fríggjadagur 8. juni 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti
14
Við
slupp
til
Lerwick
Onkur politistur, annar
prestur, ein triði arkitektur
og ein fjórði maskinmeistari.
Ymiskir vóru teir í sinn og
skinn, eisini í aldri, tí meðan
yngsti luttakarin var fyrst
í tjúgunum, var tann elsti
miðskeiðis í sekstiárunum.
Felags fyri hesar og hinar
av manningini, sum taldi 18
mans, umborð á Jóhonnu,
var, at teir hóskvøldið
18. mai stevndu í ein
landsynning móti Hetlandi.
Teir høvdu góðan byr
undan og tað tók gott og væl
eitt døgn at sigla til Lerwick.
Tíðliga leygarmorgun varð
lagt at í hetlendska høvuðs
staðnum, og tá tað ikki bleiv
loyst aftur fyrr enn sunnu
morgun, høvdu menn eina
løtu býnum. Hesa brúktu
teir millum annað til at vitja
ítróttamiðstøðina Clickiman,
og annars varð gingið hvør í
sínum lagi runt í Lerwick.
Veðrið var av tí allar
fagrasta, og tá kvøldið kom
varð grillað á dekkinum.
Hugnaligt var hetta, og var
bæði sungið og reypað.
Onkur lokalur legði eisini
leiðina framvið til eitt prát.
Seinni um kvøldið leitaðu
menn sær niðan í býin,
har teir vitjaðu í einum
dansistað. Her vísti tað seg,
at teir báðir suðuroyingarnir
Eyðun Jacobsen og Neil
Joensen spældu, og tá leið
á náttina vitjaðu hesir báðir
eisini umborð á Jóhonnu.
Hvítusunnudag stevndi
Jóhanna út úr Lerwick,
men áðrenn hon rundaði
Sunburgh Head, var skipað
fyri andakt, sum presturin í
Leirum, Ólavur Rasmussen
tók sær av.
Túrurin heim gjørdist
nakað baldrutur, og høvdu
teir eitt frískt lot ímóti sær.
Men seglini munaðu so
mikið væl, at túrurin heim
ikki var drúgvari enn niður.
2. hvítusunnukvøld legði
Jóhanna at í Vági, og 18
vælnøgdir mans komu í land,
eftir eina heldur øðrvísi
hvítusunnuhøgtíð.
Myndirnar hevur Hans Dávid
Dam tikið
Í dýrdarveðri og hvøssum
heglingsælingi varð siglt
frá Havnini til Hetlands,
tá 18 mans umborð á
Jóhonnu hildu eina øðrvísi
hvítusunnuhøgtíð
Hvítusunnuferð
Rólant Waag Dam
blaðmaður
rolant@sosialurin.fo
Vem kan segla
forutan segl?
Guðmundur Jacobsen,
maskinmaður og Hans
í Líðini, skipari, á veg
niður