fríggjadagur 8. juni 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 108 - 8. juni 2007
tíðindi
Lærarastørv í
Skúlanum á Ziskatrøð
Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1.
august 2007:
• 4 lærarar í fast starv.
• 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008 fyri lærarar í farloyvi.
• 1 lærari í tíðaravmarkað starv skúlaárið
2007/2008 at lesa avlopstímar.
Søkt verður eftir lærarum, sum
• undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í
dagliga arbeiði skúlans
• duga at samstarva og er fyrikomandi
• eru nærlagdir og stundisligir.
Lærararnir skulu hava førleika at átaka sær
eina ella fleiri av hesum lærugreinum:
• føroyskt, søgu/samtíð, tónleik, støddfrøði,
enskt, týskt og danskt.
Førleikakrøv: Læraraútbúgving og linjulestur
ella samsvarandi førleika í nevndu lærugrein
um.
Lønar- og setanartreytir: Lærarastørvini verða
sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann
sum settur verður, er tænastumannasettur
lærari frammanundan.
Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu mill
um Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í
Lønarflokkunum 18.1 27.4.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum og møguligum viðmæl
um skulu vera skúlanum í hendi seinast miku
dagin 20. juni klokkan 12.
Í skúlanum á Ziskatrøð verða komandi skúlaár
umleið 380 næmingar frá 1. – 10. flokk.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
Skúlan á Ziskatrøð telf. 455025 (skúlastjórin),
444386 (Signar á Brúnni, skúlastjóri) ella telf.
443192 ( Ólav Sjúrðarberg, varðaskúlastjóri).
Pedagogur
Í Barnagarðinum á Teiginum heima á Sandi
sóknast vit eftir einum pedagogi at arbeiða
25 tímar um vikuna í “Miðlon”. Børnini í
Miðlon eru 2 – 4 ára gomul.
Talan er um eitt barnsburðarfarloyvisstarv
í ½ ár.
Krøvini til tín eru:
• at tú er fyrikomandi og erlig/ur
• at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt
og ábyrgdarfult í samráð við børn og
starvsfelagar
• at tú heldur arbeiði við 2 – 4 ára gomlum
børnum vera spennandi og avbjóðandi
• at tær dámar at verða úti í øllum veðrið
• at tú dugir at síggja møguleikar heldur
enn avmarkingar
• at tú er nærverandi og dugir at lurta
• at tú vil verða við til at menna barnagarð
in og tað arbeiði vit hava sett okkum fyri
Starvi verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs
gevarafelag Føroya.
Tú fært nærri upplýsingar um starvið, um
tú vendir tær til Lailu Marston Petersen,
stovnsleiðara á tlf. 361750/212751.
Skrivlig umsókn við møguligum viðmælum,
skal sendast til Sjálvsognarstovnin Barna
garðin á Teiginum, Koytugøta 1, 210 Sandur.
Umsóknarfreistin er úti 22.06.07. Starvið
verður sett 01.07.07. Allir umsøkjarar fáa
svar.
Sjálvsognarstovnurin
Barnagarðurin á Teiginum
Bilur til sølu
Toyota Corolla 2.0 diesel frá juni '98. Koyrt
278.000 km. Vetrar- og summardekk.
Til sølu fyri hægstbjóðandi.
Tel 55 15 24
Starvsfólk til
matarhøll tingsins
Søkt verður eftir einum fólki til matarhøllina í
Løgtinginum.
Tann, ið settur verður, skal vera røkin, álítandi
og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein
fyrimunur at hava útbúgving og/ella royndir
frá líknandi arbeiði.
Arbeiðstíðin verður einar 600-700 tímar árliga,
soleiðis at skilja, at matarhøllin er opin, tá
tingfundir eru. Talið á tingdøgum er umleið
100 dagar um árið, vanliga í tíðarskeiðnum frá
ólavsøku til umleið 15. mai.
Talan er um nýtt virksemi, og verða tí fyrstu
6 mánaðirnir at rokna sum ein royndartíð,
har tann, sum sett/ur verður, í samstarvi við
leiðsluna leggur tilrættis, hvussu arbeiðið skal
skipast.
Starvið verður sett sambært sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkis-
felag.
Umsøkjarar eru vælkomnir at ringja til
Súsonnu Danielsen, stjóra, tlf. 363900 fyri at
hoyra nærri um starvið.
Umsóknir við møguligum viðmælum skulu
sendast til: Løgtingið, Postrúm 208, 110 Tórs-
havn, og skulu vera Løgtinginum í hendi í
seinasta lagi 25. juni 2007.
Størv í Gøtu skúla
lýst leys til setanar frá 1. august 2007 at rokna:
• 2 føst fulltíðar lærarastørv.
• 1 tíðaravmarkað lærarastarv við uml. 27
undirvísingartímum um vikuna fyri skúlaárið
2007/08 vegna tímar til serligan tørv og av
lopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett í
september 2007.
• 1 starv sum stuðulsfólk 20 tímar um vikuna fyri
skúlaárið 2007/08 til næmingar við serligum
tørvi.
Í Gøtu skúla leggja vit serligan dent á:
• at trivnaðurin er í hásæti
• at tolsemi eyðkennir skúlan
• at næmingarnir mennast og gerast sjálvstøðugir
• at kveikja og menna hugflogið
Tey, ið sett verða, skulu umframt at vera við til
at fremja omanfyristandandi eisini:
• Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við
lærarar skúlans taka lut í dagliga virksemi
skúlans
• Duga at samstarva og vera fyrikomandi
• Vera fús at taka við uppgávum, avbjóðingum
og broytingum, sum kunnu menna og skapa
virðing fyri skúlanum
• Seta ein heiður í at vera stundislig og nærløgd
Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a.:
• kunnu undirvísa í dreingjaítrótti/svimjing
• hava innlit í KT
• kunnu undirvísa í enskum
• kunnu undirvísa í smíði
Ein fyrimunur er, at umsøkjarar hava starvsroyndir.
Førleikakrøv:
Tey, ið sett verða í lærarastørvini, skulu hava
læraraútbúgving. Læraralesandi, sum lúka prógv í
summar, kunnu eisini søkja størvini.
Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv
og verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sambært av
talu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Stuðulsstarvið verður lønt eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið.
Umsóknir
Umsóknir við c.v., avriti av prógvi og møguligum
viðmælum, skulu vera skúlaleiðaranum í hendi
í seinasta lagi 20. juni kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær
til Karl A. Thomsen, skúlaleiðara, í Tungu 7, 513
Syðrugøtu, tlf. 441059 ella 771019.
Gøtu skúli
við Gjónna 4 · Postrúm 24 · 511 Gøtugjógv
Tlf. 441059 / 771019 · Fax 441595
skurin@post.olivant.fo · www.skulin.fo/got
Í Gøtu skúla fara at ganga uml. 125 næmingar í 8 flokkum komandi
skúlaár. Við skúlan fara at starvast 13 starvsfólk. Áhugaði kunnu
lesa meira um skúlan á heimasíðuni www.skulin.fo/got
Lesið
-so eru tit við!