fríggjadagur 8. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti
24
átrúnaður
Lagt til rættis: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Fuglfirðingar á
ferð til Ísrael
Vitjan: Í oktober mánaði fáa
fólk í Fuglafjarðar prestagjaldi
eitt serstakt høvi at vitja í
Ísrael.
Tá verður nevniliga skipað
fyri ferð hagar við lokalum
ferðaleiðarum – tað er:
Frants Jensen í Fuglafirði og
sóknarprestinum Una Næs.
Vitjað verður á øllum teimum
kendu støðunum í døgunum 9.
til 20. oktober, tá ferðin varir.
Sungu lovsang
eitt heilt
vikuskifti
Havn: Í farna mánaði skipaðu
fólk úr samkomuni Filadelfia
fyri eini ráðstevnu um lovsang.
Ráðstevnan bar heitið »Hearts
Ablaze« og fólk eru samd um,
at hetta var ein góð stevna.
Donsku undirvísararnir –
Katrine Høgenhaug og Hanne
Vinsten – vóru sera upptiknar
av at vísa á týdningin í
leiðslu av lovsangi, lívsstíli,
sangskriving og í praktiskum
lovsangi.
Tiltakið varð skipað soleiðis,
at tveir danskir undirvísarar
greiddu frá um lovsang, meðan
fólk úr ymiskum samkomum
skipaðu fyri lovsangi á
stevnuni.
Íalt vóru 50 luttakarar á
ráðstevnuni, sum endaði við
eini lovsangskonsert.
Gav 4,5 mió
krónur til
missiónsfelag
Noregi: - Vit taka hetta sum
eina álitisváttan til arbeiðið
sum vit gera í Noregi og kring
allan heimin. Hetta er eisini
ein stór uppmuntring, sigur
regiónsleiðarin, Arne Sørås í
Det Norske Misjonsselskap.
Herfyri fingu tey hesa stóru
gávuna, sum telist millum
størstu gávurnar til hetta
missiónsfelagið.
Kvinnan sum gav peningin
helt tað vera betri at geva
peningin til hetta endamálið,
enn at hann bara varð
standandi í bankanum. Hon
hevur áður givið 1 mió krónur
til eitt av leguhúsunum hjá
Misjonsselskapet.
Revsa meg ei
Sálmi 38 eftir Dávid
v1 Ein sálmur av Dávidi; til
minnisofrið. v2 Harri, revsa
meg ei í vreiði tíni, aga meg
ei í ilsku tíni; v3 tí ørvar tínar
hava meg rakt, tungt liggur hond
tín á mær! v4 Í mínum holdi
er einki heilt fyri vreiði tínar
sakir; í mínum beinum er einki
frískt fyri synda mína sakir; v5
tí misgerðir mínar ganga mær
yvir høvdið, tyngja meg sum
ein byrði, eg ei orki at bera; v6
míni sár tey rotna og dampa
vegna dárskapar míns. v7 Bogin
eg eri, heilt samankropnaður,
hvønn dag eg í sorgarklæðum
gangi; v8 tí mínar lendar eru av
skruvum fullar, í mínum holdi er
einki heilt. v9 Eg avmaktaður
eri, heilt sundursorlaður, eg
skríggi av míni hjartans stynjan.
v10 Harri, tú kennir alla mína
trá, mín stynjan er ikki fjald fyri
tær. v11 Mítt hjarta slær hart,
mín kraft er farin, sjálvt ljósið í
mínum eygum eg havi mist. v12
Vinir mínir og frændur halda seg
frá míni sótt; mínir næstingar
langt burtur standa. v13 Teir,
ið vilja deyða mín, leggja fyri
meg snerrur; teir, ið ætla mín
undirgang, um ólukku tala; allan
dagin teir um ilskuráð hugsa.
v14 Og eg eri sum ein deyvur, ið
einki hoyrir, sum ein málleysur,
ið ikki letur munnin upp. v15 Eg
eri vorðin eins og maður, ið ikki
hoyrir, og hvørs muður ikki gevur
svar. v16 Tí til tín, Harri, stendur
mín vón, tú vilt mær andsvar
veita, Harri mín, Guð mín; v17
tí eg sigi: »Lat teir ikki gleðast
um meg, ei sær halda at gaman,
tá mín fótur snávar!« v18 Tí eg
nærkomin eri til fals, aldri mín
sársaki mær gongur úr huga!
v19 Tí mína synd eg sanni, og
yvir míni misbrot eg syrgi. v20
Teir mannsterkir eru, ið uttan
orsøk eru fíggindar mínir, teir
mangir eru, ið fyri onga søk meg
hata, v21 ið gjalda mær ilt fyri
gott, standa mær ímót, aftur fyri
at eg stundi á gott. v22 Far ikki
frá mær, Harri, mín Guð, halt
teg ikki langt burtur frá mær!
v23 Skunda tær mær til hjálpar,
Harri, frelsa mín!
orðið
Bæði løg og tekstir til
ta nýggju donsku
sálmabókina liggja nú
á serstakari heimasíðu
Danmark: Nú er gjørligt
bæði at lesa tekstirnar til teir
758 sálmarnar í »Den Danske
Salmebog« og at hoyra fyrsta
ørindi av hvørjum sálmi við
urguljóði.
Hetta er alt gjørt fyri at gera
tað lættari hjá fólki at fáa
upplýsingar um yrkjarar og um
søguna hjá sálmunum.
- Teir donsku sálmarnir hava
stóran týdning fyri ta donsku
sangtradisjónina. Teir eru við til
at binda okkum saman tvørturum
ættarliðini. Men trupulleikin er
bert tann, at so fáa kenna teir.
- Tí vilja vit nú geva fólki
atgongd at læra tekstirnar
og løgini, sigur danski
kirkjumálaráðharrin, Bertel
Haarder.
Eftir hansara meting skal tað
vera einfalt at fáa atgongd til
sálmarnar. Umvegis alnetið er
skjótt at fáa fatur á teimum og
hoyra, hvussu teir ljóða, til dømis
áðrenn ein skal hitta prestin í
samband við eina brúðarvígslu
ella jarðarferð.
Leitiskipanin er einføld: Um
ein bert minnist eina reglu ella
eitt ørindi, ber til at finna fram til
tann rætta sálmin.
Nýggja heimasíðan eitur
www.dendanskesalmebogonline.dk
Nevnast kann, at føroyska
sálmabókin eisini finst á netinum
– enn bert sum tekstur á
www.folkakirkjan.fo
– Missiónsarbeiði er
teamarbeiði. Tí er gott
hjá mær at vita, at eg
komi at samstarva við
eitt team av royndum
og engasjeraðum
OM’arum, sigur 35 ára
gamli Andrew
Berghamar
Missión: Fríggjadagin í farnu
viku tók hann við sum landsleiðari
í Operation Mission í Danmark.
Andrew hevur altíð havt áhuga
fyri missiónsarbeiði, og hevur
millum annað starvast sum
ungdómsleiðari í Kristnastovu í
Keypmannahavn.
Saman við øðrum familjum
byrjaðu hann og konan Sara
eina lokala fríkirkju í Ballerup.
Men hetta arbeiðið ber væl til at
samantvinna við tað í OM.
- Gjøgnum arbeiðið sum
landsleiðari kunnu vit saman-
tvinna okkara hjarta fyri ta
lokalu fríkirkjuna við eitt størri
engasjement og innlit í alheims
missión, sigur hann.
Brenna fyri sakini
Andrew sær fleiri møguleikar í
arbeiðinum hjá OM, sum hann
metir hevur nakrar serstakar
dygdir.
Í fyrsta lagi hevur OM eini
visjoner evni at endurnýggja seg
og at hugsa missión inn í nýggjar
samanhangir.
Í øðrum lagi hevur OM ein
breiðan, evangeliskan og tvør-
kirkjuligan profil – ein profil sum
danska kirkjulívið avgjørt fer at
fáa gagn av í framtíðini.
- Og í triðja lagi hevur OM
ein hóp av fólki, sum veruliga
brenna fyri sakini, sigur Andrew
Berghamar.
Hann byrjaði á skrivstovuni 1.
juni og koma hann og fráfarandi
leiðarin, Bitten Ingerslev at starva
saman fram til 1. oktober í ár.
OM, sum í ár hevur 50 ár á
baki, arbeiðir í løtuni í fleiri enn
100 londum. Umframt arbeiðið á
landi hevur felagsskapurin eisini
trý skip, sum nógvir føroyingar
hava verið við og eru við.
Eitt av hesum skipum er gamla
Norröna sum í løtuni stendur fyri
eini stórari umbygging í kroatiska
býnum Trogir.
Tá skipið verður sett aftur í
sigling hevur tað samstundis
fingið navnabroyting til »Logos
Hope«.
Serligar dygdir
finnast í OM
Hoyr sálmabókina á Netinum
Operation Mission
arbeiðir bæði á sjógvi og
landi, millum annað við
gomlu Norrönu sum nú
eitur »Logos Hope«. – Eg
gleði meg til arbeiðið,
sigur nýggi landsleiðarin
og hálvi føroyingurin,
Andrew Berghamar