Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 108 - 8. juni 2007 Ì Skúlanum á Ziskatrøð eru 377 næmingar og 35 lærarar. Skúlin er millum størstu skúlar í landinum og hevur næmingar bæði í grunddeildini og framhaldsdeildini. Fleiri upplýsingar síggjast á heimasíðu skúlans. www.skulin.fo/zis/ RÆTT HONDINA UPP sansir.fo Mentamálaráðið søkir eftir skúlastjóra til Skúlan á Ziskatrøð. Sært tú teg føra/n fyri at slóða fyri, so Skúlin á Ziskatrøð verður millum bestu skúlar, og hevur tú evnini at fáa tað besta burtur úr virksemi skúlans, so ert tú tann, sum vit leita eftir. Lærarar og næmingar kunnu í felag fremja stór avrik, men tey eru grundað á, at onkur er, sum torir og hevur áræði at bjóða seg fram sum skúlaleiðara. Høvuðsuppgávur skúlastjórans eru: · at standa á odda fyri framhaldandi menning á námsfrøðiliga og fyrisitingarliga økinum · at fremja góðar arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur samstarvsfólk skúlans · at hava tætt samstarv við hinar skúlarnar í økinum og miða ímóti at fáa teir at virka sum eina eind · at skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri ávirkan og samábyrgd · at fremja gott samstarv millum skúla og heim og eggja næmingum og foreldrum at fáa sum mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og sosialt Harumframt skal stjórin seta í verk: · menningarætlan fyri skúlan · ítøkiligar broytingar samsvarandi visjón Mentamálaráðsins og · eina HR-ætlan fyri skúlan Vit bjóða Eitt sera spennandi starv við nógvum ymiskum uppgávum. Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning, og tann, ið settur verður, fær høvi at luttaka í leiðsluútbúgving, sum Mentamálaráðið skipar fyri. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Setanar- og lønartreytir Stjórin verður settur í eitt fi mm ára skeið. Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum við fyribils tænastu í Skúlanum á Ziskatrøð. Starvið verður lønt í lønarfl okki 35.1 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og er lønin 32.858,74 + 16 % í eftirløn umframt verður ein mánaðarlig viðbót, sum er kr. 1.500,00. Starvið er áramálssett, og tí verður harumframt ein viðbót latin eftir galdandi reglum. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, skeiðsváttanum, frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juni 2007 kl. 16.00. Tey, ið ynskja fl eiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Mentamálaráðið tlf. 355050, Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, ella Olaus Jespersen, deildarstjóra. Umsóknin verður stílað til: Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 FO-110 Tórshavn Ella umvegis teldupost: mmr@mmr.fo lýsingar