Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 27 26 Nr. 60 - 27. mars 2001 Lisbeth L. Petersen Løgtingslimur Uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks segðist vera ein fella fyri andstøðuna, tí henda fór ikki at kunna at- kvøða ímóti fyrsta setningi í uppskotinum, har tikið verður soleiðis til: Ásannandi, at Føroya fólk er ein tjóð við ómiss- andi og framhaldandi sjálvsavgerðarrætti, tekur Løgtingið undir við, at farið verður undir eina miðvísa fullveldisætlan o.s.fr. Hetta skuldi vera fellan, sum tey vildu leggja fyri andstøðuna, men so lætt gongur ikki ! Vit í Sambandsflokkin- um eru als ikki í iva um, hvør okkara støða er, tí vit meta okkum sum eina tjóð, og vit eru ikki í iva um, at vit eisini eru fræls, hóast serstakliga landsstýrismað- urin í sjálvstýrismálum hevur roynt at prenta niður í okkum, at ongin, og als ikki danska stjórnin, metir okk- um sum eina tjóð ella sum eitt fólk, men uppskotinum kunnu vit ikki taka undir við. Uppskotið Hyggja vit eftir hvussu nógv mál skulu yvirtakast eftir stutta tíð, so eru tey samb. uppskotinum 24! Í seinasta lagi hin 1. januar 2002, 10 mál. Í seinasta lagi hin 1. januar 2004, 5 mál. Í seinasta lagi hin 1. januar 2006, 7 mál, og í seinasta lagi hin 2. januar 2008, 2 mál. So skal farast undir at rinda fyri yvirtikin mál undir føroyskum málsræði, og heildarveitingarnar til Føroya úr danska ríkiskass- anum skulu lækka umleið 300-400 mió. kr. í seinasta lagi hin 1. januar 2002, og síðan verða tær lækkaðar, til tær eru burtur. Hugsa vit so um, hvussu umstøðurnar eru hjá teim stýrum, sum vit hava í dag, so hoyra vit javnan um, hvussu trupult tað er hjá teimum at loysa tær upp- gávur, sum tey hava fingið álagt undir verandi umstøð- um. Kunngerðir eru ikki til- evnaðar, sum skulu fylgja teim lógum, sum longu eru samtyktar. Bara eitt dømi er Almanna- og Heilsumála- stýrið, ið ikki hevur mann- ing til at fylgja málum upp, so lógirnar kunnu virka. Almennu starvsfólkini arbeiða dagliga undir ein- um øgiligum trýsti, tí polit- iski viljin krevur nógv av teimum. Føroya bispur, sum annars ikki er ímóti yvirtøku av fólkakirkjuna, nevnir dømi um kunngerð- ir, ið ikki enn eru gjørdar ella fullfíggjaðar, so tær kirkjulógirnar, sum tað tók 8 ár at dagføra, kunnu virka eftir ætlan! Tað átti at verið minsta kravið, at teir trupulleikar, sum liggja og bíða eftir at verða loystir, verða loystir fyrst, áðrenn vit taka á okk- um nýggj krøv og skyldur. Búskaparligi parturin Tað skerst ikki burtur, at búskaparligi parturin av fullveldinum/loysingini tel- ur nógv fyri okkum í Sam- bandsflokkinum, og har valdar stór óvissa. Lógaruppskotið vísir eis- ini til Hvítubók í almennu viðmerkingunum, men ein av búskaparfrøðingunum, sum var við til at skriva bú- skaparliga partin av Hvítu- bók, hevur skrivað soleiðis í eini grein: Tað eigur at verða sligið fast, at »óvissan« skuldi verið yvirskriftin á Hvítu- bók. Skulu búskaparfrøð- ingar varðveita umdømi og æru, eigur at verða greitt skilt ímillum tað, sum kann sigast við rímiligari vissu, og tað, sum er púra óvist. Til dømis kann sigast við rímiligari vissu, at »bú- skapurin minkar«, tá ríkis- veitingin hvørvur. Eitt sind- ur fýrakantað sagt, er hetta tað einasta, sum vissa er um. Hvat ið hendir aftaná, liggur fyri stóran part í mjørka. Men at hetta merk- ir færrri arbeiðspláss og harav fráflyting, er ongin ivi um. Hetta er so sjálv- sagt, at tað nýtist ongin hvítbókabólkur at kanna…. Hetta er greið tala! Nógv annað kundi verið skrivað afturat um uppskot- ið um sjálvstýri Føroya fólks, ikki minst at tað stendur í viðmerkingunum, at nú verður trupult hjá donsku stjórnini at sann- føra danska skattgjaldaran um framhaldandi heildar- veitingar til Føroya. Hatta er so satt, sum tað er sagt. Landsstýrið biður so miriliga donsku stjórn- ina um at skerja veitingina og síðani at taka hana burt- ur, tað stendur nú svart uppá hvítt! Fer tað at undra nakran, um okkara løgmað- ur og eins og vara-, fara at skylda uppá danir, tá fíggj- arlógin fyri 2002 skal til- evnast og trupulleikarnir fara at vísa seg? Tað fer ikki at undra okk- um í Sambandsflokkinum ! Men vit fara av øllum alvi at berjast ímóti, at teir gera fleiri ólukkur, og tí má and- støðan standa saman í hes- um stríði. Jóanes N. Dalsgaard Tað rennur rættiliga upp hjá útvarpsstjóranum í Dimma- lætting hósdagin 22. mars. Tað er eitt lesarabræv hjá mær í Dimmalætting 16. mars, sum hevur fingið ilt í hann. Í lesarabrævinum fanst eg at einum innslagi í einum útvarpstíðindum, sum eg helt vera villleið- andi. Grækariasmessudag bar útvarpið tey tíðindi, at hægstirættur broytti triðja hvønn dóm hjá eystara landsrætti. Hetta vóru orð- ini. Um tíðindini vóru sonn, høvdu tey sanniliga verið órógvandi. Men tíð- indini vóru tíbetur ikki sonn. Sannleikin var, at av teimum eystara-landsrætt- ardómum, sum kærdir vóru fyri hægstarætt, var triði hvør dómur broyttur. Hetta er nakað heilt annað enn tað útvarpið segði. Talan er um ein mun uppá góðar 1600 dómar. Av uml. 1700 dómum hjá eystara lands- rætti vóru færri enn 100 kærdir til hægstarætt. Tað var sostatt skeivt, tá útvarp- ið segði, at hægstirættur broytti triðja hvønn dóm hjá eystara landsrætti. Sjálvt útvarpsstjórin má kunna geva mær rætt í, at munur er á 1/3 av 1700 og 1/3 av 100. Í svari sínum ger útvarps- stjórin nógv burturúr at viðgera sinnistøðu mína, umframt at hann hevur hug at arga eitt sindur. M.a. heldur hann tað vera eitt sindur láturligt av mær, í lesarabrævinum at greina hvussu danska rættarskip- anin virkar. Hetta vita øll(?!), sigur útvarpsstjórin. Víðari heldur útvarpsstjór- in uppá, at útvarpið eingi skeiv tíðindi hevur borið. Hann undirbyggir hetta við, at tíðindini vóru ein endur- geving av eini grein í danska blaðnum Politiken, og at danska útvarpið eisini hevði borið tíðindini. Nið- urstøða hansara er tí, at lurtarin (undirritaði) hevur miskilt tíðindini hjá útvarp- inum tí at hann »ikki hevur lurtað nóg væl eftir«. Í øðr- um lagi tykiskt umberingin at vera, at hevur útvarpið sagt ósatt, so er tað tí at Politiken og Danmarks Radio hava sagt ósatt. »Lúgva vit, so er logið fyri okkum«. Svarið frá útvarpsstjóran- um er ikki sørt órógvandi, eisini um vit síggja burtur frá, at tað leggur ein himm- alrópandi mangul uppá professionalismu fyri dag- in. Tað, sum útvarpsstjórin týðuliga boðar frá er, at lurtarin er til fyri Útvarp Føroya og ikki øvugt. Og er tað ikki eitt sindur øvugt?! Eg lurtaði væl eftir tíð- indunum grækarismessu- dag, og hvørja ferð tíðind- ini um landsrættardómar- nar vóru lisin, hoyrdi eg somu villuna. Tí dittaði eg mær til at sláa uppá tráðin til útvarpið henda dagin, men fekk tá somu boðini, sum eg seinni fekk frá út- varpsstjóranum. Í staðin fyri at taka atfinningarnar til eftirtektar, og royna at siga tingini greiðari, so tví- heldur útvarpsstjórin um, at alt er sum tað skal. Eg havi eina samfelagsfrøðiliga út- búgving, og visti eg tí beinanvegin at hesi tíðind- ini vóru skeiv. Men útvarp- ið ber so nógv onnur tíðindi, um viðursskifti, sum eg lítlan ella ongan kunnleika havi til. Hví skal eg taka tey tíðindini fyri fult, tá eg havi prógv fyri hvussu lítið trúðvirðið tíð- indaflutningur útvarpsins kann hava? Útvarpsstjórin heldur tað hava týdning fyri málið, at eg var vorðin »firtin« av tíðindunum. Nú liggur tað ikki til mín at gerast firtin, men annars haldi eg tað vera málinum fullkomiliga óviðkomandi. Spurningur- in er nógv meira djúptøkin og álvarsligur enn so. Spurningurin snýr seg um, hvørt føroyingar kunnu líta á, at tey tíðindi vit hoyra í útvarpinum eru eftirfarandi og viðkomandi ella ikki. Høvuðsgrundgevingin fyri at tað almenna skal reka fjølmiðlar er júst tørvurin á viðkomandi og eftirfarandi upplýsing um tað, sum hendir og rørir seg í samfel- agnum. Tað er vandamikið fyri demokratiið, um fólk eru óupplýst, men hvaðna verri er um tey eru feilupp- lýst. Nú kann tað vera, at onkur heldur at hetta er at gera nakað nógv burturúr einum einstøkum tíðinda- stubba. Tað hevði tað iva- leyst eisini verið, um út- varpið annars bar eftirfar- andi og viðkomandi tíðind- ir. Men so er ikki. Herfyri bar útvarpið tey tíðindi, at íslendska Altingið hevði »avtikið verkfallsrættin hjá íslendskum fiskimonnum«. Tíðindi vóru beinleiðis ó- sonn og villleiðandi, tí talan var sjálvandi ikki um at myndugleikarnir í brøðra- tjóð okkara fyri vestan høvdu gjørt seg inn á grundleggjandi mannarætt- indi. Talan var um, at Al- tingið, eins og Løgtingið so ofta hevur gjørt, hevði steðga einum verkfallið við lóg. Verkfallsrætturin er so- statt tann sami í Íslandi, sum hann hevur verið tað í mannaminni. Eitt annað dømi er, tá tíð- indaflutningurin er krydd- aður við fullkomiliga óvið- komandi upplýsingum, sum kunnu vera við til at geva lurtarunum eina skeiva fatan av, hvussu heimurin sær út. Herfyri bar útvarpið tey syndarligu tíðindini um, at enn ein ungdómur í USA hevði gjørt feigdina um seg á ein- um skúla, har hann hevði skotið frá hond. Tíverri hava vit í seinastuni ofta hoyrt slík tíðindi úr USA, men hesaferð helt tíðinda- upplesarin tað vera týdn- ingarmikið at vit vóru kunnaði um húðalit brots- mansins. Í hesum førinum visti útvarpið, at talan var um ein littan drong. Og hvat so?! – kunnu vit spyrja. Verður sorgarleikur- in størri ella minni tess vegna? Ella er talan um at blása til onkran fordóm um, at ikki-hvít menniskju eru vandamiklari enn vit hvítu? Ella hví var viðmerkingin um húðalitin á brotsmann- inum viðkomandi – rele- vant? Svar ynskist. Kanska svarar útvarps- stjórin enn einaferð, at talan er um misskiljingar, tí at lurtarin (tað eru fleiri við mær, sum eru ørkymlað) ikki lurtar nóg væl eftir. Men kann útvarpsstjórin lata eyguni aftur fyri, at fólk javnan misskilja tey tíðindi, sum útvarpið ber? Well, tað kann gott vera at vit øll eru býtt – uttan út- varpsstjórin og hansara fólk sjálvandi. Men var tað so kanska ikki uppá sítt pláss, at útvarpsstjórin við fylgið kreyp niður úr fílabeins- torninum í Sortudýki og í eygnahædd við lurtaran royndi at lýsa veruleikan sum hann er rundan um okkum, á ein hátt, so at vit býttu lurtarar, sum lurtað so illa eftir, kortini skiltu tey klóku orðini úr erva? VIÐMERKINGAR Andstøðan má standa saman Fílabeinstornið í Sortudíki Nýggjar TANNPROTESUR Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16 Sosial rin 311820 Søkt verður eftir Handilshøli í Runavík. Skal standa við Heiðavegin og hava góðar parkeringsmøguleikar. Skriva til: Sosialurin, Box 76, 110 Tórshavn, Bill. mrk. 620 -tað loysir seg Lesið -tað loysir seg www.sosialurin.fo