fríggjadagur 8. juni 2007síða 43
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2007
43
Stiftsfulltrúi
Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi
við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. august
2007.
Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra
samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga útbúgv
ing við almennum rætti og fyrisitingarrætti.
Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stifts
fulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er
skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini biskupi
í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prestanna, kirkju
ráðsvali, próstadømisráðsvali, bispavali, kirkjubóka
føring, nýtslu av kirkjum v.m.
Fólkakirkjan verður ætlandi yvirtikin á Ólavsøku, og
tann, ið settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar,
nýggjar og spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt
nú at vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir
og kunngerðir á kirkjuliga økinum.
Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda
starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola
broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur
førleiki er ein fyrimunur.
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni
og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur
enn forðingar.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við avvarðandi
fakfelag.
Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving
og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast
Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm 8,
110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Jacob
Joensen, tlf. 31 19 95.
Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 15. juni 2007 kl.
12.000.
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 8
110 Tórshavn
Lærarastørv í Runavíkar
kommunuskúla
Til skúlaárið 2007/08 verður søkt eftir 9 lærarum
at byrja 1. august 2007.
• 3 lærarum í fast starv
• 5 lærarum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv
skúlaárið 2007/08 fyri lærarar í farloyvi
• 1 lærara í tíðaravmarkað parttíðarstarv
skúlaárið 2007/08 (u.l. 12-14 tímar) fyri
tímaniðurskurð hjá lærarum
Søkt verður eftir lærarum, sum kunnu lesa tímar í
m.a. Innskúlingini, miðdeildini, framhaldsdeildini
og serstovunum.
Umsøkjararnir mugu hava førleika at átaka sær
eina ella fleiri av hesum lærugreinaøkjum: máli
støddfrøði, ítrótti, kunningarlærugreinunum,
handaligu lærugreinunum, bókasavn og at
arbeiða við næmingum við breki.
Vit vænta, at tú
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri
toymissamstarvi
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera
við til áhaldandi at menna skúlan
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið eru allir skúlarnir, sum hoyra til
Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga
at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.
Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4
sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og
Føroya Lærarafelag. Størvini eru treytað av, at
tímajáttanin heldur.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum um-
mælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 15. juni 2006, kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund
Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella
Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 &
221363.
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um
463 næmingar og um 55 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um
okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks
RunavíkaR
kommunuskúli
Glyvravegur 10a · FO 625 Glyvrar
Tlf. 447331 · fax 447767
t-postur: rks@skulin.fo
Goymslulærlingur
VR-Bilar søkir eftir Goymslulærlingi (Kvinna/
Maður) til eykalutagoymsluna, at byrja skjótast
til ber.
Umsøkjarin skal helst hava FHS og fyrimunur
er um umsøkjarin hevur royndir at arbeiða við
teldum. Umsøkjarin skal vera fyrikomandi og
duga at arbeiða sjálvstøðugt.
Skriftlig umsókn skal sendast til:
VR-Bilar Sp/f
Hoyvíksvegur 61
Postsmoga 3130
FO-100 Tórshavn
Meir fæst at vit, við at venda sær til Marna Olsen
á telefon 215 099.
VR-Bilar selur bilar av merkinum Volvo, Renault og Chevrolet.
Afturat goymsluni er eisini bilasøla og persónbilaverkstaður.
Á VR-Bilum starvast í løtuni 14 fólk
Heygsvegur 30
P.O. Boks 197
FO-110 Tórshavn
Tlf. 31 69 10
Fax 31 81 19
Triv Sp/f
Søkir eftir fólki
til verkstaðin
Arbeiðið umfatar:
Umvæling av landbúnaðarmaskinum, so sum
traktorar, sláimaskinur, ballupressur o.l.
Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur við
komandi útbúgving s.s. maskinmeistari, maskin
smiður ella bilmek. Hetta er tó eingin treyt, tí
hevur tú áhuga í og kunnleika til motorar og
maskinur, hava vit eisini brúk fyri tær.
Um tú heldur, at hetta er nakað fyri teg ella
hevur tú spurningar til starvið, er tú vælkomin
at seta teg í samband við okkum ella senda
okkum, innan eina viku, eina umsókn við møgu
ligum prógvum og viðmælum.
Triv er ein 22 ára gomul fyritøka, sum selur flestu
merkir av landbúnaðarmaskinum
Yamaha
skutari
til sølu
Yamaha Neos skutari til sølu,
1 ára gamal, koyrt 300 km.
Nýprísur kr. 21.000,00.
Nærri upplýsingar fáast frá
ADVOKATSKRIVSTOVUNI
Tel. 311145 · frp@jura.fo · bar@jura.fo
lýsingar
K A P P R Í Ð I N G
Kappríðing verður við Leynavatn leygardagin 16.
juni kl. 15.00.
Tilmelding seinast hóskvøldið 14. juni kl. 19.00.
Ring: 219098 – 224343 – 228833
FØROYA RÍÐINGARFELAG
Lesið
Sosialin