fríggjadagur 8. juni 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2007
21
Lærarastørv í
Skopunar skúla
Lýst leys at seta frá 1. august 2007
Søkt verður eftir 2 lærarum
• einum í fast starv, sum er fulltíðarstarv
• einum í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008. Starvið er helst fulltíðarstarv,
men endaliga ásetanin verður gjørd aftan á 1.
september 2007.
Søkt verður eftir lærarum sum kunnu átaka
sær at undirvísa í:
• Byrjunarundirvísing
• Føroyskum (1. – 5. fl.)
• Donskum (1. – 5. fl)
• Enskum (4. – 5. fl.)
• Sertímum
Førleikakrøv:
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraprógv.
Duga at samstarva og vera fyrikomandi. Vera
fúsir at átaka sær tær uppgávur, ið eru á skúla
num. Vera við áhaldandi at menna skúlan.
Lønar og setanartreytir:
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.127.4
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag og verða sett sum sáttmála
sett størv.
Tó kunnu tey, ið verða sett í fast starv, verða
sett sum tænastumenn, um tey framman
undan eru í tænastumannastarvi.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum
viðmælum skulu vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi 25. juni kl.16.
Nærri fæst at vita um størvini hjá Kathrinu
Joensen, skúlaleiðara, á tlf. 361696/217696, ella
við at senda tpost til kathrina.joensen.@skulin.fo
Skopunar Skúli
LÆRARAR TIL
KOLLAFJARÐAR SKÚLA
Í Kollafjarðar skúla eru hesi størv leys at søkja:
Søkt verður eftir:
• Tveimum – møguliga trimum – lærarum í tíðar
avmarkað starv skúlaárið 2007/2008 vegna
niðursett tímatal og avlopstímar. Síðsta starvið
er parttíðarstarv, og tímatalið til hetta starvið
verður endaliga ásett 1. sept. 2007.
Harumframt verður søkt eftir:
• einum lærara fulla tíð fyri lærara í barnsburð
arfarloyvi frá 16. august 2007 – 31. januar 2008
• einum lærara fulla tíð fyri lærara í barnsburðar
farloyvi frá 16. august – 7. septembur 2007
Størvini verða sáttmálasett.
Í Kollafjarðar skúla ganga komandi skúlaár uml.
140 næmingar í 1. til 9. flokki.
16 lærarar fara at starvast í skúlanum.
Kollafjarðar skúli er ein eittsporaður skúli við 9
árgangum.
Vit arbeiða í trimum deildum við einum lærara
toymi í hvørjari deild. Býtt er soleiðis: 1.3. flokkur,
4.6. flokkur og 7.9. flokkur.
Vit arbeiða støðugt við at menna skúlan, og
vit sóknast eftir lærarum, ið eru eldhugaðir,
samarbeiðshugaðir og fakliga dugnaligir.
Vit hava ein lærarahóp, ið røkkur fakliga víða.
Vit hava brúk fyri at seta lærarar við ymiskum
førleikum. Eisini er tørvur á einum lærara, ið kann
átaka sær skúlavegleiðing.
Tey, ið sett verða, skulu hava læraraútbúgving.
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum
18.1 – 27.4.
Umsókn saman við CV, avriti av prógvum og
møguligum viðmælum, verður at senda til:
Kollafjarðar skúla
Botnavegur 2
FO410 Kollafjørður
í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007 kl. 12.00.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum
til skúlaleiðaran, Karin Hammer, á tlf. 30 25 53 ella
22 14 07 ella á teldupostbústaði karin.hammer@
skulin.fo
Lærarastørv
í Kvívíkar skúla
Hesi størv verða lýst leys til setanar.
• Ein lærari í fast starv frá 1. august 2007
• Ein lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008 vegna lækkað tímatal, serligan
tørv og avlopstímar.
Søkt verður eftir lærarum, sum:
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og eru fyrikomandi
• eru fúsir at taka á seg tær uppgávur, sum eru í
skúlanum
• eru stundisligir og nærlagdir
• vilja vera við til áhaldandi at menna skúlan
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka
sær:
• Svimjiundirvísing/ítrótt
• Handarbeiði/handverk og list
• Flokslærarauppgávu
• Tónleik
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og helst linjulestur ella
samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum.
Læraralesandi, sum lúka prógv í summar, kunnu
eisini søkja størvini
Størvini verða lønt sambært avtalu millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í løn
arflokkunum 18.1 – 27.4.
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv,
uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastu
mannasettur lærari frammanundan.
Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðara
num í hendi í seinasta lagi mikudagin 20. juni
kl. 14.00.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
skúlaleiðaran, Bjarna Heinesen, á tlf. 472400 ella
211504. Teldupost: bjarni.heinesen@skulin.fo
Kvívíkar skúli er ein 4 flokkaður skúli við undirvísing í 1. – 7.
árgangi. Komandi skúlaár verða 50 næmingar og 6 lærarar.
Skúlin er út og umbygdur og er sostatt ein nútímans skúli við
sera góðum umstøðum, bæði fyri lærarar og næmingar.
Kvívíkar skúli
FO-340 Kvívík · Tlf. 472400 · Fax 472401 · kvi@skulin.fo
Vakstrarhúsið Dáin í Sandavági er til sølu.
Nærri fæst at vita á tel. 22 93 10
Vakstrarhús til sølu
Ítróttarvaktir til Útvarpið
Vit søkja eftir fólki at arbeiða við ítróttar
tíðindum í vikuskiftum.
Meira fæst at vita um arbeiðið hjá tíðinda
leiðaranum á telefon 347602 ella 214607.
Kringvarp Føroya
Tíðindadeildin í Útvarpinum
lýsingar