fríggjadagur 8. juni 2007síða 42
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 108 - 8. juni 2007
Skrivstovufólk
Vegna økt virksemið verður hervið søkt eftir
einum fólki til skrivstovu okkara at arbeiða fulla
tíð. Møguliga kann talan blíva um skrivstovu
lærupláss, og í so fall, má umsøkjari hava HH
ella FHS prógv.
Umsøkjarar við skrivstovuútbúgving og/ella
royndum innan skrivstovuyrki hava fyrimun.
Høvuðsuppgávurnar vera:
• Bókhald
• Lønaravgreiðslur
• Og annað sum hoyrir skrivstovuyrkinum til
Til tíðir kann nógv vera at gera, so tí má
umsøkjarin tola at arbeiða uttanfyri arbeiðstíð,
um tað gerst neyðugt.
Ynskt verður, at tú byrjar skjótast gjørligt, men
vit eru tó til reiðar at bíða eftir rætta
umsøkjaranum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
ringja til Jan Danielsen, stjóra á tlf. 44 99 77
ella 74 99 77. Til ber eisini at senda teldupost
til jandan@post.olivant.fo
Heldur tú at hetta er nakað fyri teg, so send
eina umsókn saman við avritum av prógvum
og viðmælum í seinasta lagi 22. juni 2007
til:
SEA-STAR Contractors Spf.
Heiðavegur 72, Box 220
FO610 Saltangará
Viðmerk: “umsókn um skrivstovustarv”
SEA-STAR Contractors Spf. er eitt av nýggjaru byggifeløgunum
í Føroyum. Vit hava uml. 40 fólk í starvi. Í løtuni hava hava vit
nøkur byggiarbeiðir í Grønlandi, og nøkur í Føroyum. Eisini reka
vit ein persónbilaverkstað. Afturat tí hava vit eitt felag, sum
burturav tekur sær av kavaraarbeiði. Skrivstova okkara er í
leigaðum hølum í Saltangará, men vit eru ígongd við at byggja
bygning á Toftum, og tá hann er liðugur um vónandi eitt hálvt
ár, verður skrivstovan flutt á Toftir.
Fast starv á
Føroya Barnaheimi
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Familju
deildina á Føroya Barnaheimi. Starvið ið er eitt
fulltíðarstarv er leyst til setan frá 01.09.2007 ella
skjótast til ber. Tann ið settur verður í starvið, skal
starvast í skiftandi vaktum á Familjudeildini.
Um Familjudeildina:
Á Familjudeildini eru 7 fólk í starvi, øll við við
komandi útbúgving.
Endamálið við arbeiðinum á Familjudeildini er, at
foreldrini verða styrkt og stuðla í at vera foreldur,
soleiðis at familjan kann virka betur sum ein heild.
Eisini er endamálið at fáa greiðu á, hvørjar styrkir
og hvørjar trupuleikar familjan hevur, og í hesum
sambandi meta um, hvat slag av stuðli er best og
mest viðkomandi at veita familjuni framyvir.
Førleikakrøv:
Vit sóknast eftir einum starvsfólki, ið hevur ávísan
kunnleika til familjuarbeiði. Tað er umráðandi, at
viðkomandi hevur fakligan áhuga og góð sam
starvsevni. Tann ið settur verður, skal kunna
arbeiða sjálvsstøðugt.
Ein partur av arbeiðinum er skrivligt arbeiði, og
umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera
seg bæði í skrift og talu.
Útbúgving:
Fyrimun hevur umsøkjari sum hevur útbúgving
sum pedagogur, sosialráðgevi, sjúkrasystir, fysio
terapeutur ella ergoterapeutur. Ynskiligt hevði
verið, um viðkomandi somuleiðis hevur eina
terapeutiska eftirútbúgving.
Løn:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag. Um umsøkjari við aðrari
útbúgving enn teim omanfyri nevndu fær starvið,
verður viðkomandi løntur eftir sáttmálanum
millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag
fyri hjálparfólk.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann
20.06.2007
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320
Føroya Barnaheim
Pedda vid Steingøta 10
FO 100 Tórshavn.
Deildarleiðari til
Føroya Barnaheim
Vikariat:
Søkt verður eftir deildarleiðara til Ungdóms
deildina á Føroya Barnaheimi í tíðarskeiðnum
01.09.2007 – 31.08.2008.
Um Ungdómsdeildina:
Á Ungdómsdeildini eru 8 fólk í starvi, øll við
viðkomandi útbúgving.
Endamálið við arbeiðnum á Ungdómsdeildini er,
at støði verður tikið í tí einstaka barninum, har
dentur fyrst og fremst verður lagdur á umsorg
anina, vegleiðingina og eygleiðingina. Skaptir
verða karmar rundanum barnið, soleiðis at
reglusemi kemur í gerandisdagin. Tá talan er um
tørvir og ynskir hjá barninum, verður altíð í
hvørjum einstøkum føri tikið hædd fyri aldur og
førleika annars.
Førleikakrøv til deildarleiðarastarvið:
Vit sóknast eftir einum dugnaligum deildarleiðara,
ið hevur royndir við at arbeiða við børnum og
ungum, og sum somuleiðis hevur leiðsluroyndir.
Tað er umráðandi, at viðkomandi hevur góð
samstarvsevni og er til reiðar at ganga fremst í tí
fakliga arbeiðnum á deildini. Harumframt hevur
deildarleiðarin ábyrgdina av og skipar samskiftið
við barnaverndartænastur, lækna, sálarfrøðing,
sosialráðgeva, skúla, sjúkrahús, viðgerðarstovn
o.s.fr.
Ein partur av arbeiðnum er skrivligt arbeiði, og
umráðandi er, at viðkomandi dugir væl at málbera
seg bæði í skrift og talu.
Útbúgving:
Hóskandi útbúgving krevst.
Løn:
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir við avriti av prógvum, viðmælum v.m.
skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 20
juni 2007.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara á tlf. 312320
Føroya Barnaheim
Pedda vid Steingøta 10
FO 100 Tórshavn.
lýsingar