Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 108 - 8. juni 2007 37 Set ferðslutrygdina í hásæti Dagligi leiðarin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd seinastu 14 árini søkir nýggjar avbjóðingar, og tí leitar ráðið nú eftir nýggjum stjóra at standa á odda fyri arbeiðinum. Umframt av hava leiðaraevni samskiftingarevni og samskipanarevni skal stjórin eisini vera kreativ/ur hava skapanargleði kunna hugfanga/engasjera seg fult fyri arbeiðinum hjá RFF eiga evni til at gera hugskot til veruleika, og ikki minst hava tev fyri eggjandi og upplýsandi marknaðarføring Uppgávurnar hjá stjóranum eru m.a. at vera ígongdsetari at vera verkætlanarleiðari, og leiða fleiri verkætlanir samstundis at savna og uppbyggja fakliga vitan til virkna nýtslu í samfelagnum at samstarva við myndugleikar, stovnar, feløg, fyritøkur og einstaklingar um at virka fyri at betra um ferðslutrygdina at vera til reiðar sum persónur at trína fram at umboða sjónarmið RFF’s Førleikar Tú hevur hóskandi útbúgving, har leiðsla, samskifti og førleiki at brúka framkomnar samskiftis- og kunn- ingarhættir eru nakrir av hornasteinunum Vit vænta, at tú hevur sterkar persónligar eginleikar, so sum arbeiðssemi, dynamikk og skapanarlyndi. Tú kennir føroyska samfelagið væl, og hevur skil fyri hvat ið rørist millum fólk. Tú dugir væl við fólki – høgum sum lágum, ungum sum eldri – og samskiftir skilliga bæði á føroyskum, skandinaviskum og enskum Løn sambært avtalu Umsókn Heldur tú teg vera rætti persónur at røkja starvið, skalt tú senda umsókn við prógvum og viðmælum í seinasta lagi mánadagin 18. juni 2007. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jón Kragesteen á telefon 210204 ella til Høgna í Stórustovu, starvsnevndarformann, á telefon 215510. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Umsóknirnar, merktar »Umsókn til stjóra fyri RFF« á brævbjálvanum kunnu sendast til: Advokatvirkið Boks 85 FO-110 Tórshavn ella við telduposti til starvsnevndarformannin his@post.olivant.fo Ráðið fyri Ferðslutrygd varð stovnað í 1976, og endamálið er at virka fyri tryggari ferðslu. Ovasti myndugleiki hjá ráðnum er ráðsfundurin, sum verður hildin á hvørjum ári í apríl mán- aði. Ráðsfundurin velur eina starvsnevnd við 5 fólkum, sum í tøttum samstarvi við stjóran setir út í kortið tey mál og mið, sum arbeiðast skal við. Umframt stjóran er skrivstovufólk og fólk, sum arbeiða við útvald- um uppgávum. Meira kunning er at síggja á www.ferdslutrygd.fo lýsingar Lesið meira um onnur størv á www.torshavn.fo Pedagogar til Dagstovnin Lítlaskóg [endurlýsing] Søkt verður eftir tveimum pedagogum at arbeiða ávíkavist 30 og 35 tímar um vikuna á barnagarðsstovu at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Um ikki pedagogur søkir vera hjálparfólk sett. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Dagstovninum Lítlaskógi, Djóna í Geil gøtu 51, 100 Tórshavn, í hendi seinast mánadagin 25. juni 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Beintu Dalbø, stovnsleiðara, á tlf. 219135. Pedagogar til Býlingshúsið millum Gilja Søkt verður eftir fýra pedagogum at arbeiða 35 tímar um vikuna, ávíkavist á barnagarðsstovu og vøggustovu, at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Søkt verður eisini eftir einum pedagogi at arbeiða 20-25 tímar um vikuna á vøggustovu at byrja 6. august 2007 ella eftir nærri avtalu. Arbeiðstíðin er millum 8.30 og 14.00. Setanarviðurskifti: Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Umsóknir saman við viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Býlingshúsinum millum Gilja, Postboks 3165, 188 Hoyvík í hendi innan mánadagin 25. juni 2007. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónu Guttesen, stovnsleiðara, tlf. 272545. Tórshavnar kommuna Leys størv Tórshavnar kommuna Minnisgrunnur Sonnu av Skarði Stuðul til teirra, ið søkja sær útbúgving í handarbeiði. Á hundrað ára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976 stovnaði Tórshavnar kommuna "Minnisgrunn Sonnu av Skarði". Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði, føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil) fíggjarligan stuðul. Tygum fáa meiri at vita um minnisgrunnin frá Jákupi Simonsen, leiðara á mentamáladeildini, tlf. 302010. Umsókn við upplýsingum um útbúgving og framtíðarætlanir í tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, postrúm 32, FO-110 Tórshavn, merk „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“. Freistin er sett til 2. juli 2007. Kunngerð