fríggjadagur 8. juni 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti
22
Ikki munnu tað vera mong, sum
vita um eitt ítróttarfelag, ið eitur
Kunoyar Ítróttarfelag stytt KÍ.
Tá vit á Sosialinum herfyri vóru
inni á heimasíðuni www.kagi.
fo, komu vit fram á upplýsingar,
sum benda á, at eitt ítróttarfelag
einaferð, ella møguliga enn, er til
í Kunoy.
Eigaraupplýsingar fyri martikul
nummar 70, sum er eitt stykkið,
ið liggur sunnan fyri viðarlundina
í bygdini Kunoy, vóru so mikið
áhugaverdir, at vit settu okkum
fyri at kanna málið.
Staðið, har stykkið er, eitur
”Uppi á Dal” og er 4783 fermetrar
til víddar. Ì dag sæst farvegur
eftir einum fótbóltsvølli og tvey
mál standa har í dag. Tá vit
vóru í kunoy sást tíðuligt slit á
grasvøllinum, so børn brúka enn
hetta stykkið til hugnafótbólt.
Vit kunnu her upplýsa, at hetta
stykkið hevði verið ov lítið til ein
góðkendan FIFA-fótbóltsvøll í
formuladeildini. Tí eftir reglum
hjá FSF krevur ein slíkur vøllur
6200 fermetrar, so kunoyingar
mugu keypa meira jørð, um so er,
at teir ætla sær ein slíkan vøll.
Vit hava gjørt eitt ávíst arbeiði
fyri at leita upp gerðabøkur og
ymiskt annað, sum felagið eigur,
og tað hevur eydnast í ávísan
mun.
Vit settu okkum í samband
við nakrar kunoyingar, sum vilja
verða ónevndir, teir siga, at
felagið KÍ eigur bæði ítróttarøkið
og hartil eisini eina konto í
Norðoya Sparikassa.
Okkurt av heimildarfólkum
okkara vilja vera við, at felagið
er stovnað í 1890-unum og var
eisini eitt lesifelag. Onnur, vit
hava tosað við, eru ikki samd
um árstalið 1890, men vit
kunnu staðfesta, at Kunoyar
Ítróttarfelag í hvussu so er hevur
havt aðalfund 5. februar 1923,
og frá tí fundinum hava vit lógir
felagsins, sum eru at finna
aðrastaðni á hesi síðuni.
KÍ hoyrir hei
Ítróttarfelagið KÍ úr Kunoy
eigur ikki færri enn 4528
fermetrar av jørð oman
fyri bygdina í Kunoy
Onkur fólk vilja vera við, at ítróttarfelagið í Kunoy varð stovnað longu í 1890’unum
Birgir Waag Høgnesen
birgir@sosialurin.fo
Gamalt felag