Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 19 18 Nr. 60 - 27. mars 2001 Fróði Benjaminsen heldur ikki, at tað á nakran hátt loysir seg at hava ov stóra virðing fyri mótstøðuliðnum LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Hóast tað var fyrsti týdningarmikli dysturin, at Fróði Benjaminsen byrjaði inni á landsliðnum, so tóktist hetta ikki á nakran hátta at nerva avriki hans- ara. Eingin orsøk til virðing Tá vit eftir dystin skiftu orð við miðvallaran tóktist heldur ikki, sum um hetta var nakað, sum hann hevði givið sær stórvegis far um. - Vit vónaðu sjálvandi allir at vit kundu vinna dystin, men eg haldi tó ikki, at talan var um nakrar serligar nervar fyri mítt viðkomandi. Tað er jú ein dystur sum allir aðrir, og eg haldi ikki, at tað loysir seg, um mann fer at hugsa um nógv um hinar. Serliga ikki, tí liðið ikki er nakað betri enn okkara, sigur Fróði. Spurdur, um hugburðurin er hin sami, um hann sleppur at byrja inni móti Russlandi, sigur Fróði, at tað roknar hann í øllum førum við. - Dysturin skal jú spælast, og so kann tað gera tað sama, hvør tað er, sum spælt verður ímóti, sigur ein kølin toftamaður. Troyttur Tá eitt korter var eftir at spæla, varð Fróði tikin av vøllinum, og sjálvur helt hann eisini, at hendan út- skiftingin var í lagi. - Eg veit ikki, um tað var orsakað av, at eg havi ligið sjúkur, men eg var í øllum førum ógvuliga moyrur tá. Vøllurin var eisini sera tungur, so eg hevði einki ímóti at koma út, segði Fróði Benjaminsen at enda. Hans Fróði Hansen ásannaði, at vátið vøllurin gav trupul- leikar í seinna hálv- leiki, men helt tó ikki, at talan nakran tíð fór at vera um ein sigur til Luksemburg LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Tað mundi fara kalt niður eftir rygginum hjá føroysku áskoðarunum, tá verju- álitið, Hans Fróði Hansen, tvær ferðir á rað metti bóltin skeivt, so talan kundi verið um heilt vandamiklar støður framman fyri før- oyska málið. Ávirkaði ikki Sjálvur ásannaði Hans Fróði eisini, at váta lendið gav teimum trupulleikar, men hann legði tó dent á, at hetta ikki ávirkaði verjuna nakað serligt sálarliga. - Eg helt, at vit alla tíðina høvdu eitt gott tak á teimum. Teir megnaðu ikki at spæla seg til veruliga møguleikar, og tí kendist tað á ein hátt ikki so tungt, at tað kiksaði hasara báðar ferðirnar. Sjálvandi hevði verið ræðuligt, um teir skoraðu tá, men hinvegin var eg líka sum ikki bangin fyri tí. – At vit høvdu trupul- leikar av lendinum komst av, at vit ikki settu nóg langar dobbar undir gagg- urnar í hálvleikinum. Eg helt ikki, at tað var neyð- ugt, men tað skuldi eg kanska havt gjørt, sigur hann smílandi. – Sjálvt verjuspælið gekk alla tíðina sera væl. Óli stýrdi rangstøðufelluni per- fekt, sjálvt um tað kanska hevur sæð dekan ov vágið út onkun tíð, men vit kendu tað alla tíðina soleiðis, at vit høvdu tamarhald á, sigur Hans Fróði Hansen. Spurdur, hvussu kenslur- nar vóru, tá fyrra føroyska málið kom segði Hans Fróði, at tað sjálvsagt var ein lætti. - Tá var eg vísur í, at vit fóru at vinna dystin. Teir hvødu ikki víst tað stóra, og tí var eg ongan tíð bangin um, at teir fóru at koppa øllum á høvdið, sigur verjuskansin at enda. Christian Høgni Jacobsen hevði ilt við at trúgva at hann brádliga hevði lagt Føroyar á odda í Luksemburg LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Tað mundi vera við ringum tannabiti, at føroysku á- skoðararnir sóu Christan Høgna Jacobsen loysa Toda Jónsson av, tá bert knapp- liga 20 minuttir vóru leiktir av dystinum móti Luksem- burg. Ikki tí teir høvdu nakað ímóti Christian Høgna, men Todi er so av- gjørt tann leikarin, sum viðhaldsfólkini vænta sær mest av, tá føroyska lands- liðið spælir. Eingin tíð at hugsa Sjálvur segði Christian Høgni tó eftir dystin, at hann als ikki hevði stundir til at hugsa um hetta, tá hann fekk boð um at fara á vøllin. – Har var ikki so nógv at gera. Eg mátti bara fara á vøllin, og eg hevði als ikki stundir til at fáa nakrar nervar, segði runavíking- urin um hetta at verða sendir á vøllin so brádliga. At hann so eisini hevði eina væl eydnaða dribling alt fyri eitt, var so avgjørt ikki nakað, sum gjørdi hugin at spæla verri, ásann- aði hann eisini eftir dystin. Málið Um sjálvt málið segði Christian Høgni, at ikki var í iva um, at hann fór at raka bóltin. At hann sjálvur sá heldur bilsin út eftir hetta, komst sambært málskjútt- anum av háttinum, sum dómarin bríkslaði. – Bólturin lá væl, og eg tveitti meg bara eftir honum. Eg bleiv tó eitt sindur kløkkur, tá dómarin bríkslaði, og helt hondina á lofti. Eg helt eina løtu, at talan var um rangstøðu, men tíbetur vísti tað seg bara, at hann vildi hava meg inn aftur á vøllin, sigur ein smílandi runavíkingur. Um seinna málið segði Christian Høgni, at tað ikki var so nógv annað at gera enn at spæla til Kurt. - Hann var jú púra leysur, so tað var tað, sum eg skuldi gera, sigur hann. At mótstøðuleikararnir ikki vóru so væl fyri krops- liga, sum mótstøðuliðini hjá landsliðnum ofta eru, var so eisini nakað, sum hóvaði honum. Hann held- ur ikki, at tað í so máta var nakar trupulleiki at koma inn. Skal niður aftur Mikudagin er longu lands- dystur aftur á skránni, men enn tykist Christian Høgni als ikki at hava gjørt sær nakrar tankar um hendan dystin. Til tann dystin eru tað á pappírinum bertu hann og Kurt, sum eru skrásettir sum áleyparar, men spurd- ur um hetta, svarar Christ- ian Høgni, at hann als ikki hevur gjørt sær nakrar tankar um tann dystin. - Tað verður sjálvandi venjarin, sum ger av, hvørj- ir byrja inni. Sjálvur má eg bara royna at koma niður aftur á jørðina, sigur ein smílandi Christian Høgni at enda. Nógv servenjing er orsøkin til, at Julian Johnsson nú eisini tykist vera betraður í spælinum, tá hann hevur vunnið bóltin LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Einki er at taka seg aftur í, at mest sjónligi føroyski leikarin leygardagin var Julian Johnsson. Umframt at hann sum vant vann hópin av bóltum, so var Sogndal leikarin eisini meira eyðsýndur hesaferð, tí hann tykist hava betra seg nógv í avspælinum av bólt- inum. Servenjing Julian er heldur ikki ósamdur í hesum, og sigur eisini, at tað er ein sera einføld orsøk til, at so er. – Vit venja jú rættiliga ofta í Sogndal. Ofta er talan um servenjing um morgn- arnar, og har royna vit so sjálvsagt at betra um tað, sum vit ikki eru so sterkir. Tað so bara ikki altíð, at hetta sæst aftur í dysti, men í dag riggaði tað bara heilt væl, sigur ein glaður Julian. – Tað ger tað tó eisini nakað lættari hjá mær, at liðið riggaði so væl. Tá fellur alt nógv lættari, tí allir hava yvirskot til at hjálpa hvørjum øðrum. Spurdur, um hann so- leiðis er í ferð við at um- leggja spæl sítt, sigur Julian, at tað er hann so ikki. Sambært honum skulu vit í øllum førum ikki vænta okkum at síggja hann sum ein spælara, sum fyrst og fremst er kreativur. – Nei, nakar supertekn- ikari verið eg nokk ongan- tíð. Tú kanst heldur ikki krevja, at nakar spælari brádliga skal broytast full- komuliga. Tá eg fari inn til ein dyst, so hugsi eg mest um at vinna nærdystirnar og stríðast. Riggar hetta, so kemur restin av sær sjálv- um. Vóru sterkari Um dystin sjálvan helt Julian annars, at talan í løtum var um ein rættiliga javnan dyst. – Serliga í fyrra hálvleiki var javnt, men eg haldi sjálvur, at vit vóru betri fyri enn teir kropsliga. Tað var helst eisini tað, sum at enda avgjørdi alt til okkara fyrimun. Vit vunnu fleiri nærdystir, og fingu tí sett okkum á dystin, sigur Julian Johnsson at enda. Trúi tí ikki Roynir at betra seg Ov lítlar dobbar Spældi mítt spæl Tá tað endiliga varð greitt fyri honum, at málið varð góðkent, kundi Christian Høgni sjálvandi fegnast saman við liðfeløgunum Julian Johnsson helt, at tað vóru nærdystirnir, sum at enda koppaðu dystinum okkara fyrimun - Eg skuldi kanska havt skift dobbar í hálvleikinum, viðgekk ein smílandi Hans Fróði Hansen eftir dystin Fróði helt, at nógva regnið gjørdi vøllin ógvuliga tungan at spæla á Allan Simonsen var sera fegin um, at dysturin gekk júst soleiðis, sum teir framman undan høvdu ætlað og roknað við LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Tað er einki at ivast í, at tað var ein væl nøgdur lands- liðsvenjari, sum eftir dystin móti á tíðindafundinum á Josy Barthels Stadium. Meðan venjarin hjá Luksemburg sat niður- boygdur við borðið, og noktaði at geva eftir trýst- inum frá áskoðarunum um at siga upp, var Allan Sim- onsen í góðum hýri. Eftir at hava svarað útlendsku fjølmiðlunum, gav hann sær góðar stundir til før- oysku miðlarnar, og hann duldi ikki fyri, at hann var nøgdur um føroyska avrikið. Serliga var tað á taktiska økinum, at føroyska liðið stóð seg væl, og Allan var heldur ikki ósamdur í hesum. - Fyrst og fremst haldi eg, at taktiska uppleggið var hitt rætta. Vit vistu, at teir fyrr ella seinni máttu satsa frameftir, og at tað fór at opna fyri kontramøgu- leikum. Hesar dugdu vit eisini væl at spæla okkum til, og eg haldi, at vit so avgjørt sýndu fleiri dømi um gott kontraspæla. - Tá hetta er sagt, so skal eisini leggjast afturat, at leikararnir í fult mát fylgdu tí uppgávu, sum teimum varð givið. Spæliætlanin varð fylgd 100%, og tað er jú fortreytin fyri, at upp- leggið til dystin kann rigga. Teir nýggju tóku ábyrgd Tá Todi fór út, kendist tað fyri flestu áskoðarnar, sum um dysturin í eina tíð broytti skap. Luksemburg kom longri fram á vøllin, men hetta helt venjarin so avgjørt einki løgið vera í. - Tað er rættiliga sjálv- sagt, at teir tora betri, tá vit missa ein spælara sum Toda. Teir fáa kanska betri mót, meðan vit hinvegin gerast meira varnir. Vit fingu tó broytt hetta í hálvleikinum, og so fingu vit aftur fatur á rætta endanum. Samstundis, sum hetta soleiðis gjørdi føroyska liðið veikari, so sýndi skaðin hjá Toda eisini, at vit í Føroyum hava nakrar ung- ar leikarar, sum veruliga troka seg fram at lands- liðnum. Allan Simosen duldi heldur ikki fyri, at hann var nøgdur um av- rikið, sum Christian Høgni Jacobsen framdi, tá hann loysti Toda av. - Hann er jú ein spælari, sum vit hava roknað eitt sindur við, og nú hann fekk møguleikan, fór hann eisini inn og tók av. Landsliðsvenjarin hevur eisini áður nevnt aðrar leikarar, sum í størri mun koma inn í landsliðsmynd- ina, og fyri tveir av hesum var galdandi, at teir leyg- ardagin fyri fyrstu ferð sluppu at royna seg í byrjunaruppstillingini í einum týðandi dysti. Vit spurdu at enda Allan, hvussu hann var nøgdur við teirra avrik leygardagin, og svarið var einfalt. - Um eg eri nøgdur – Ja, segði hann smílandi. Gekk sum ætlað Jákup á Borg helt, at áskoðararnir áttu stóran part av heiðrinum fyri sigrinum á Luksemburg LANDSDYSTUR Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Tá vit undan dystinum móti Luksemburg spurdu Jákup á Borg, hvat hann skuldi leggja dent á, um hann byrjaði inni, var svarið sera einfalt. Hann skuldi inn uttan nakra virðing fyri mótstøðuni, soleiðis at hann í mest møguligan mun kundi spæla sítt egna spæl. Rópini hjálptu Hetta eydnaðist eisini rætti- liga væl, men eftir dystin mátti Jákup tó viðganga, at talan hevði verið um nervar undan dystinum. - Jú, eg var rættiliga spentur, men tá eg fór á vøllin, broyttist hetta. Tað hjálpti ótrúliga nógv at hoyra allar áskoðararnar, og tá teir so eisini fóru at rópa til mín, var ikki annað at gera enn at liva upp til álitið. Teir hoyrdust nógv betri enn teir hjá Luks- emburg, og tað var heilt avgjørt ein stórur stuðul hjá okkum, at teir soleiðis hjálptu til, tá nógv stóð á í dystinum. Somikið gott tóktist sjálvsálitið eisini at vera, at Jákup við hvørt hevði hug at hjálpa dómaranum at døma dystin. Spurdur um hetta, svarar Jákup, at tað ikki er nakað, sum hann á nakran hátt tekur sær nær. - Vit vóru kanska eitt sindur ósamdir viðhvørt, men tað gekk so kortini allíkavæl, sigur Jákup á Borg at enda Rópinin frá áskoðarunum vóru við til at taka nervarnar burtur, helt Jákup á Borg eftir dystin Tað var ein glaður Allan Simonsen, sum eftir dystin gav fjølmiðlafólkunum svar upp á teir spurningar, sum hesi høvdu til dystin Áskoðararnir hjálptu