fríggjadagur 8. juni 2007síða 41
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 - 8. juni 2007
41
Lýsing eftir stuðli í
farloyvisstarv til barn
við serligum tørvi
Viðareiðis Kommuna søkir eftir stuðli at byrja 16/8 2007
og árið út, til 9 ára gamlan drong við serligum tørvi.
Starvið er eftir skúlatíð uml. frá 12.30 og er umleið 17
tíma um vikuna.
Arbeiðsuppgávan er at skapað umstøður so drongurin
kann mennast kropsliga, málsliga, sosialt og mentalt.
Neyðugt er at umsøkjarin hevur bil so barnið kann koma
til ymisk tiltøk.
Vit ynskja at tú:
• brennur fyri uppgávuni
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
• vilt samstarva við foreldur, børn, starvsfelagar og
ymsar fakbólkar, ið eru knýttir at barninum.
• ert tolin
• ert áhugað/ur í at geva barninum ein mennandi
gerandisdag
Lønin verður eftur sáttmálanum millum Kommunala
Arbeiðsgevarafelag og Føroya Pædagogfelag og lønt
sum pedagogur/hjálparfólk á bústovni.
Um spurningar eru til starvið, ber til at venda sær til
dagrøktarleiðarin á tlf. 588053
Umsóknin við møguligum prógvum/viðmælum skal verða
okkum í hendi í seinasta lagið 22. juni og verður send til:
Viðareiðis Kommunu
750 Viðareiði
FO- 750 Viðareiði · T-postur: vid.kommuna@kallnet.fo
Tel: +298 451083 · Fax: +298 451094
Ekspetrisa
til Fótbúna
Søkt verður eftir fólki m/k at byrja
skjótast gjørligt. Starvið er fulla tíð
og løn sambært avtalu.
Ring og fá nærri at vita.
Søkir eftir
Skrivstovufólki
Í samband við at skrivstovufólk okkara fer í
farloyvi, søkist eftir einum skrivstovufólki til
setan frá 1. august 2007 og fram til summarið
2008. Talan er um eitt hálvtíðarstarv.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um:
• Dagliga gongdin hjá Deyvafelagnum og
Deyvahúsinum.
• At fyrisita Deyvafelagið undir leiðslu av
nevnd felagsins.
• At skipa fyri fundum í Deyvafelagnum.
• Samskifti Deyvafelagsins við almennu
myndugleikarnar.
• Samskifti Deyvafelagsins við tænastuveitandi
stovnar, t.d. viðv. Sjónvarp Føroya o.ø..
• Samskifti Deyvafelagsins við útheimin m.a.
Norðurlandaráðið hjá Deyvum og Danske
Døves Landsforbund.
• At savna tilfar til heimasíðu Deyvafelagsins –
www.deaf.fo.
• At hjálpa leiðsluni (nevndini) í Deyvafelag
num at fyriskipa tiltøkum Deyvafelagsins.
• Dagliga samskiftinum við limir
Deyvafelagsins.
• Innsavning til rakstur Deyvafelagsins.
• Dagliga rakstrinum (m.a. útleiguvirksemi) og
viðlíkahald av Deyvahúsinum.
Neyðug førleikakrøv og persónsmenska:
Søkt verður eftir fólki, ið kann arbeiða sjálvstøð
ugt, hevur útbúgving og royndir innan vanligt
skrivstovuarbeiði og annars røkja omanfyri
nevndu uppgávurnar.
Men fyrst og fremst verður dentur lagdur á, at
umsøkjarin hevur hug og hegni at seta seg inn
í viðurskiftini teirra deyvu, at taka til sín deyva
mentanina, at hava áhuga í at læra teknmál,
og annars er sinnaður at brúka part av orku síni
at menna lívsvirði teirra deyvu.
Arbeiðstíð og løn:
Starvið er ½tíðarstarv, og verður arbeiðstíðin
annars ásett í samráð við leiðslu Deyvafelagsins.
Lønin er ásett sambært sáttmála við Starvs
mannafelagið.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda
sær til Bjørg Hjelm á tlf.nr. 31 75 97 ella
51 75 97
Umsóknir skulu verða Deyvafelagnum í hendi í
seinasta lagi 23. juni 2007 og verður at senda
skrivliga til
Deyvafelag Føroya
Postboks 2001
FO165 Argir
Frá Heilafelagnum
Felagið fyri apopleksi- og afasirakt
Aðalfundur felagsins verður sum áður lýst
mikudagin 13. juni kl. 19.00
í BMF-húsinum, Íslandsvegur 10, Tórshavn.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Søkt verður eftir
Umsjónarmanni/
arbeiðsformanni
at byrjað 1. august 2007 ella eftir nærri
avtalu.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
• at umsita ávís økir og ognir hjá
kommununi
• at leiða dagliga arbeiðið hjá kommununi
• dagligt viðlíkahald av kommunalum vatn-
og kloakkskipanum
• rakstur av gøtuljósum
• at skipa fyri kavagrevstri
• viðlikahald av vegum og gøtum
Vit vænta at tú:
• hevur leiðsluroyndir
• dugir væl at samstarva við onnur
• ert røkin og dugir væl at arbeiða
sjálvstøðugt
• hevur teldukunnleika
• hevur koyrikort
• kann ráðgeva í tekniskum viðurskiftum
Vit kunnu bjóða:
• møguleika fyri skeiðum innan arbeiðsøkið
• eitt fjølbroytt og spennandi starv viô
góðum møguleikum at menna seg
Setanarviðurskifti:
• Starvið er fulltiðarstarv
• Lønar- og setanarviðurskifti verða
sambært sáttmála millum KAF og
avvarandi yrkisfelag.
Skrivlig umsókn skal sendast til:
Sandavágs Kommuna
Hammerhaimbsvegur 1
FO-360 Sandavágur.
Umsóknirnar skulu merkjast »Umsjónarmað-
ur«
Eru spurningar, fæst meira at vita við at
ringja á tlf. 332470 el 214070.
Sandavágs Kommuna skilar sær rætt til at
velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at
seta.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Umsóknarfreistin er 25 juni 2007 kl. 10.00.
Sandavágs Kommuna
www.sandavagur.fo
Hammershaimbsvegur 1 · FO-360 Sandavágur
Tel. +298 332 470 · Fax. +298 333 470
sandavagur@sandavagur.fo
lýsingar