fríggjadagur 8. juni 2007síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti 23
Nr. 108 • 8. juni 2007
ma í Kunoy
Í fundarbókini fyri tann dagin
stendur (beinleiðis endurgivið):
”Kunoyar Itróttarfelag helt fund
5/2 –1923 í samkomuhúsinum
og vitikið var at fáa eitt ploss
til fótbóltsplen, sum játta bleiv
av ognarunum. Innskodi bleiv
ásett at verða 3 krónur pá hvønn
lim, og tjúðu tímar pligtarbeiði
ið uppfylgt skuldi verða innan
oktobermanans útgang, ella
útroyast við 55 oyru fyri hvønn
tíma. Valg av fyristøðumonnum
– valdir blivu Dánjal J. Pállsson,
Páll M. Jógvanson og Niels P.
Mikkelsen”. (Sitat slutt).
Í ymiskum kladdubókum hjá
felagnum, sum vit hava fingið
innlit í, sæst at fundir eru av
og á, men í flestu førum er
fótbóltsvøllurin til viðgerðar,
í 1930, 1935 og 1938 eru
nakrir fundir, men lítið sæst
til nakað felagsarbeiði, annað
enn at okkurt eydnuhjól ella
lutaseðlasøla skal fyriskipast.
Í limalistanum hjá KÌ, sum er
tøkur aftur til 1939, sæst, at tað
eru næstan bara kunoyingar á
listanum, men limalistin vísIr
eisini, at klaksvíkingar flýggja til
Kunoyar undir krígnum, tí í 1942
koma nøvn á klaksvíkingum eisini
á listan.
Felagið í Kunoy sovnaði
spakuliga burtur, men áðrenn tað,
hava teir so fingið ognað sær tað
4528 fermetrar stóra stykkið, sum
liggur oman fyri bygdina.
Ikki fyrrenn í 60-unum og eisini
í 70-unum fóru menn aftur at
hugsa um at fáa lív aftur í felagið,
men tær royndirnar eydnaðust
ikki, og onkur roynd er gjørd
síðan.
Vit kunnu bert staðfesta, at
felagið helst er stovnað í 1923
og eigur eina sparikassabók,
gerðabók, nakrar kladdubøkur
og ein fótbóltsvøll oman fyri
bygdina.
Um onkur av lesarum okkara
veit meira um felagið, er
viðkomandi vælkomin at seta
seg í samband við okkum á
Sosialinum.
Hevði ætlanin um at gera fótbóltsvøll í Kunoy verið
gjørd til veruleika, hevði vøllurin ligið sum á hesi
tilgjørdu myndini
( Beinleiðis úr gerðabókini )
Lóv fyri Kunoyar Ítróttarelag
5. februar 1923
Navn felagsins er Kunoyar ítróttarfelag og yrki
felagsins er, at fáa samla fólk til at mennast í
ídrottum, sum fótbólt og hondbólt, krokspæl og
anna – svimjing og kappróður.
§ 2
Limur kann ein og hvør gerast, sum er 14 ára
gamalur.
§ 3
Limagjaldið verður ásett fyri eitt ár ísenn av
stjørn felagsins.
§ 4
At fara úr felagnum má skriftligt leggjast fram fyri
stjørn felagsins.
§ 5
Tann sum slettar seg úr felagnum, eigur einkið
krav til felagsins rættindir og ognir.
§ 6
Stjørn felagsins velist fyri eitt ár – hvør limur er
sjildigur at móttakað valg.
§ 7
Bestýrilsi bestendur av 3 limum og tveir
tiltaksmenn.
§ 8
Uppskot til lovbroytingar verða framlagt á
aðalfundi. Splittast felagið og nøkur ogn verður,
skal hon falla til Kunoyar kommunalkassa