Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 108 - 8. juni 2007 Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna stendur í løtuni fyri nógvum áhugaverdum verkætlanum og anleggsarbeiðum, og tískil søkja vit eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið saman við starvsfeløgum og ráðgevandi vinnuni hevur hug og dirvi at føra hesar spennandi uppgávur út í verki. Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. at gera uppskot og kostnaðarmetingar í sambandi við vegarbeiði umframt at standa fyri projektering, útbjóðing, eftirlit og byggirokniskapi, sum kommunan stendur fyri. Vit ynskja at tú hevur útbúgving sum byggifrøðingur ella líknandi og hevur góðar arbeiðsroyndir og royndir innan almenna fyrisiting, ið saman- lagt geva neyðugan førleika at røkja starvið. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til telduforritini, ið hoyra til Microstation, Microsoft Officepakkan og Navision Attain. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort. Persónligir eginleikar Vit ynskja, at tú ert røkin, gongur undan í at menna tænastustøðið og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka avgerðir og duga væl at málbera teg í skrift og talu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing, ella Janus Isfeldt, deildarleiðara, tlf. 302010. Umsóknir saman við viðmælum, avrit prógvum o.t. og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar kommunu, Postboks 32, FO-110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juni 2007. Merkið umsóknina „Byggifrøðingur til teknisku deild“. Tórshavnar kommuna Byggifrøðingur til teknisku deild Tekniska deild hevur 12 starvsfólk í arbeiði og heldur til í posthús- bygninginum saman við byggi- og býarskipanardeildini. Arbeiðsøkið hjá teknisku fyrisitingini er mangt annað at viðgera byggimál, útstykkingarloyvi umframt at standa fyri planlegging, projektering og viðlíkahald av øllum kommunalu vegunum og tekniskum veitingum, ið kommunan hevur ábyrg av. Harumframt hevur tekniska deild sum høvuðsuppgávu umsiting av heilsu- og umhvørvismálum. Lærarastørv í Viðareiðis Skúla Viðareiðis skúli søkir eftir trimum lærarum í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2007/08 at byrja 1. august 2007 Vegna niðursetta tíð og avlopstímar verða 3 lærarastørv lýst leys at søkja. Søkt verður eftir: • tveimum lærarum til fulla tíð • einum lærara til avlopstímar – umleið 10 tímar ella fleiri. Endaliga tímatalið verður fastsett í september. Tey, ið sett verða skulu: • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans • duga at samstarva • verða fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum • vera við til áhaldandi at menna skúlan Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at: • undirvísa í føroyskum, donskum og enskum • undirvísa í handaligu lærugreinunum • undirvísa í ítrótti • undirvísa í kristni • sertímum/stuðulstímum • flokslærarauppgávu Førleikakrøv Læraraútbúgving ella samsvarandi førleika í nevndu lærugreinum. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólka­ skúlanum. Løn Lærarastørvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokkunum 18.1 – 27.4. Umsóknir Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu vera skúla­ leiðaranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. juni kl. 12.00. Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til skúlaleiðaran, Jensebeth Absalonsen, á tlf. 45 11 80 ella 58 80 52. Viðareiðis skúli hevur komandi skúlaár 50 næmingar og 7 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/vid Viðareiðis Skúli Heygavegur 7 · FO – 750 Viðareiði Tlf. 451180 – 588052 · T-postur: vid@skulin.fo Avloysari til taxabil Álítandi avloysari søkist til taxabil í ferium og vikuskiftum, umframt aðrar tíðir, at byrja skjótast gjørligt. Bill. mrk. 3105 Hósdagin 7. juni Chilli con Carne / Glaserað skinka Fríggjadagin 8. juni Nakkasteik / kókað neytakjøt Leygardagin 9. juni Rivjasteik Mánadagin 11. juni Fiskafrikadellur / Hamburgaryggur Týsdagin 12. juni Høsnarungabringa / Medistapylsa Mikudagin 13. juni Bollar í karry / Høsnarungaveingir lýsingar FFA. A.GRA RAVSTEINAR VSTEINAR Velbastaðvegur 45 Box 336 110 Tórshavn Tlf. 320370 Fax. 321470 Far. 214270 Opið: mánadag - fríggjadag 900-1700 annars sambært avtalu. Sjónband - 31 77 74 Nýggj vøruskrá fæst!