Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2007 39 Lýst verður eftir fólkum til avbjóðandi størv á Miðøkinum at byrja 1. juli ella skjótast til ber. Vit vænta at tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, so sum HA, HD, Cand Merc ella líknandi. Eisini vænta vit, at tú hevur góð sam­ starvsevnir, ert nærlagdur, fyrikomandi og arbeiðssamur. Hevur tú HH, skrivstovuútbúgving ella líknandi og ætlar at útbúgva teg víðari innan roknskap og grannskoðan, ert tú eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsuppgávur: • samskifti við virkir og stovnar • vitja fyritøkur • eftirlit við skatta­ og avgjaldsuppgerðum • ummæla kæru­ og dómsmál • málsviðgerð Vit bjóda: • fjølbroytt og sjálvstøðugt arbeiði í nýggjum bygnaði, har tú hevur møguleika at ávirka arbeiðsgongdina • fakligar avbjóðingar og møguleikar fyri eftirútbúgvingum. • flekstíð Setanartreytir: Setanarøkið er Miðøkið, men starvið fevnir annars um allar stovnar undir Fíggjarmálaráðnum. Løn­ og setanarviður­ skiftir, sum eru treytað av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir: Send umsókn við avriti av prógvi og upplýsingum um útbúgving og fakligar royndir til: Toll- og Skattstovu Føroya, Miðøki Postboks 2151 · FO­160 Argir Stílað: Viljálmur Gregoriussen, økisstjóri. Umsóknarfreist: 18. juni 2007 Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Hallbjørg Hansen, deildarleiðara ella Vilhjálm Gregoriussen, økisstjóra á tlf. 352600 Toll- og Skattstova Føroya Toll­ og Skattstova Føroya er stovnur undir Fíggjar­ málaráðnum, hvørs upp­ gáva er at fyrisita toll­ og avgjalds­skattalógina og skuldarinnkrevjing hjá landinum. Stovnurin hevur 135 starvsfólk og er skipaður við einum stýri og trimum økisskrivstovum. Stýrið heldur til á Argjum og høvuðsskrivstovurnar í Norðurøki, Miðøki og Suðurøki halda til í ávikavíst Saltangará, Tórshavn og á Tvøroyri. Á Miðøkinum, har við­ komandi kemur at starvast, eru 60 starvsfólk. www.tollskatt.fo E­mail: tollskatt@tollskatt.fo Tórshavnar kommuna Sanglegat Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi. Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, leiðara á mentamáladeildini, tlf. 302010. Umsóknir skulu sendast nevndini í seinasta lagi 2. juli 2007. Sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein, Postrúm 32, FO-110 Tórshavn. Kunngerð Handilsbygningurin Hjá Fróða til sølu! Talan er um handilsbygning, sum liggur Yviri við Strond 3, 100 Tórshavn. Bygn­ ingurin er í 3 hæddum. Samlaða gólvvíddin er umleið 730 m2. Grundøkið er umleið 550 m2. Tað er betongdekk millum hæddirnar. Bygningurin kann t.d. nýtast til skrivstovuhølir og handil. Bygningurin liggur sera væl fyri og hevur gott útsýni yvir Eystaru Bryggju og Nólsoyarfjørð. Ognin verður seld um hóskandi boð fæst. Ognin kann síggjast eftir avtalu. Meiri fæst at vita um ognina við at fara inn á heimasíðu okkara www.lawfirm.fo Áhugaði kunnu venda sær til Inga Højgaard, advokat, fartelefon 511709 og ih@ lawfirm.fo advokatFelagið við strond 4 Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359 fo-110 tórShavn · faroe iSlandS · lawfirm@lawfirm.fo HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO tórmóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS · jógvan e. ellefSen anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir StarvSfólk til Søludeildina P/F Faroe Seafood P/F · Vestara Bryggja · FO-100 Tórshavn · Tlf. 355555 P/F Faroe Seafood eigur 8 fiskavirkir og eru hesi spjødd um alt landið. Felagið hevur drúgvar royndir við at hagreiða og selja øll fiskasløg, serliga upsa, tosk, hýsu, svartkalva og kongafisk. Vit selja og útflyta vørur til nógv ymisk lond. Uppgávurnar hjá starvsfólkinum verður m.a: • logistikk • samstarv og samskifti við keyparar av vørunum. • samstarv og samskifti við flutningsfeløg • samstarv og samskifti við keypsleiðslu • samstarv og samskifti við søluleiðslu og virkisleiðarnar Krav er at umsøkjarin hevur hesar førleikar: • góðan málkunnleika serliga í enskum • Studentsprógv ella HHprógv • góð samstarvs- og kommunikatiónsevni. Ynskiligt, tó ikki treyt, er at umsøkjarin hevur hesar førleikar: • kunnleika til Axapta ella Navision • kunnleika til og royndir innan logistikk. • kunnleika til framleiðslu á fiskavirkjum. Upplæring verður givin. Studenta- og handilsskúlanæmingar sum verða liðug í summar eri eisini vælkomin at søkja. Starvsstaður er á skrivstovu okkara í Havn. Løn eftir avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknarfreistin er 11. juni 2007. Um fyri- spurningar eru viðvíkjandi hesum starvi, so kunna tygum tosa við Símun Jacobsen, sølu- og framleiðslustjóri. Umsóknin skal saman við prógvum og við- mælum sendast áðrenn 11. juni 2007 til: Faroe Seafood P/F att : Símun Jacobsen Postboks 68 · FO-110 Tórshavn, Føroyar Telefon 355555 · Telefax 355550 P/F Faroe Seafood søkir eftir starvsfólk til søludeildina lýsingar