Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 60 - 27. mars 2001 Nr. 60 - 27. mars 2001 21 gult cyan magenta svart Væntandi visum var orsøkin til, at Súni Olsen ikki slapp við liðfeløgunum til Moskva LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Moskva Tað var ikki alt, sum gekk eftir ætlan, tá føroyska ferðalagið klokkan 9.25, lokala tíð, skuldi taka seinastu fetini inn í flog- farið, sum skuldi taka teir longu leiðina til Moskva. Í passeftirlitinum á flog- vøllinum í Brüxelles varð Súni Olsen steðgaður, tí hann ikki hevði neyðuga visumið fyri at sleppa inn til Russlands. Vistu um trupulleikan Leiðarar í landsliðshópin- um vóru væl greiðir um trupulleikan, sum var íkomin, tí Súni varð úttikin eftir sjúku hjá Una Arge, og at hann tískil ikki hevði havt neyðugu tíðina til at fáa innferðarloyvið í rætt- lag. Jens Erik Magnussen, sum er annar av ferðaleið- arunum hjá landsliðnum, segði við Sosialin, at teir sjálvandi vóru greiðir um trupulleikan. - Trupulleikin er sjálv- andi tann, at innferðarloyv- ini vórðu útstkrivað í Keypmannahavn undan fráferðini, og at Súni eftir- fylgjandi varð úttikin til hópin. - Eg hevði tó fingið at vita, at tað helst ikki fór at gerast nakar trupulleiki hesum viðvíkjandi í Belgia, men at vit kanska høvdu fingið ein trupulleika í Moskva. Hinvegin visti eg, at um vit komu til Moskva, so hevði borið til at fingið fólk á staðnum at hjálpt okkum. Sum tú sært, so slapp Súni tó ikki við flúgvarun- um, og tað var eisini or- søkin til seinkanina her niðri. Viðførið hjá Súni var nevnliga kekkað inn, og tí mátti hetta takast úr aftur flogfarinum, áðrenn farast kundi. Verður helst við Trupulleikin var tó ikki størri enn sum so, at við evstamark okkara varð framvegis roknað við, at Súni fór at koma til Moskva undan landsdystin- um. Jens Erik Magnussen greiðir frá, at Mortan Poulsen, sum eisini er ferðaleiðari á ferðini var eftir í Brüxelles saman við Súna, og at teir báðir ætl- andi skuldu koma til Moskva tíðliga mánamorg- unin. Ikki fyrstu ferð Annars er hetta ikki fyrstu ferð, at Jens Erik hevur havt trupulleikar av at ferðast til Moskva. Eina ferð áður hevur landsliðið verið at kalla fast í russiska høvuðsstaðnum. Tað ferðina greiðir Jens Erik frá, at tað varð lovað teimum, at innferðarloyvini skuldu liggja klár á flog- vøllinum, men hetta varð kortini av ongum. Tískil høvdu teir hesa ferð gjørt alt umvegis russisku um- boðsstovuna í Keyp- mannahavn, men at sjúka so ger um seg, fekk Fót- bóltssambandi so ikki vart seg fyri. Forðingarnar vóru nógvar, tá føroyski landsliðshópurin sunnudagin skuldi ferðast úr Luksem- burg til Moskva LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Moskva Tað varð ein drúgv ferð, sum landsliðið hevði fyri framman, tá teir tíðliga sunnumorgunin settu kós- ina móti russiska høv- uðsstaðnum, Moskva. Longu klokkan fimm á morgni skuldu spælararnir sessast í bussinum, sum skuldi føra teir úr Luks- emburg til Bruxelles. Har skuldi nærum alt fyri eitt kekkast inn til Moskva, og so var annars bara at bíða. Eftir at flogfarið fyrst varð seinkað, orsakað av mangl- andi visum hjá Súna Olsen, varð flogið í tríggjar tímar til Moskva. Lítið mundu leikararnir tá grunað, at teir tá áttu drúgvasta partin av ferðini eftir. Gjølligt eftirlit Flestir mundu teir vóna, at teir skjótt fóru at fáa eina tiltrongda hvíld, men tað skuldu ganga nógvir tímar, áðrenn fleiri teirra sóu hotell sengurnar á størsta gistingarhúsinum í Europa, hotel Rossija. Fyri føroyingar, sum al- oftast eru vanir við at spáka sær ígjøgnum passeftirlitið í Kastrup við einsamalla orðinum »Føroyar«, mundi tað kennast møðsamt at standa í bíðirøð, meðan ein og ein leikari spakuliga fóru ígjøgnum eftirlitið, har gomlu passmyndinar og núverandi andlitini vórðu samanborin. Fyri summi mundi tað tykjast sum ein sonn uppvísing í eystur- europeiska umsitingarvald- inum, sum enn hevur góðar dagar, hóast jarntjaldið fyri eystan hevur verið burturi í góð 10 ár. Viðførið varð tikið Eftir at teir soleiðis langt um leingi vóru komnir fram til rúmið, har viðførið skuldi rulla eftir transport- bandinum, men tá kom so næsti trupulleikin. Tá alt varð gjørt upp vísti tað seg nevnliga, at tríggjar taskur og 14 kassar við viðføri hjá landsliðnum ikki vóru komin vegin farm. Tað tók eisini sína tíð at finna út av, hvar alt hetta var horvið. Alt varð funnið í einum høli á flogvøll- inum, men fyri at fáa hetta út, var neyðugt at leggja nakrar dollarar á diskin. Risa stórt hotell Eftir tveir langar tímar vóru lidnir, kundi leiðin so endi- liga leggjast frá flogvøll- inum, varð í bussi koyrt til gistingarhúsið. Eftir at hava koyrt á góðan hálvan tíma fram við nógvu stalinist- isku monumentunum, var hotellið í eygsjón, men heldur ikki hetta var løtuverk at avgreiða. Fyrst og fremst tí tað mundi taka úti við hálvan annan tíma at fáa leikarar, leiðarar og fjølmiðlafólk bookað inn, men so sanniliga eisini or- sakað av støddini á hotellinum. Tað er nevnliga ikki bara at siga tað, at skula finna runt inni á størsta hotell- inum í Europa. Tað gingu nevnliga góðir tríggir tímar, til allir leikarar høvdu funn- ið út av, hvat kamar teir skuldu hava á risastóra hotellinum, sum hevur ikki færri enn 3.100 kømur, og sum at kalla er bygt í trimum risastórum blokk- um. Sostatt gingu sjey og ein hálvur tími frá teirri løtu at flogfarið setti seg, til moyru spælararnir høvdu funnið seg til sættis á gistingar- húsinum, har Reyða torgið liggur framman fyri høv- uðsdyrnar. Viðførið varð gíðslatikið Súni mátti bíða Risastóra hotellið við 3.100 kømurum er staðið, har landsliðsleikararnir skulu búgva fram til hósmorgunin Súni Olsen slapp ikki við landsliðnum til Moskva, men noyddist ístaðin at gista í belgiska høvuðsstaðnum saman við Mortani Poulsen, ferðaleiðara