fríggjadagur 8. juni 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 108 - 8. juni 2007
sansir.fo
Tak eina avbjóðandi og fjølbroytta útbúgving í Tryggingarfelagnum
Føroyum. Vit leita eftir hugagóðum og dugnaligum næmingum,
sum tora at taka ábyrgd og vilja hava ávirkan.
Tryggingarfelagið Føroyar P/F hevur høvuðsskrivstovu á Kongabrúnni í Havn og 5 deildir kring landið. Í felagnum starvast 120 fólk.
VILT TÚ VERÐA
NÆMINGUR HJÁ OKKUM?
Vit sóknast eftir næmingum, ið tora at ganga á
odda og eru fúsir at vera partur av eini fyritøku,
sum í fullari ferð stevnir ímóti avbjóðingum
á altjóða støði. Tryggingarfelagið Føroyar er
nýhugsandi, framsøkið og høgt í metum. Hevur tú
árræði, kanst tú vera við til at mynda felagið.
Fíggjarútbúgvingin er ein tvey ára
útbúgving, sum fevnir um ein praktiskan
og ein teoretiskan part. Fíggjarútbúgvingin
gevur tær góðar starvsmøguleikar innan
tryggingar- og bankaverðina. Sum næmingur í
Tryggingarfelagnum Føroyum fært tú ein hollan
kunnleika um tryggingar og lærir millum annað
um løgfrøðina aftanfyri. Tú arbeiðir eitt skifti í
senn á ymiskum tryggingarøkjum, og soleiðis fært
tú innlit í fjøltáttaða arbeiðið í eini stórari fyritøku
við 120 starvsfólkum.
Tú fært teoretiskan førleika gjøgnum
undirvísing og uppgávur, sum skulu gerast
við jøvnum millumbilum. Útbúgvingin gevur
tær góðar møguleikar fyri framhaldandi
tryggingarútbúgving til eitt nú tryggingarráðgeva
ella skaðaviðgera. Næmingatíðin mennir teg
og tínar førleikar og er eitt avgerandi stig á tíni
yrkisleið. Tú verður ein partur av einum toymi
við sera dugnaligum starvsfeløgum og fært
møguleika at ávirka og seta dám á tína deild.
Á www.trygging.fo kanst tú lesa meira um
Tryggingarfelagið Føroyar og okkara virksemi. Vilt
tú vita meira, ert tú eisini vælkomin at ringja til
Starvsfólkadeildina á tel 345600 ella skriva til
starvsfolkadeild@trygging.fo
Tað er ein treyt, at tú hevur studentsprógv, HF, HH
ella líknandi. Um tú tekur prógv í summar, ert tú
eisini vælkomin at søkja.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi
11. juni 2007. Avrit av prógvum og møguligum
viðmælum skulu sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar
Starvsfólkadeildin
Postsmoga 329
FO-110 Tórshavn
ella fyllast út á www.trygging.fo
„Many of the things you can
count, don’t count. Many of
the things you can’t count,
really count“
- Albert Einstein -
Búskaparfrøðingur til Føroya Tele
Føroya Tele hevur tørv á einum miðvísum
og grein andi búskaparfrøðingi til
Fíggjardeildina.
Telefyritøkur um allan heim – og soleiðis
eisini Føroya Tele – virka á einum marknaði í
støðugari broyting, og avbjóðingin komandi
árini er at tryggja, at Føroya Tele eisini í fram-
tíðini verður ein týðandi fyritøka í Føroyum,
samstundis sum fyritøkan mennist uttan fyri
Føroyar.
Føroya Tele er skipað sum eitt samtak við
trimum dótturfeløgum og nøkrum tilknýttum
feløgum. Virksemið hjá felagnum fer at
økjast, eisini uttan fyri Føroyar.
Fíggjardeildin á Føroya Tele hevur ein sentral-
an leiklut í hesi tilgongd og hevur tørv á ein-
um bú skaparfrøðingi, sum skal verða partur
av hesum arbeiði.
Nakrar av uppgávunum á Fíggjardeildini eru:
•
At hava neyðugt eftirlit við dóttur feløg-
unum og m.a. fylgja við í fíggjarætlanini.
Eis ini verður gongdin í tilknýttu feløg-
unum fylgd.
•
Við góðum greiningum og framskygdum
arbeiði at tryggja, at leiðslan í fyritøkuni
hevur neyð uga grundarlagið at taka
avgerðir.
•
At skipa fyri, at neyðug amboð eru at
tryggja kunning til fyritøkuna og sam-
stundis tryggja, at tøka dátutilfeingið
verður brúkt til at menna fyritøkuna.
•
At lýsa váðar, skipa eitt váðaumstýrings-
amboð og skipa regluliga uppfylging av
hesum.
Vit kunnu bjóða eitt avbjóðandi starv í spenn-
andi umhvørvi við møguleikum fyri per sónlig-
ari og fakligari menning.
Førleikakrøv:
Vit søkja eftir einum fólki við royndum innan
fíggjarstýring og/ella roknskapi, sum hevur HD,
cand.merc., cand.polit. ella líknandi út búgving.
Eisini verður dentur lagdur á góð sam starvs-
evni, evni at arbeiða sjálvstøðugt, fl eksibilitet
og hollan kt-kunnleika.
Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum
sambært sáttmálanum við avvarðandi yrkis-
felag ella samsvarandi kvalifi katiónum.
Meira fæst at vita um starvið frá Jan Petersen,
fíggjarstjóra, á telefon 303101.
Umsóknir við avriti av prógvum, møguligum
ummælum og C.V. skulu vera Føroya Tele í
hendi í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2007.
Føroya Tele, Starvsfólkadeildin
Postsmoga 27, 110 Tórshavn
lýsingar