Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 25 24 Nr. 60 - 27. mars 2001 VIÐMERKINGAR Eivin H. Jacobsen Mikudagin 21. mars var samrøða prentað við undir- ritaða, sum blaðmaður frá Sosialinum hevði havt í farnu viku. Tá samrøðan umfataði meira enn tað, sum bleiv ført fram í Sosi- alinum, vil eg lýsa málið eitt sindur neyvari. Ikki so at skilja, at blaðmaðurin hevur skriva nakað, sum undirritaði ikki kann standa inni fyri, men meira fyri at taka saman um í hesum týdningarmikla máli, sum er sera rúgvusmikið og um 9 mánaðir skal í føroysk ringbind og hillar at standa. Viðmerkingin í Sosialin- um bleiv gjørd út frá einum tíðindastubba í sjónvarpin- um, har landsstýrismaðurin í samferðslumálum upp- lýsti, at grót úr Gásadals- bergholinum skuldi brúkast til at leingja flogvøllin við 200 metrum, upp til 1450 m, sum var tað mesta vøll- urin kundi leingjast, og at hettar arbeiði kundi gerast fyri 137,5 mill kr. og eftir hetta mátti politiski mynd- ugleikin taka støðu til, hvat víðari skuldi henda í flog- vallarmálinum. Hvussu nógv vøllurin skal leingjast fyri at nøkta ein framtíðartørv, skal und- irritaði ikki gera seg klókan uppá, tað kunnu aðrir gera, men bert sláa fast, at Landsbyggifelagið í 1988 gjørdi eina útbyggingarætl- an um leinging av vøllin- um, sum var í trimum. Eitt upp til 1450 m, eitt til 1800 m. við forskotnum terskli, sum bert kundi nýtast fult út tá talan var um fráferð og so til 1800 metrar uttan avmarkingar. Prísirnir vóru ávikavist 185,3 - 304,3 og 316 mill. Tá hettar er ein- asta almenna kostnaðar- meting sum fyriliggur, má tað verða rætt at halda seg til hesi tøl, so leingi einki annað fyriliggur. Tað, sum er mest áhuga- vert í hesum samanhangin- um er, at hettar er bert ein lítil partur av einari umfat- andi útbygging sum stendur fyri framman. Aðrar út- byggingar, sum neyvan tola at bíða leingi afturat, so sum terminalurin, stendur fyri stórum um- og útbygg- ingum. Kostnaðarmeting er gjørd. sum ljóðar uppá ca. 35 mill. Í 1988 var tann seinasta útbyggingin á flogvøllinum í Vágum tikin í nýtslu, tað var útbyggingin av termi- nalinum: Tá fóru 108.448 fólk um flogvøllin í Vág- um. Ár 2000 fóru 143.208 fólk um vøllin, ein øking uppá góð 32%. Taka vit teir fyrstu mánaðarnar í ár, er økingin ávikavist 5% og 14%, so vøksturin, sum bert er at fegnast um, held- ur áfram. Aðrar útbyggingar eru eisini neyðugar í komandi tíðum. Ferðslan um Vest- mannasund verður økt munandi, tá tunnilin um ca. 2 ár verður tikin í nýtslu. Parkeringsviðurskiftið eru ein stórur trupulleiki, sum er. Hvussu hesið viðurskift- ið verða, tá ferðslan økist við einum 30-40%, er ikki ilt at meta um, men ein íløga uppá einar 5 mill. er ikki óhugsandi. Parkering til tyrlur, nú oljuvinnan stendur fyri framman, mugu eisini betr- ast og eitt tal sum 5 mill. man ikki verða langt av leið, so brúka vit tølini hjá Landsbyggifelagnum uppá fullar 1800 m. og við nevndu útbyggingum, eru vit uppi á 375 mill kr. Velja vit at brúka tølini hjá lands- stýrismanninum, sum eru uppá 137,5 við 200 metr- um, og áðurnevndu útbygg- ingum, er talan um ca. 182 mill. Afturat hesum skal eitt rakstrarhall uppá ca 10 – 12 mill. plaserast á fíggj- arætlanina fyri 2002. Tá vit 01.01.2002 taka við ábyrgd av einasta loft- vegis samferðslukervinum til útheimin, má ein fyri- spurningur til landstýris- mannin í samferðslumálum kunna setast, hvussu pláss skal gevast fyri omanfyri nevndu upphædd á fíggjar- lógini, tá blokkurin skal minkast við 3-400. mill. á komandi fíggjarlóg, og stórar avbjóðingar standa fyri framman, hvat einari oljuvinnu viðvíkur. Viðvíkjandi sjálvari yvir- tøkuna eru fleiri, sum rista høvur, nú bert 9 mánaðir eru eftir. SLV hevur bert driftina av tveimum vøllum eftir, Vágarnar og Born- holm. Hettar er eitt mál í sær sjálvum, at avlevera vøllirnar til kommunurnar ella amtini, Odense var tann seinasta, men hettar hevur ikki verið rist ófyri- reika úr ermuni, men tikið fleiri ár at avvikla. Hvat við eigaraviðurskiftum, loyv- um og starvsfólkaviður- skiftum? Um okkara politiski myndugleiki hevði kunna verið samdur, so var eingin ivi um, at fleiri av útbygg- ingunum kundu verið gjøgnumførdar. Vit kundu lært nógv av grønlending- um, har eru nýbyggingar og útbyggingar gjørdar fyri fleiri 100 mill. í ikki minni enn 6 vallir. Tað skal eingin ivi verða um, at undirritaði meinar, at øll samferðsla, eisini loftferðsla, skal verða á før- oyskum hondum. Men hett- ar skal gerast við skili, og ikki við einari grótrúgvu suður um endan á flogvøll- ium sum narrisuttu, og fyri at fáa eina fjøður í hattin. Tá almenningurin hevur havt ynski um at blivið hoyrdur um tað nýggja Suðuroyðarskipið, sum eis- ini er í lagi, tí hvør annar kennur betur tørvin, so átti almenningurin eisini verðið hoyrdur um yvirtøku og út- bygging av Vága floghavn. Høgni Hoydal Svar til Alva Mortensen, Finn Thomsen, Súsonnu Bertholdsen, Jónsvein Hov- gaard, Sofus Strøm og Jens Johannesen. Tit hava áður í fjølmiðl- unum boðað frá einum fyri- spurningi til undirritaða og løgmann, um vit høvdu virt eina fólkaatkvøðu í Suður- oy um loysing frá restini av Føroyum. Spurdur av Sosialinum svaraði eg, at sjálvsagt fóru tit at fáa svar, tá tit skriva til undirritaða. Tað skulu øll hava, sum skriva til lands- ins myndugleikar. Eg havi tó leitað og ikki funnið nak- að skriv frá tykkum, sum er komið til mín í landsstýr- inum. Sum eg skilji, hevur fyrispuringurin ikki verið sendur beinleiðis til mín. Nú havi eg so fingið eitt annað skriv frá tykkum og skal sjálvandi svara so greitt sum gjørligt. 1.Fyrst er at rætta eina mis- skiljing í skrivi tykkara. Undirritaði tekur fult undir við at byggja Suð- uroyarskipið, sum ein verkætlanarbólkur hevur mælt til – og hóast ym- iskt rumbul hevur verið í fjølmiðlunum, so hugsi eg ikki at neyðugt er at leita eftir ósemjum um hetta mál. 2.Spurningurin um loysing og at skipa seg sum eitt sjálvstøðugt ríki er í míni hugsjón beinleiðis grundaður á fólkarættin. Tað merkir, at sambært ST og øðrum altjóða samtyktum, hevur ein- hvør tjóð rætt til at velja sína egnu stjórnarskipan og harundir at stovna eitt sjálvstøðugt ríki. Ein tjóð er eitt egið fólk við fel- ags, søgu, máli, mentan, politiskum skipanum og virðum. Føroyingar eru serstøk tjóð, vit hava eitt egið land og lúka allar fólkarættarligar treytir fyri at taka fulla ábyrgd av egnum landi og at stovna okkara egna ríki. 3.Suðuroyingar eru føroy- ingar og ikki ein egin tjóð. Ella vit kundu spurt, hvat vóru føroyingar utt- an suðuroyingar? Tí kunnu suðuroyingar ikki fólkarættarliga loysa frá restini av Føroyum – heldur ikki við eini fólka- atkvøðu. Og tað vildi eg til eina og hvørja tíð stríðst hart ímóti. Uttan Suðuroynna og uttan suð- uroyingar hevði føroyska tjóðin og land okkara ikki verið tað, vit eru í dag. Hvørki vinnuliga, ment- anarliga, málsliga, polit- iskt, sosialt og búskapar- liga. Tær sjálvstøðugu Føroyar hava brúk fyri, at vit standa saman um allar oyggjar, firðir og sund. 4.At Suðuroyggin er í eini serligari støðu í mun til restina av landinum við- víkjandi samferðslu, vinnukørmum, útbúgv- ingarmøguleikum o.ø. er eitt sera álvarsligt mál, sum vit ikki eru ósamd um. Eg eri tó sannførdur um, at hetta verður loyst. Ikki frá degi til dags við at einstakir politikarar ella flokkar lova suðuroy- ingum eitt og annað. Men við tí áræði og vilja, sum suðuroyingar altíð hava víst, og sum broytir hugs- anina hjá øllum landspol- itikarum tvørturum floksmørk. Í teimum frælsu Føroyum er tørvur á eini sterkari og blómandi Suðuroy – og tað var har suðuri at sjálv- bjargnis- og frælsisneistin varð kveiktur fyri allar før- oyingar. Yvirtøka og úbygging av Vága Floghavn Suðuroyggin og loysing Jógvan Jespersen Útvarp Føroya Undir yvirskriftini »Er Útvarp Føroya eftir- farandi?« hevði Jóanes N. Dalsgaard eina við- merking í bløðunum í síðstu viku um tíðinda- flutning útvarpsins tann 12. mars. Hann er ikki sørt firt- in um ein tíðindastubba um eina kanning av hægstarættardómum í 1999 og 2000. Hann metir, at hesi tíðindi eru so av leið, at hann noyðist alment at greiða frá, hvussu okkara rætt- arskipan grundleggj- andi virkar. Í roynd og veru átti ikki at verið neyðugt at gera viðmerkingar til hesa grein, tí ÚF hevur ikki borið nøkur skeiv tíðindi ella endurgivið nakað skeivt, men við- komandi viðmerkjari hevur ikki lurtað nóg væl eftir tí, sum varð sagt. Hinvegin er ikki rætt, at ivin, sum við- merkjarin sáar um trú- virðið hjá ÚF, skal standa ósvaraður. Viðmerkjarin hevur fingið burtur úr tíðind- unum 12. mars, at hægstirættur broytir triðja hvønn dóm hjá eystara landsrætti. Tíðindini snú seg um eina kanning av 82 landsrættardómunum í revsimálum, sum í 1999 og 2000 vórðu kærd og viðgjørd í Hægstarætti. Sambært kanningini gjørdi Hægstirættur revsingina linari í næst- an triðja hvørjum máli frá Eystara Landsrætti, men hetta hendi bert í 10. hvørjum máli frá Vestara Landsrætti. Tíðindini vórðu end- urgivin úr danska blaðnum Politiken. Í greinini í Politiken var kanningarúrslitið kunn- gjørt, og formaðurin í revsirættarnevndini hjá Advokatráðnum, for- setarnir í Eystara og Vestara Landsrætti og tveir serfrøðingar í løg- frøði, gjørdu viðmerk- ingar til kanningarúrs- litið. Teir gjørdu m.a. metingar av, hví hesin munurin er. ÚF metti, at tíðindini vóru viðkomandi fyri føroyskar lurtarar, tí Eystari Landsrættur er kærustovnur fyri dóm- ar, sum verða feldir í Føroya Rætti. Radio- avísin hjá DR metti eis- ini hesa greinina so áhugaverda, at hon eis- ini valdi at endurgeva hana. Meira er ikki í hes- um. Jú, ÚF er eftirfarandi VÍF vísti, at tær hava uppiborið føroya- meistaraheitið í ár, tá teimum eydnaðist at vinna sannførandi á Neistanum í høllini á Hálsi sunnudagin HONDBÓLTUR Stefan í Skorini Eingin ivi var, um hvørt av liðunum var Føroya besta, tá Neistin og VÍF møttust í Havn. VÍF sýntist ikki at hava stórvegis trupulleikar at basa neistakvinnum og vísti tað spæl, sum hevur vunnið teimum meistara- heitið. Leiklutirnir hjá hesum báðum feløgum er broyttur nógv tey seinastu árini inn- an kvinnuhondbólt. Vanliga hevur tað verið Neistin, sum hevur verið einaráð- andi innan kvinnuhondbólt, men nú eru leiklutirnir býttir um. VÍF hevur hin- vegin tað sterkasta kvinnu- liðið í Føroyum í dag. Neistin legði hart út Tað var annars Neistin, sum fekk ta betru byrjanina, og ein fekk ta fatan, at Neistin kanska fór at gera bart í hesum dystinum. Heimaliðið kom framum 3-1, men síðani tók VíF ræðið á dystinum, og før- oyameistararnir hugdu ongantíð aftur um bak eftir henda fyrsta hvøkkin. Tá komið varð til hálvleiks, hevði VÍF eina leiðslu á sjey mál. Ein tann besti spælarin í føroysku deildini er Ioana Rapa. Hon var eisini tann størsta hóttanin móti neistamálinum, og Neistin royndi at basa hesi hóttan við at seta ein leikara til at ansa eftir Ioanu. Hetta oyðilegði ikki rútmuna hjá vestmenning- um, sum bara hildu fram við at trumla seg ígjøgnum neistaverjuna, og Ioana Rapa fekk eisini fleiri mál í seinna hálvleiki, meðan hon varð mansvard. Nógv mistøk Dysturin varð eisini merkt- ur av, at leikararnir gjørdu nógv sera býtt mistøk, og onkuntíð gekk bólturin bara aftur og fram millum liðini, uttan at nakað álop varð sett í verk. Hetta gjørdi seg serliga galdandi móti endanum av dystinum, tá spælararnir kanska høvdu sligið seg til táls við, at VÍF fór at vinna dystin. Katrin á Neystabø fekk tað reyða kortið, tá níggju minuttir vóru eftir fyri at taka í armin á mótspælara í fríðari støðu móti málinum. Hetta var kanska gjørt í frustratión yvir vantandi eydnuna hjá Neistanum. Neistin hevur tó enn bronsuna at spæla um, men VB er nú fýra stig framm- anfyri havnakvinnurnar. Neistin hevur nú tríggjar dystir eftir at spæla, meðan VB hevur tveir. VÍF hevur ognað sær før- oyameistaraheitið, og tað er eisini uppiborið, tí vest- mannakvinnur hava heilt einfalt verið ein flokk omanfyri hini liðini. Tað vísir stigatalvan eisini, nú bara tveir dystir eru eftir at spæla. Stór frøi var eisini á spælarunum eftir dystin. Fleiri fólk vóru komin úr Vestmanna at síggja liðið í dysti, og tey fóru ikki vón- brotin heimaftur. Dysturin í tølum Málskjúttar: Neistin: Katrin á Neystabø 5, Annika Thomsen 4, Bjørg Patursson 2, Súna Mørk 2, Susan Brockie 1, Birita Wardum 1 VÍF: Ioana Rapa 7, Fríða Marjunardóttir 6, Nicolina Eyðbjørnsdóttir 4, Sóleyð Mikkelsen 4, Jacklin Durhuus, Alis Høghamar 2 Brotskøst: Neistin 3, VÍF 7 Útvísingar: Neistin 1, VÍF 2 Reyð kort: Neistin 1 Dómarar: Geir Wardum og Carsten Andersen Neistin–VÍF 15–25 (7–14) Føroyameistararnir vístu klassa HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Hoyvíkingar máttu lúta í dyst- inum ímóti KÍF sunnudagin Tað var í seinna hálv- leiki, at kollfirðingar løgdu sjógv millum seg og hoyvíkingar og at enda vunnu lands- kappingardystin við fýra málum. Eftir fyrra hálva tím- an stóð á jøvnum 13- 13, hóast kollfirðingar fleiri ferðir vóru á odda við meiri enn einum máli. Hoyvíkingur góvu ongantíð á hond- um, og teir stríddu seg uppaftur á javnt áðrenn steðgin. Í seinna hálvleiki gekk ikki long tíð, áðrenn heimaliðið hevði tikið seg avger- andi fram um. Tá støð- an gjørdist 19-16, eftir at 10 minuttir vóru spældir í seinna hálv- leiki, fekk H71 ongan KÍF aftur. Restina av dystinum var KÍF frammanfyri – við hvørt við fimm mál- um, við hvørt við færri. Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 30- 26 til KÍF, og flestu málini fyri kollfirðing- ar gjørdu Petur Martin Johansen og Elija To- pic, sum skutu seks mál hvør. Fyri hoyvík- ingar var tað Arnfinn Debess, sum gjørdi flest mál – hann skor- aði sjey. HONDBÓLTUR Eyðun Klakstein Vágskvinnur skoraðu 21 mál fleiri enn Sóljan VB vann væntaða sig- urin, tá Sóljan var á vitjan í Vági sunnu- dagin. Dysturin mill- um tey bæði liðini, sum stríðast í hvør sín- um enda á stigatalvuni, endaði við 35-13 til VB. Sóljan legði seg fram um 2-0, men næstu ferð kvinnurnar úr Vágum skoraðu, hevði VB gjørt 11 mál. Fyrri hálvleikur endaði við 16-6 til vágskvinnur. Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama. VB skoraði við nógv mál, meðan Sóljan svaraði aftur víð hvørt. Toppskjúttar hjá VB vóru Guðrið Morten- sen, sum gjørdi 10 mál. Regina Rado skoraði 8 mál. Marjun Jørgensen og Herta Simonsen skutu fimm mál hvør fyri Sóljuna. VÍF hevur í ár verið klárt tað besta liðið hjá kvinnunum Kollfirð- ingar vunnu Tryggur VB-sigur