týsdagur 27. mars 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 27. mars 2001
23
22
Nr. 60 - 27. mars 2001
Bara ein av heilt
gomlu garduni var á
vøllinum, tá Føroyar
fyri triðja ferð vunnu
undankappingardyst
á útivølli
Vit hava fleiri ferðir verið
inni á, at eitt ættarliðsskifti
á landsliðnum hevur hóm-
ast í havsbrúnni. Í 2–0 sigr-
inum á Luksemburg leygar-
dagin var tað sjón fyri søgn,
at fyrsta ættarliðið av spæl-
arum, sum umboðaðu Før-
oyar í altjóða skrásettum
landsdystum, er um at
hvørva, og at tað ber til at
standa seg, sjálvt um fleiri
úr næsta ættarliðnum ikki
eru tøkir.
Kurt Mørkøre var einasti
maður, sum var á vøllinum
leygardagin, og sum eisini
var á vøllinum, tá Føroyar í
1990 vunnu 1–0 á Eystur-
ríki. Ein annar spælari, sum
spældi ta ferðina, var í
ferðalagnum hesa ferð,
men Allan Simonsen tykist
hava gjørt av, at Jákup
Mikkelsen skal verja málið,
meðan Jens Martin Knud-
sen skal sita á beinkinum.
Páll Guðlaugsson setti í
sínum landsliðsskeiði, sum
var til og við 1993, fleiri
spælarar við. Leygardagin
vóru tríggir á vøllinum: Óli
Johannesen, Øssur Hansen
og Todi Jónsson. Hinir
spælararnir
hava
bara
spælt, meðan Allan Simon-
sen hevur verið venjari.
Tá Allan Simonsen í
1994 gjørdist venjari, komu
Jens Kristian Hansen og
Henning Jarnskor á liðið í
fyrsta dystinum, sum var
ímóti Grikkalandi. Leygar-
dagin var hvørgin teirra við
í Luksemburg, og tað var
Allan Mørkøre, sum hevur
metið í landsdystum, held-
ur ikki.
Jens Kristian Hansen og
Allan Mørkøre eru skaddir.
Lítil ivi man vera um, at
teir verða við í kappingini
um landsliðsplássini, tá teir
koma fyri seg aftur. Men
tað er hugaligt, at tað ber til
hjá landsliðnum at vinna,
sjálvt um onkrir av teimum,
sum hava verið fastir menn,
ikki eru tøkir. Tað boðar frá
øktari kapping.
Søguligur NSÍ maður
Millum nýggju menninar á
landsliðnum er Christian
Høgni Jacobsen. Tá tað
leygardagin var greitt, at
Todi Jónsson ikki fekk
spælt, vísti venjarin NSÍ
manninum álit heldur enn
HB monnunum Andrew av
Fløtum og Rógva Jacobsen.
Christian Høgni Jacob-
sen kom inn í landsdyst-
inum í Svøríki í januar. Tað
vil siga, at talan var ikki um
debut leygardagin, men tað
var merkisvert, at talan var
um fyrsta NSÍ mannin í
undankappingardysti í seks
ár.
NSÍ hevur framman-
undan Christian Høgna Ja-
cobsen bara verið umboðað
av tveimum spælarum á
landsliðnum.
Abraham
Hansen hevur spælt við
NSÍ, men hann hevur ikki
umboðað teir í altjóða skrá-
settum landsdystum.
Jens Martin Knudsen og
Djóni Nolsøe Joensen hava
tilsaman
spælt
seytjan
landsdystir fyri NSÍ. Merk-
isvert er tað, at teir báðir,
eftir at hava umboðað onn-
ur feløg í fleiri ár, nú eru
aftur í barndómsfelagnum í
Runavík.
Jens Martin Knudsen
umboðaði NSÍ í trettan
landsdystum fram til og við
1991. Tá var síðsti undan-
kappingardysturin
ímóti
Jugoslavia í Landskrona
16. oktober.
Djóni N. Joensen hevur
umboðað NSÍ í fýra lands-
dystum. Síðsta ferðin var í
vinardystinum ímóti Ís-
landi í 1995. Síðsti undan-
kappingardysturin
hjá
Djóna fyri NSÍ var í
Russlandi 6. mai í 1995. Ta
ferðina loysti Djóni síðstu
tjúgu minuttirnar Henning
Jarnskor av.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at tað gingu knøpp
seks ár, har NSÍ ongan
spælara átti í nøkrum
undankappingardysti. Men
so mugu vit leggja afturat,
at tað var vorðið sum um-
boð, ið NSÍ fekk í undan-
kappingardystinum ímóti
Luksemburg.
Christian Høgni Jacob-
sen, sum er føddur 12. mai
í 1980, gjørdist søguligur, tí
hann er fyrsti NSÍ maðurin,
sum hevur skorað á lands-
liðnum.
Føroyingar hava tilsaman
skorað 45 landsliðsmál, og
Christian Høgni er seytj-
andi føroyski málskjúttin.
Ein grikki skoraði sjálvmál
á Svangaskarði í 1994. Hini
málini hava hesir skorað:
Todi Jónsson (9), Uni Arge
(7), Jan Allan Müller (4),
Kurt Mørkøre (3), John
Petersen (3), Jens Kristian
Hansen (2), Øssur Hansen
(2), Henning Jarnskor (2),
Torkil Nielsen (2), Jens
Erik Rasmussen (2), Kári
Reynheim (2), Jan C. Dam
(1), Hans Fróði Hansen (1),
Óli Johannesen (1), Julian
Johnsson (1) og Allan
Mørkøre (1).
jh
Millum norður-
lendsku grannatjóð-
irnar tykjast Dan-
mark, Svøríki og
kanska Finnland at
hava møguleika at
koma við í HM
endaspælið
Tað gongst betri hjá før-
oyska landsliðnum í HM
undankappingini, enn tað
gongst hjá flestu av hinum
pinkutjóðunum í Europa.
Millum teirra, sum før-
oyingar plaga at verða sam-
mettir við, eru Liktinstein,
San Marino, Malta, Luks-
emburg, Armenia, Andorra,
Kypros, Estland, Moldova,
Aserbadjan
og
kanska
eisini Albania, Letland og
Litava.
Einastu av hesum lond-
unum, sum hava fleiri stig
enn Føroyar í HM und-
ankappingini, eru Estland
og Kypros, sum hava seks
stig í part. Hesi bæði
londini eru í bólki saman,
og leygardagin taptu bæði
londini stórt á heimavølli.
Holland fór úr Andorra við
5–0 sigri, og Írland, sum
hevur fleiri ungar og í al-
tjóða høpi nýggjar spælar-
ar, fór av Kypros við 4–0
sigri. Roy Keane, liðfor-
maðurin hjá Manchester
United og Írlandi, skoraði
tvey mál. Hetta var í bólki
tvey.
Í bólki trý hevur Malta
eitt stig, men teir hava einki
mál skorað. Stórtapið ímóti
Danmark leygardagin pynt-
aði ikki um málmunin, sum
nú er 0–9.
Í bólki fýra eru Moldova
og Aserbadjan pinkutjóð-
irnar. Innanhýsis uppgerðin
endaði málleyst. Á heima-
vøllinum fekk Aserbadjan
fyrsta stigið, meðan Mol-
dova tvífaldaði sítt stigatal,
sjálvt um málmunurin er
0–3.
Armenia er vánaligasta
landið í bólki fimm. At teir
megnaðu 2–2 á heimavølli
ímóti Wales var mett sum
gott úrslit og harvið sum
vónbrot fyri Wales. Ar-
menia hevur tvey stig og
málmunin 5–7.
San Marino spældi ikki
leygardagin. Teir eru vána-
ligasta landið í bólki seks.
Letland, sum bara hevur trý
stig, legði rygg til 4–1 tap á
útivølli ímóti Kroatia.
Í bólki sjey tapti Likt-
instein 5–0 í Spania. Likt-
instein eru framvegis sørir í
stigum, og málmunurin er
0-–7. Í bólki átta fekk
Litava fyrsta stigið, tá teir á
útivølli greiddu 1–1 ímóti
Ungarn. Litava hevur mál-
munin 2–12.
Albania var um reppið at
megna mest óvæntaða úr-
slitið leygardagin. Tað var
ikki fyrrenn í evstu løtu, at
týskararnir – sør sjálvum lík-
um – skoraði 2-1 sigursmálið
á heimavølli. Albania hevur
trý stig og málmunin 4–4.
Noreg fallið
Av norðurlendsku granna-
tjóðunum hjá Føroyum er
støðan vánaligast í Noregi.
Eftir 3–2 tapið á heimavølli
móti Póllandi er møgu-
leikin fyri at sleppa til HM
í Japan og Suðurkorea
næsta ár mest sum burtur.
Norsku fjølmiðlarnir eru í
øðini. Teir mæla til, at
landsliðið verður skift út.
Ofta verður farið eftir
venjaranumMen í Noregi
halda tey ikki, at nakar er
betri skikkaður enn Nils
Johan Semb at fáa Noreg til
EM endaspælið, sum verð-
ur í Portugal í 2004. Í staðin
verður mælt til, at átta
spælarar verða skiftir út.
Millum teirra er liðfor-
maðurin Henning Berg.
Svøríki vann tepran, men
týdningarmiklan 1–0 sigur
á heimavølli móti Make-
dona. Finnland tapti 2–1 í
Liverpool,
men
finnar
høvdu stóran heiður av
avrikinum ímóti Onglandi.
Týskaland tykiast hava sett
seg á oddasessin í bólkin-
um, meðan Finnland fram-
vegis hevur møguleika í
kappingini um næstfremsta
plássið. Størsti kappingar-
neytin hjá teimum er júst
Ongland.
Ísland kom á odda í
Bulgaria. Hermann Hreið-
arsson skoraði í 26. minutti.
Tíggju
minuttir
seinni
javnaði Bulgaria, og stutt
undan steðginum versnaðu
fyritreytirnar hjá Íslandi. Tá
varð Larus Sigurðsson rikin
av vøllinum. Tólv minuttir
undan leikloki fekk heima-
liðið sigursmálið.
Danmark vann 5–0 á
suðuri á Malta. Men fyri
danir hevði leygardagurin
verið uppaftur betri, um
Ísland hevði megnað at
tikið stig frá Bulgaria. Dan-
mark og Bulgaria kappast
um
plássið
aftanfyri
Kekkia. Sigarføringin í
Danmark er rættuliga høg. Í
hvussu so er til í annað-
kvøld, tá Danmark skal
spæla í Kekkia. Danska
pressan heldur, at tað er
langt síðani, at teirra lið
hevur verið so væl fyri,
sum tað er nú. Venjarin,
Morten Olsen, sigur, at
hann ongantíð hevur sæð
trímálaskjúttan á Malta,
Ebbe Sand, vera so væl
fyri, sum hann er nú.
Russarar hálvsova
Fyri føroyingar var tað
leygardagin áhugavert, at
Russland
og
Slovenia
spældu 1–1 í Moskva. Tað
vil siga, at Russland og
Føroyar megnaðu sama
úrslit á heimavølli ímóti
Slovenia.
Dysturin
á
Svangaskarði ímóti Slo-
venia í fjør endaði 2–2.
Veðurumstøðurnar
í
Moskva hesa ársins tíðina
hava við sær, at vøllurin á
olympiska stadion var ikki
serliga góður leygardagin.
Avrikið hjá heimaliðnum
tóktist heldur ikki serliga
sannførandi. Kanska verður
eitt sama slag avrik nóg
mikið til í morgin at fáa øll
stigini ímóti Føroyum, men
tað skal nógv meiri til, um
russarar skulu hugsa um at
sleppa upp í part í enda-
spælinum um eitt gott ár.
Umframt Russland og
Slovenia kappast Sveis og
Jugoslavia um pláss í
endaspælinum í Japan og
Suðurkorea.
Innanhýsis
dysturin í Beograd ímillum
hesi bæði londini endaði
leygardagin 1–1.
jh
NSÍ er komið aftur á landsliðskortið
Føroyar hevjaðu seg millum
hinar smátjóðirnar
Kristian Høgni er stoltleikin hjá runavíkingum
Mynd: Álvur Haraldssen
Mansliðið hjá vest-
menningum vann
tepurt á Neistanum í
høllini á Hálsi sunnu-
dagin og sló harvið
fast við sjeytumma
seymi, at teir eru
rættir vinnarar av
FM-heitinum
HONDBÓLTUR
Stefan í Skorini
Tað var ein góður dagur hjá
teimum vestmenningum,
sum høvdu leitað sær til
Havnar sunnudagin. Fyrst
vunnu kvinnurnar á Neist-
anum, og síðani gjørdu
menninir teimum bragdið
eftir.
VÍF hevði sum so einki at
spæla um annað enn heið-
urin, tí meistaraheitið varð
tryggjað longu mikudagin,
og tað hevur leingi ligið í
kortunum, at vestmenn-
ingar fóru at ogna sær FM-
heitið hjá monnum – og hjá
kvinnum.
Fylgdust
Fyrri hálvleikur var sera
tættur, og liðini fylgdust
væl, sum hálvleikurin leið.
Ongantíð vóru fleiri enn trý
mál á muni, tá Neistin legði
seg framum 7-4.
Munurin var eingin mill-
um liðini bæði, sum spældu
væl upp ímóti hvørjum
øðrum. Neistamenn tóktust
at vera væl uppsettir til
dystin, meðan VÍF-ararnir
vóru heldur minni tendr-
aðir.
Neistin ansaði væl eftir
Inga Olsen mestsum allan
dystin, og hann varð mans-
vardur. Hóast hann var væl
ansaður, so skeyt Ingi átta
mál í øllum dystinum.
VÍF dró frá
Tað var VÍF, sum vísti betri
spæl, tá dysturin varð settur
í gongd aftur. Eisini tóktust
vestmenningar betri upp-
lagdir eftir steðgin.
Teir drógu spakuliga frá
vertunum, sum ikki megn-
aðu at fylgja við føroya-
meistarunum. Fyrra part av
seinna hálvleiki kom stígur
í málskjótingina hjá Neist-
anum, og teir fingu bara trý
mál átjan teir fyrstu minutt-
irnar. Tað var hesa løtuna,
at VÍF legði sjógv ímillum
seg og Neistan.
Hjá heimaliðnum var tað
serliga Áki Mørk, sum var
eyðsýndur í seinna hálv-
leiki, men hóast hann
gjørdi sítt til at fanga VÍF
aftur, so eydnaðist tað ikki.
Áki gjørdi øll síni fimm
mál eftir steðgin.
At VÍF hevur eitt betri lið
enn Neistin sást væl við
tað, at kanska besti leikarin
hjá VÍF, Áki Olsen sat á
beinkinum allan dystin, og
kom ongantíð inn.
Móti endanum satsaði
Neistin alt, teir áttu. Tríggir
spælarar fóru út at mans-
verja VÍF-arar, men hetta
gav ikki bonus, tí munurin
millum liðini minkaði ikki
nakað serligt.
VÍF hevur tryggjað sær
meistaraheitið, men tað
tykist, sum teir vilja vinna
allar dystirnar, teir hava
eftir at spæla. Neistin hevur
enn ein møguleika at vinna
bronsuna, men Kyndil, sum
er eitt stig frammanfyri,
hevur spælt ein dyst færri.
Neistin hevur tveir tor-
førar dystir eftir at spæla. 1.
apríl gongur leiðin inn á
Skála, har StÍF tekur ímóti,
og seinasti dysturin er ímóti
Kyndli.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Ári Rouch 6, Áki
Mørk 5, Jacob Jónsson 5,
Rune Møller 2, Ragnar
Zachariasen 1, Kári Mort-
ensen 1, Helgi Justinussen
1
VÍF: Ingi Olsen 8, Sámal
Joensen 4, Agnar Joensen
4, John Zachariasen 4,
Johnny Joensen 2, Martin
Hummeland
2,
Rógvi
Nielsen 1
Brotskøst: Neistin 5, VÍF 5
Útvísingar: Neistin 5, VÍF
2
Neistin–VÍF 22–25 (12–12)
VÍF basti Neistanum
Klaksvíkskvinnur
halda fast um
næstfremsta
plássið í deildini
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Leygardagin var Stjørn-
an í Havn eftir trimum
stigum.
Klaksvíks-
kvinnur spældu ímóti
Kyndli, og tað endaði
við sigri til Stjørnuna.
Úrslitið av dystinum
29-23.
Tá 10 minuttir vóru
spældir av dystinum tók
Stjørnan seg spakuliga
fram um Kyndil, og
restina av dystinum var
Stjørnan frammanfyri.
Munurin var ikki stórur,
men Klaksvíkskvinnur
høvdu allatíðina frá
tveimum og upp í sjey
mál á muni.
Hjá
heimaliðnum
vóru tað næstan bara
Lotte Sørensen og Jór-
un Ludvig, sum skor-
aðu mál. Tær báðar
gjørdu átta mál hvør, og
hini málin áttu Jensia
Petersen og Ann Han-
sen.
Hjá Stjørnuni var býtt
javnt
millum
fleiri
spælarar. Anna Kristina
Samson skoraði 7 mák,
og Annika Ljósstein og
Simona Dzygute skor-
aðu seks hvør. Síðani
gjørdu fleiri aðrir spæl-
arar færri mál.
HONDBÓLTUR
Eyðun Klakstein
Neistakvinnur
hildu fast um
møguleikan at
vinna heiðurs-
merki við sigri
ímóti Søljuni
Søljukvinnurnar spæl-
du tveir dystir um viku-
skiftið. Fríggjakvøldið
var Neistin á vitjan, og
hesin dysturin endaði
við einum vágatapi upp
á 8 mál.
Neistin legði grund-
arlagið undir sigrinum
beinanveign í dystinum,
tí tá 12 minuttir vóru
spældir var støðan 7-1
til Neistan. Tá lá ein
rættiligur stórsigur í
luftini, men heimaliðið
mentist
nakað
eftir
vánaligu byrjanina og
fór at gera mál.
Tá liðið fóru til hálv-
leikssteðgin var støðan
14-8 til Neistan.
Í seinna hálvleiki
gekk rímuliga javnt á,
men samanlagt togaði
Neistin seg tvey mál
afturat fram um kvinnur
úr Vágum, so at enda-
liga úrslitið av dystin-
um gjørdist 24-16
Toppskjúttar hjá liðn-
um úr Havn vóru Katrin
á Neystabø og Annika
Thomsen, sum skutu 8
mál í part. Marjun Jørg-
ensen gjørdi seks mál
fyri heimaliðið.
Neistin hevur fram-
vegis
møguleika
at
vinna heiðursmerki, og
kappingin um metali er
ímóti Stjørnuni og VB.
Stjørnan
sær silvurið
Neistin vann
í Vágum