm long og vigaði 2850 gr.
5. juni fingu Erla L. og Dánjal í Húsinum, Kollafirði,
ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 4750 gr.
Leygardagin 9. juni verður Hans Vil-
helm Danielsen 60 ár. Hans Vilhelm
er ættaður av Húsum.
Foreldur hansara vóru Annia og
Dánjal Danielsen. Annia var fyrst gift
við Sigmundi Niclassen úr Kunoy.
Men hann doyði heilt ungur av tuberkl-
um, og Annia sat einkja bert 20 ára
gomul við tveimum børnum, Hannefíu
og Ingvard. Annia giftust aftur við
Dánjali nøkur ár seinni, og tey fingu
trý børn, Petur, Sigrun og Hans Vil-
helm, sum er yngstur.
Í 1962 fluttu tey til av Húsum til
Klaksvíkar. Sum ungur fór Hans Vil-
helm í snikkaralæru, og hann arbeiddi
í nøkur ár hjá Tofta Karl og Dia í
Kunoy. Men hugurin hjá Hans Vilhelm
stóð til sjógvin. Hann fór til skips, og
størsta partin av sínum arbeiðslívi
hevur hann siglt við langfaratrolarum.
Hann hevur verið við Enniberg
síðan seinast í 80-unum. Tøl eru sum
vísa, at hann síðan 1992 hevur verið 47
túrur við, og dagatalið fyri hesar túrar
hevur verið ikki minni enn 3.000. So
tað kann sanniliga sigast, at Hans Vil-
helm hevur gjørt sítt fyri samfelagið.
Sum onkrir aðrir gjørdist Hans Vil-
helm í fyrsta umfari gamal drongur.
Hann fann nevniliga ikki ta røttu, fyrr
enn hann hitti Elmu Berg, og tey gift-
ust í 1987, tá hann var 40 ára gamal,
og tey búsettust í Havn. Elma átti
dóttrina Margit, sum fekk ein frálíkan
pápa í Hans Vilhelm og seinni ikki
minni frálíkan abba til son hennara,
sum eitur Dánjal, uppkallaður eftir
pápa Hans Vilhelm.
Elma er dóttir Mariu og Leif Berg í
Søldarfirði. Leif er ein partur av
søguni um Immanuel, sum er umrødd
her í blaðnum. Hann var sonur Marius
Berg og Elsu Maria, sum var dóttir
Sunnevu og Johan David Jacobsen,
sum mistu tríggjar synir við Immanuel
í 1932. Leif doyði ungur, og Maria
giftist aftur við Dáva, sum var systk-
inabarn Leif. Dávur er eisini partur
av hesi søgu, hann misti pápa og tveir
pápabeiggjar, og hann eigur sín part
av heiðrinum fyri tí, sum er komið
fram um hesa vanlukku.
Sigast kann um Hans Vilhelm og
Elmu, at tey eru sera dámlig hjún. Tey
eru bæði ættarkær, og tað eigur ikki at
verða gloymt, hvussu væl tey tóku
sær av mammubeiggja Elmu, Elias,
sum var sjúkligur alla sína tíð.
Tey eru mong, sum rokna Hans
Vilhelm sum ein góðan vin. Tað, sum
eyðkennir Hans Vilhlem, er hansara
trúfesti og støðufesti. Hann letur seg
ikki taka av fótum av einum og hvørj-
um orði. Tá hann fer til Klaksvíkar,
gongur tíðin at vitja sínar ungdómsvinir
úr Klaksvík, og fær hann ikki vitjað
teir, ringir hann. Hann er vitandi og
áhugaður í samfelagsviðurskifti, og
hann lesur nógv, ikki minst bygda-
søgu.
Hans Vilhelm hevur fingið tað stutt-
liga hugskot at halda føðingardagin í
heimbygdini Húsum. Hann metir seg
nevniliga framvegis at vera húsamann.
Dagurin verður hildin í bygdahúsinum
leygardagin frá kl. 15.30. Tað er eing-
in ivi um, at her munnu mong fara at
koma.
Frá okkum skal verða ynskt tykkum
báðum hjartaliga tillukku við tøkk
fyri vinarlag og trúfesti.
ó
Hans Vilhelm 60 ár
Hóast Hans Vilhelm var gamal drongur, tá hann giftist, gjørdist hann góður
konumaður!