fríggjadagur 8. juni 2007síða 32
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 108 - 8. juni 2007
tíðindi
- Toftavatn er sera
vakurt. Hetta er eitt
gott stað, sigur klaks-
víkingurin Karstin
Justesen
Summarferð
Snorri Brend
Eitt av vøkru støðunum
kring landið er Toftavatn.
Um summarið leita fólk
sær higar í hópatali at njóta
ta framúr vøkru náttúruna
og fuglalívið, sum finst
her.
Hetta sama gjørdu tveir
ungir mans úr Norðoyggjum
og tveir ungar kvinnur úr
økinum fyrr í vikuni. Hví
ikki tveita pjøkarnar saman
og fara við tjaldi til hetta
vakra staðið?!
Týsmorgunin komu vit
framvið Toftavatni. Tá vóru
tær báðar úti og róðu við
gummibátinum, meðan teir
báðir sótu á sandinum og
hugnaðu sær.
- Vit eru bara farin ein túr
fyri at hugna okkum, sigur
Karstin við Sosialin.
Gloymdu morgunmat
Hesi fýra ungfólkini vóru
komin higar kvøldið fyri
við bili.
Væl lá fyri, tí veðrið var
sera gott. Tað besta av øll-
um mundi kortini vera tað,
at veðurmenninir høvdu
sagt frá liggjandi góðveðri
við sól og hita.
Tá tey komu á staðið var
kortini mjørki, men seinni
batnaði veðrið aftur. Tey
pakkaðu kortini útgerð sína
út og settu tjaldið upp. Tá
so svongdin byrjaði at gera
vart við seg, varð grillin tik-
in fram. Løtu seinni hug-
naðu tey sær við hesum.
Týsmorgunin
vaknaðu
tey aftur við svongd, men
av misgáum høvdu tey
gloymt at taka nakað við til
morgunmatar. Men tey fun-
nu kortini uppá ráð: Góð-
gæti kann eisini brúkast
sum morgunmatur í eini
neyðstøðu.
- Í dag hava vit ongar
ætlanir. Vit verða her eina
løtu aftrat og pakka síðani
tjaldið saman.
- Her er sera gott at vera,
so tað kundi meiri enn so
hent, at vit komu aftur eina
aðru ferð, sigur Karstin.
Ein tjaldtúrur við Toftavatn
Eingin strandatúrur uttan ein gummibát – v.m. Brynhild Nielsen, Dan Nysted, Karstin Justesen og Sonja á Reynatrøð
Mynd: Jens Kr. Vang
+EYPSSAMTKAN Ó 6ÈGUM
&+ Ó 6ÈGUM SØKNAST EFTIR
(ANDILS
LRLINGI
TIL DEILDINA Ó -I¦VÈGI
AT BYRJA JULI ELLA EFTIR NRRI AVTALU
+RV UM ÞTBÞGVING
q &(3
ÈRA LRUTÓ¦
q ((
ÈRA LRUTÓ¦
q 3TUDENT ELLA (&