Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2007 31 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna Vit leita eftir 13 eldsálum Nýggi Frítíðarskúlin í Hoyvík økir um virksemið og hevur tískil brúk fyri 13 eldsálum at byrja 7. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Vit fáa fleiri børn eftir summarfrítíðina og verða sostatt umleið 160, børn sum koma at ganga í Frítíðarskúlanumí Hoyvík, í Kirkjukjall- aranum í Hoyvíkar Kirkju og gamla skúla á Hvítanesi Søkt verður eftir • einum varaleiðara til kirkjukjallaran at arbeiða 35 tímar um vikuna at byrja 1. august 2007 ella eftir nærri avtalu. • seks pedagogum at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 7. august 2007 ella eftir nærri avtalu. • fimm hjálparfólkum at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 7. august 2007 ella eftir nærri avtalu. • einari køksdamu til kirkjukjallaran at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja 7. august 2007. Vit leggja dent á • at frítíðarskúlin er mennandi fyri børnini. • ítróttarligt og skapandi virksemi innan- og uttandura. Vit bjóða • ein nýggjan frítíðarskúla har tú kanst seta tín dám á stovnin. • ein frítíðarskúla, har gerandisdagurin í skúla og frítíðarskúla er ein samanhangandi eind. • ein frítíðarskúla, sum sýnir virðing fyri øllum fakbólkum, bæði pedagogum, lærarum og hjálparfólkum. Arbeiði inniber at • skapa mennandi, avbjóðandi og tryggar karmar fyri børnini • menna pedagogiska arbeiðið í stovninum, har barnið er miðdepilin • arbeiða sjálvstøðugt og í toymi Vit vænta, at tú • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag. • hevur royndir at arbeiða við børnum og tekur ábyrgd. • er kreativ/ur. • virðir veikar og sterkar síður hjá børnunum. • tekur lut í at byggja upp ein frítíðarskúla og leggur lunnar undir ein gott samskifti við aðrar samstarvsbólkar. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Frítíðarskúlanum í Hoyvík í hendi seinasta lagi fríggjadagin 22. juni 2007. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Levi Mørk, stovnsleiðara á tlf. 210126 ella hygg á heimasíðuna www.123hjemmeside.dk/ftshoyvik Til goymslu okkara á Hjalla søkja vit eftir m/k til alt vanligt goymsluarbeiði so sum: innkeyp, sølu og logistik. Dentur verður lagdur á teldukunnleika og góð samstarvsevnir. Góð løn verður latin. Skrivlig umsókn verður at senda. Meira fæst at vita við at ringja til Arna Gunnarsson á tel 210931. G o y m s l u f ó l k Mykinesgøta 1 · Postboks 1231 FO-110 Tórshavn Tel 350830 · Fax 350831 Kunningarstovurnar kring landið Halt frí tá tú hevur frí Tórshavn Tel. 302425 Fuglafjørður Tel. 444860 Runavík Tel. 417060 Klaksvík Tel. 456939 Vágar Tel. 333455 Sandoy Tel. 361836 Tvøroyri Tel. 372480 Vágur Tel. 374342 Nólsoy Tel 327060 Skopun Tel 361704 Vestmanna Tel 471500 lýsingar