fríggjadagur 8. juni 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 108 - 8. juni 2007
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Tórshavnar kommuna søkir eftir búskaparfrøðingi til
spennandi starv á roknskapardeildini.
Uppgávur
Sum búskaparfrøðingur ráðgevur tú stovns- og deildar-
leiðarum í búskapar- og fíggjarspurningum. Tú er við til
uppseting av fíggjarætlanum, roknskapum og ávegis
uppgerðum. Eisini er tú við til at loysa minni og størri
projektuppgávur.
Harumframt ert tú við til at menna og røkja búskapar-
skipanina, sum byggir á Microsoft Dynamics (Navision).
Tórshavnar kommuna bjóðar tær eitt starv í einum spennandi
og dynamiskum umhvørvi, við sjálvstøðugum uppgávum, ið
geva tær góðar møguleikar fyri fakligari og persónligar
menning.
Setanin
Vit rokna við at tú hevur viðkomandi búskaparliga útbúgving
sum t.d. HA, HD ella Cand. Merc.
Starvið verður lønt eftir útbúgving og royndum sambært
sáttmálanum við avvarðandi yrkisfelag.
Upplýsingar um starvið
Fleiri upplýsingar fært tú við at ringja til Hera Olsen,
roknskaparleiðara ella Janus Isfeldt deildarleiðara á
telefon 302010.
Umsóknarfreist
Umsókn við viðmælum og prógvum skal sendast til
Tórshavnar kommunu, postboks 32, 100 Tórshavn og vera
okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. juni 2007.
Tórshavnar kommuna
Búskaparfrøðingur [endurlýsing]
Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo
Søkt verður eftir málsviðgera til heilsu- og umhvørvisdeildina hjá
Tórshavnar kommunu. Viðkomandi, sum settur verður í starvið, skal
taka sær av heilsu- og umhvørvismálum í kommununi.
Bygnaður og starv
Heilsu- og umhvørvisdeildin er ein undirdeild hjá tekninsku deild
við tilvísing til býarverkfrøðingin, sum er deildarleiðari. Á heilsu- og
umhvørvisdeildini arbeiða tvey starvsfólk, sum burturav taka sær av
heilsu- og umhvørvismálum. Starvið snýr seg í høvuðsheitum um
málsviðgerð, eftirlit við virkjum og samskifti við borgarar.
Førleikakrøv
Hægri útbúgving innan umhvørvi, lívfrøði ella annað. Góðan
kunnleika til EDV og skal duga væl at samskifta á føroyskum máli.
Royndir
Til starvið er umráðandi, at umsøkjarin hevur royndir innan arbeiðið
við heilsu- og umhvørvismálum og innan almenna fyrisiting.
Persónligir eginleikar
Dentur verður lagdur á, at tú skalt:
• vera fyrikomandi, duga væl at arbeiða sjálvstøðugt og
hugsa skynsamt
• Virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og onnur sum
arbeiða hjá kommununi
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Meiri fæst at vita
um starvið við at venda sær til Boða Haraldson, býarverkfrøðing,
ella Anniku Berg, verkfrøðing, á tlf. 302010.
Umsókn
Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, royndum og
møguligum viðmælum skal sendast til Tórshavnar kommunu í
seinasta lagi mánadagin 25. juni 2007. Merkjast skal á
brævbjálvan: „Málsviðgeri til Heilsu- og umhvørvisdeildina“.
Tórshavnar kommuna
Málsviðgeri [endurlýsing]
Nólsoyar skúli
Søkt verður eftir tveimum lærarum til Nólsoyar
skúla, tíðaravmarkað skúlaárið 2007/08.
Um tú hevur hug til eitt avbjóðandi starv, sum
krevur hugflog, so er hetta starvið akkurat títt.
Um tær dámar tætt samstarv við arbeiðsfelagar,
so er hetta starvið akkurat títt.
Um tær dámar annaleiðis undirvísingargongdir,
so er hetta starvið akkurat títt.
Vit hava brúk fyri :
• Einum lærara í tíðaravmarkað sáttmálasett starv
fulla tíð (uml. 26t/v)
• Einum lærara í tíðaravmarkað sáttmálasett starv
(fyribils uml. 16 t/v – endaligt tímatal er ikki
játtað enn)
Vit hava brúk fyri lærarum, sum kunnu átaka sær
undirvísing í:
• Byrjunnarundirundirvísing (føroyskum,
heimstaðarlæru, H og L)
• Føroyskum (4. – 9. flokk)
• Donskum (4. – 9. flokk)
• Enskum (4. – 9.Flokk)
• Týskum (8. – 9.fl.)
• Sertímum/stuðulstímum
• Bókasavnstímum
Nólsoyar skúli er lítil bygdaskúli við 30 næmingum
komandi skúlaár. Næmingarnir frá 1. til 9. skúlaár
eru flokkaðir í tríggjar eindir.
Vit leggja stóran dent á trivnað og gott, tryggt
arbeiðsumhvørvið fyri børn og vaksin.
Ferðasambandið til Havnar er gott.
Møguleikar eru fyri at fáa bústað í Nólsoy.
Vit hava nýggjan dagstovn uttan bíðitíð.
So lat okkum hoyra frá tykkum, sum hava hug til
eitt avbjóðandi starv.
Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4
sambart avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Før
oya Lærarafelag.
Umsóknir við avriti av prógvið, cv og viðmælum
skulu verða skúlaleiðaranum í hendi í seinasta lagi
20. juni 2007.
Nærri fæst at vita um størvini frá :
Gunnvør Joensen, skúlaleiðara
tlf 302466 ella 302465.
gunnvoer.joensen@skulin.fo
lýsingar