Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2007 15 Helgi Einarsson, Tvøroyri, vanliga nevndur Lilleba, andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi hósdagin 7. juni, 75 ára gamal. Jarðarferðin verður kunngjørd eisini. Elmar Joensen, Skála, andaðist mikudagin 58 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju leygar­ dagin klokkan 14. Tey ið vilja minnast Elmar, kunnu lata eina gávu til Meinigheitshúsið á Skála ella Kristnastovu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir nøvn Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum gleddu meg á 90 ára føðingardegnum tann 24. mai í ár. Takk fyri vitjanir, gávur, blómur, uppringingar, fjarrit og ikki minst takk fyri nógv góð orð – skrivaði, yrkt og talaði. Stóra tøkk til tykkum, sum gjørdu mær dagin ógloymandi. Heilsan Estrid Krossteig, Tórshavn Dagurin 9. juni. Primus, deyður umleið ár 400. Eftir halgisøguni var hann kongssonur av Blálondum, sum gjørdist kristin, segði alt frá sær og livdi til sín doyggjandi dag sum einbúgvi í egyptisku oyðimørkini. 10. juni. Onuphrius, deyður umleið ár 400. Eftir halgi­ søguni var hann kongssonur av Blálondum, sum gjørdist kristin, segði alt frá sær og livdi til sín doyggjandi dag sum einbúgvi í egyptisku oyðimørkini. 11. juni. Barnabas. Hann verður fleiri ferðir umtalaður í Ápostlasøguni, men so at siga altíð í sambandi við ápostulin Paulus. Var við á fyrstu trúboðanarferðini hjá ápostlinum. Evangelisturin Markus og hann vóru systk­ inabørn. Halgisøgan sigur, at hann á føðioynni Kýpros varð tikin av jødum og brendur á báli í árinum 62, halda teir. Í fornkirkjuni var hildið, at hann skrivaði Hebreara­ brævið. Í dag, fríggjadagin 8. juni, verður Andrias Petersen í Syðrugøtu 60 ár. Andrias er løgtingsmaður og fyrrver­ andi landsstýrismaður, og í borgarliga yrkinum er hann kommunulækni. Andrias varð føddur í Oyndarfirði, har hann búði síni fyrstu barnaár. Í 1955 flutti hann saman við foreldrum og systkjum til Klaksvíkar. Foreldrini eru Arne Petersen (1917­1982) ættað­ ur av Fløtti í Oyndarfirði, og Martina fødd Tausen og ættað av Eiði. Hon er fødd í 1918 og býr nú á sambýlinum á Heygnum. Børn teirra eru Jaspur (1946), Andrias (1947), Óli Jacob (1949), Lena (1951) og Marjun (1961). Jaspur býr í Havn, Andrias í Syðrugøtu, Óli Jacob í Grønlandi, Lena Jacobsen í Syðrugøtu og Marjun Johannesen í Hósvík. Eftir realprógvið í Klaksvík í 1964 fór Andrias at sigla sum fýrbøtari við Sjúrðarbergi í eitt ár. Í 1965 fór hann í Hoydalar, har hann leyk støddfrøðiligt studentsprógv í 1968. Eftir at hava verið vikarur í Klaksvík í eitt ár, fór Andrias til Keypmannahavnar, har hann í 1977 tók embætisprógv sum lækni. Turnusskeiðið var Andrias á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í 1980 fór Andrias til Jön­ köping í Svøríki, har hann í fýra ár var undir útbúgving í almennum med­ isini. Í eitt hálvt ár var Andrias 1. hjálparlækni á skurðdeildini á Lands­ sjúkrahúsinum, og síðani í mars 1985 hevur hann verið avhildin kommunu­ lækni í Gøtu og Leirvík. Andrias hevur altíð havt stóran áhuga fyri samfelagsviðurskiftum í breiðum týdningi. Áhugan og undir­ tøkuna fyri sosialdemokratisku hug­ sjónini mundi Andrias fáa frá mamm­ uni. Hon fór miðskeiðis í tríati árunum niður og kom ikki aftur fyrrenn eftir kríggið. Hon tænti í heiminum hjá Alex Christiansen, sum var ein av redaktørunum á javnaðarblaðnum Aktuelt. Har var nógv politiskt prát, og tey vóru góð við Martinu, sum eisini kom nógv í hetta heimið, eftir at hon hevði funnið annað arbeiði. Í politiska arbeiðnum sipar Andrias ofta til folkehemmet Svøríki, sum hann sigur seg hava fingið góðan íblástur frá tey fýra árini, hann arbeiddi har yviri. Í 1994 var Andrias fyrstu ferð á javnaðarlistanum í Eysturoy. Ta ferð­ ina fekk Javnaðarflokkurin einki umboð í Eysturoy. Andrias gjørdist landsstýrismaður í almanna­ og heilsumálum í lands­ stýrinum, sum sat frá september 1994 og fram til juni 1996. Í 1998 varð hann nummar tvey á listanum, og síð­ ani 2002 hevur Andrias verið javnað­ artingmaður fyri Eysturoyar valdømi. Andrias var fyrsta tingskeiðið limur í trivnaðarnevndini og mentanarnevnd­ ini. Síðani samgongan millum Javn­ aðarflokkin, Sambandsflokkin og Fólkaflokkin varð skipað eftir løg­ tingsvalið 20. januar 2004, hevur Andrias verið limur í trivnaðarnevndini og formaður í mentanarnevndini. Hann ber orð fyri at vera væl fyrireikaður, tá ið hann er framsøgumaður, og eitt nú í Pisa orðaskiftinum hevur Andrias havt greiðar og fjøltáttaðar áskoðanir. Andrias giftist í 1975 við Katrin Zachariassen av Sondum á Sandi. Hon er lærari í Handilsskúlanum á Kambs­ dali. Katrin og Andrias eiga tvey børn – Arni (1974) og Johanna (1978). Arni býr í Syðrugøtu og er verkfrøðingur á Havsbrún í Fuglafirði, og Johanna er um at vera liðug við læknalesturin í Odense. Andrias eigur tvey abbabørn – eina gentu og ein drong. Í 1992 varð Andrias valdur í bygdar­ ráðið í Gøtu. Har sat hann í trý val­ skeið undantikið árini, tá ið hann var landsstýrismaður. Næsta skeiðið var hann næstformaður. Andrias er GÍ við­ haldsmaður, og hann dugnar felagnum við sínum serkunnleika. Hann fylgir væl við í samfelagsviðurskiftum heima og burturi, og honum dámar stak væl at lesa. Føðingardagin er Andrias burtur­ staddur. J Andrias Petersen 60 ár Herborg Strøm er fødd 11. juni 1917 í Øravík. Mánadagin verður mamma okkara tí 90 ára gomul. Foreldur hennara vóru Jóan Petur Mortensen og Hansina f. Hansen úr Tórshavn. Tey búðu í Mýruni í Øravík, og har vaks mamma upp. Mamma var tann sjeynda av tíggju systkjum, og var bert 8 ára gomul, tá pápi hennara doyði. Tað var tungt hjá ommuni at syrga fyri hesum stóra barnaflokki, men var tað ein stór hjálp at tann elsti sonur hennara var farin til skips og tí kundi hjálpa til við húsarhaldinum. Tá mamma var 15 ára gomul fór hon til Havnar í húspláss hjá Dia á Bø, hann var skyldur við mammu hennara. Tvey ár seinri fór hon suður til Vágs og var í húsplássi har. Her lærdi hon pabba at kenna, Torkil Strøm, sonur Mariu og Petur Strøm, ið búðu við Løðhamar. Tey giftist í Vágs kirkju 18. februar í 1937. Vit vóru nógv í húsi ­ nógv stríð og strev, men altíð var mamma ljós í sinni, og tí var eisini lætt og ljóst inni. Hentleikar vóru ongir av tí slagnum, sum í dag gera alt arbeiði lættari. Men mamma hevði altíð stundir til okkara, var altíð har við onkrum góðum, tá vit komu úr skúla. Hon fortaldi søgur og hon sang fyri okkum. Leygarkvøldini, tá vit sótu reinskúraði í køkini, og mamma rørdi deiggið til sunnudags­ kakurnar, tá bóðu vit: mamma syng. Hon dugdi eitt ótal av vísum, ein meira syrgilig enn onnur, og tárini trillaðu hjá okkum børnum. Jú tað var dejligt. Hon var hjartað og pulsurin í barna­ heimi okkara. Seinni tá øll ommubørn­ ini og langommubørnini komu, hava tey øll fingið teirra rúm í breiða fangi hennara. Guðstrúgvin og gleðin yvir allar lívsins gávur vóru teir tættirnir, sum lívstráður mammu og pabba var vovin av. Við hesum fylgdi eisini tað góða humørið, sum altíð lá ovast. Ótaldar eru løturnar, tá láturin rungaði í okk­ ara heimi yvir allar tær stuttligu søgur­ nar, ið vóru havdar á lofti. Mong vóru tí eisini tey, sum javnan stukku inn á gólvið, tí tað var hugnaligt og lívgevandi. Mamma var saman við pabba nógv ár í kirkjukórinum ”Ljómur”. Her vóru tey við í einum ríkum samfelagi við Edith Dahl á odda. Her var eisini nógv skemt og látur. Tey spældu sær á útfluktum norður í Dal ella á Loprans­ eiðið, tey spentu seg út og hugnaðu sær saman til konsertir kring oyggjar­ nar, og tey høvdu minniríkar ferðir til Noregs og Danmarkar saman. Pabba doyði fyri fáum árum síðan, og mestsum síðan tá hevur mamma búð á eldrasambýlinum í Vági. Har hevur hon tað gott og fær góða umsorg­ an. Tað eru vit sera takksom fyri. Vit ynskja mammu hjartaliga til­ lukku við føðingardegnum og takka henni fyri alt hon hevur givið okkum og øllum okkara. Børnini Herborg Strøm í Vági 90 ár Silvurbrúdleyp Týsdagin 19. juni hava hjúnini Sólgerð og Alexandur Joensen, Klaksvík, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í heiminum á Rættargøtu 16, frá kl 16. Har øll eru hjartaliga vælkomin. Prógv Theodor Eli Dam Olsen úr Hoyvík hevur 1. juni lokið teologiskt kandidatprógv á Universitetinum í Keypmannahavn. Kristbjørg Kristiansdóttir Petersen, Fuglafirði, hevur tann 8. mai lokið prógv sum Master í Voksenuddannelse (MVO) við Roskilde Universitetscenter.