Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 17 16 Nr. 60 - 27. mars 2001 gult cyan magenta svart Umfatandi hagtøl fyri lið og leikarar Samrøður við leikarar, venjarar og formenn Vinnið ferð til dystin FCK-Liverpool Landsliðsárið 2001 Nýggjar avbjóðingar hjá kvinnulandsliðnum Alt um liðini í 1. deild Fótbóltur Fótbóltur 2001 Serblað 68 síður Kostnaður 40 kr. Kemur í sølubúðirnar mikudagin Hóast talan var um eitt satt liðavrik í Luksemburg leygar- dagin, so var tó ein leikari, sum skaraði framúr. Julian Johns- son var her, har og allastaðni, og so slapp hann sær eisini óvanliga væl av við bóltin LEIKARAUMMÆLI Jákup Mørk 1. Jákup Mikkelsen Herfølge 18 dystir/0 mál Varð tikin sum fyrsta val til sessin, og hetta røkti hann so at siga uttan lýti av nøkrum slag. Var tryggur, tá tørvur var á honum, og ikki minst í seinna hálvleiki var hann góður at hava hjá føroyingunum. Mundi tó forkomið øllum hesum, tá eitt innlegg stiklaði millum bein hansar, men hann megnaði tó sjálvur at rudda upp fyri hesum. 2. Óli Johannesen Hvidovre 49/1 Ivaleyst hevur felagsskiftið ganga honum. Var so at siga allan dystin sera trygg- ur, og tað telur eisini upp- eftir, at hann var høvdið aftan fyri allar rangstøðu- fellurnar, sum steðgaðu álopum frá mótstøðumonn- unum. Tóktist tó ótryggur í einstøkum støðum. M.a. tá luksemburg fekk góðan møguleika, eftir at afasti maðurin einsamallur royndi at draga mótstøðumenninar í rangstøðu. 3. Johan byrial Hansen OB 2/0 Tykist so spakuliga at hava ognað sær eitt fast pláss á liðnum. Spurningurin er tó helst, hvat landsliðsvenj- arin ger, tá hann aftur hevur bæði Pól og Jens Kristian tøkar. Kanska eisini tí, at Byrial enn ikki tykist nóg stinnur, tá okkara hava bóltin. Hinvegin er hann eftir føroyskum mátistokki sera væl fyri kropsliga, og kemur hetta honum so avgjørt til góðar í nærdyst- um. 4. Jákup á Borg B36 11/0 Fekk fyri fyrstu ferð møgu- leikan í týðandi dysti, og kom eisini væl frá hesum. Tordi at bjóða av, og var sostatt í stórum pørtum av dystinum ein hóttan móti verjuni hjá Luksemburg, sum meira mátti hugsa um at tetta, heldur at nýta hol- ini aftan fyri Jákup . Kann tó helst ikki rokna við at byrja inni, nú Pól er tøkur, men megnaði hinvegin so avgjørt at sannføra um, at hann eigur sítt fasta pláss í hópinum. 5. Hans Fróði Hansen B68 16/1 Eins og vanligt var Hans Fróði sera tryggur í verju- spælinum, har hann eisini gjørdi tað mesta við stórum umhugsni. Fekk tó í tveim- um førum føroyska blóðið í kók, tá hann fór skeivur av bóltum í regntunga vøllin- um, men tíbetur kostaði hetta hvørga ferð nakað sum helst fyri føroyska liðið. 6. Øssur Hansen Tykist framvegis at halda fast um góðu gongdina, sum setti dám á landslið- sárið í fjør, har hann setti seg so rimmarfast á vinstra vongverjasessin. Toftamað- urin hevur altíð havt teir eginleikar, sum krevjast á landsliðnum, og nú tykist hann so avgjørt eisini at prógva, at tað ikki bert er í heimligu kappingini, at hann megnar at lyfta lið sítt. Legði eisini upp til fyrsta málið, og var yvir- høvur ein av mest sjónligu føroysku leikarunum. 7. Fróði Benjaminsen B68 8/0 Eisini hann slap fyri fyrstu ferð veruliga at royna seg, men eftir spælinum at døma, skuldi ein ikki hildið, at so var. Taldist í fyrra hálvleiki millum bestu føroysku leikararnar, tá hann uttan nakarai virð- ing fyri mótstøðuni mest av øllum hugsaði um at spæla egna spæl sítt. Sum vøllur- in gjørdist vátari, treivst hann tó ikki eins væl, og eftir stuttu sjúkraleguna var tað eisini ein moyrur leik- ari, sum slapp út at hvíla seg seinastu løtuna. 8. Julian Johnsson Sogndal 37/1 Rennur sum vanligt sínar kilometrar ígjøgnum ein dyst. Er í so máta helst týdningarmesti leikarin á føroyska liðnum, tá eitt úrslit skal stríðast heim, og hetta prógvaði hann eisini til fulnar leygardagin. Sýndi harumframt eisini stórt hegni í framrættaða spælinum, har hann áður í nógv minni mun hevur havt ein aktivan leiklut. Fekk tó eitt býttisligt gult kort at enda. 9. Kurt Mørkøre Sogndal 33/3 Tað teknaði til eitt spenn- andi samstarv við Toda, men tá hesin fór, sást alt minni til Mørkøre-mannin. Hetta vardi tó bert eina løtu, og í seinna hálvleiki taldist Kurt eisini millum teir heilt frægu á vøllinum. Hevur styrkina og frekleik- an til at gera um seg, og mál hansara til 2-0 bar eisini boð um, at hann als ikki er sørur í kontraspæ- linum. Størsti vansin tykist tó vera, at hann í ov stóran mun eisini roynir at hugsa um verjupartin. Ikki minst tí hann eftir skaðan hjá Toda var at rokna sum skiparin í føroyska álops- spælinum. 10. Todi Jónsson FCK 43/9 Er í roynd og veru uttan fyri nakra meting, tí luttøka hansara varð steðgað av skaðnum. Tað var tó greitt, at hetta var maðurin, sum mótstøðuliðið hevði størstu virðingina fyri, men tað slapp hann so ikki at prógva orsøkirnar til. 11. John Petersen B36 30/3 Serliga fyrstu løtuna av dystinum var hann sjónlig- ur, tá hann í stóran mun var maðurin, sum stóð aftan fyri uppspælið til føroysku álopsspælið. Var tó ikki heilt so sjónligur í seinna hálvleiki, men fall tó á ongan hátt burtur ímillum, og vónandi hevur hann nú lagt hálvvánaliga landsliðs- árið í fjør aftur um seg. Mundi eisini gjørt ein rætt- an del-Piero av brotsteigar- horninum, men var óheppin at raka tvørtræðið. 17. Christian Høgni Jacobsen NSÍ 2/1 Fekk ótakksomu uppgáv- una at loysa Toda av, men ikki kann sigast annað enn, at hann røkti hesa til fulnar. Eisini hóast tað ikki kann roknast við, at hann skuldi taka eins nógva ábyrgd á sínar ungu herðar. Var sjálvandi maðurin, sum sendi fyrra bóltin í mesk- arnar, og stóð har umframt eisini fyri sendingini til málið hjá Kurt Mørkøre. Prógvaði so avgjørt, at hann eisini framyvir eigur pláss í hópinum. 15. Rógvi Jacobsen HB 9/0 Var seinasta korterið settur at loysa Fróða Benjaminsen av. Var ikki meira enn inn- komin, tá Føroyar skoraðu, og kundi tí vera við til bestu føroysku løtuna í dystinum, har mótstøðumenninir av álvara fingu at síggja, hvør hevði tamarhald á dystin- um. 13. Súni Olsen FC Zwolle 2/0 Loysti seinastu løtuna Jákup á Borg av. Kundi tá ikki á nakran hátt seta sín dám á dystin, og verður tí hildin uttan fyri metingina hesaferð. Julian var framúr Hóast talan var um eitt liðavrik, so var einki at ivast í, at Julian Johnsson var besti leikarin á vøllin leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen