fríggjadagur 8. juni 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 108 - 8. juni 2007
Pedagogar søkjast til
Frítíðarskúlan í Gøtu
Søkt verður eftir :
2 pedagogum á 20 t. viku, at byrja 13 aug.
Frítíðarskúlin liggur í hugnaligum umhvørvi, nær
við spælipláss og sandin, í Syðrugøtu.
Í dagliga arbeiðnum leggja vit m. a. dent á :
• at børn og starvsfólk trívast og fáa avbjóðingar í
gerandisdegnum
• at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk
• at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og
børn
• at virða tað einstaka barni í bólkinum
Vit ynskja av tær :
• at tú er álítandi og hevur góð samstarvsevnir
• at tú hevur hug og áræði at skapa ein
fjølbroyttan og tryggan gerðandisdag
• at tú vilt vera við til at mynda og menna tað
pedagogiska umhvørvi
Lønin er sambart sáttmála ímillum Føroya
Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag
Føroya og fylgir lønarstigunum frá 11 – 17.
Nærri upplýsing um størvini fáast við at venda sær
til Hannu E. Olsen leiðara, fartlf. 771009. Skrivlig
umsøkn, við avrit av prógv og ummælum, skal
sendast okkum í seinasta lagi mánadagin 18 juni
kl. 10.00.
Bygdaráði skilir sær rætt til at velja millum
innkomnu umsøknirnar ella onga at taka.
Umsóknir skulu sendast til:
Frítíðarskúlin í Gøtu
Fyri oman brúgv 3
FO – 513 Syðrugøta
TVINGSILSSØLA
YVIR SKIP
Eftir áheitan frá Jógvan Ellefsen, Advokatfelag
ið við Strond 4, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn,
tlf. 31 12 60, vegna Norðoya Sparikassa, verður
týsdagin tann 26. juni 2007 kl. 9:15
á Dómaraskrivstovuni í Tórshavn, C. Pløyens
gøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla (AS
10/2007 – j.nr. 4837301) yvir skipið Jøkul,
kenningsbókstavir OW 2258.
Sambært skipsblaðnum er skipið bygt í Klaks
vík í 1978 úr eik, og er skrásett heimahoyrandi
í Klaksvík. Skipið til støddar 51,27 bruttotons
og 15,59 nettotons. Motorurin er ein 8 cyl. 4
takt diesel typa BA 8M816. 315 Kw og er frá
1997.
Jøkul hevur fiskirættindi til fiskiskap eftir
botnfiski á føroysku landleiðunum sum fiskifar
í bólki 4B. Fyri fiskiárið 2006/2007 hevur Fiski
vinnustovan skrivað eigaranum fiskiloyvi til
86,6 dagar. Harumframt hevur Jøkul árini
frammanundan havt fiskiloyvi til kalvaveiðu í
íslendskum sjógvi. Seinasta ár var 2001.
Eigari av skipinum er Sp/f Borgarin, Víkavegur
105, 700 Klaksvík.
Fyrireikandi tvingsilssølufundur verður hildin
á Dómaraskrivstovuni
týsdagin 12. juni 2007 kl. 11:15.
Einhvør, ið metir seg hava rættindi í skipinum,
verður hervið innkallaður til at møta á nevndu
fundum.
Avrit av uppskoti til tvingsilssølutreytir fáast
við at venda sær til Jógvan Ellefsen, advokat.
Skjølini viðvíkjandi tvingsilssøluni liggja
frammi á Dómaraskrivstovuni.
Føroya Fútarættur, tann 2. mai 2007.
AdVoKATfeLAGIð VIð STRoNd 4
Yviri við Strond 4 · tel 311260 · fax 311261 · P.o. box 359
fo-110 tórShavn · faroe iSlandS
email: lawfirm@lawfirm.fo
HEIMASÍÐA: WWW.LAWFIRM.FO
tórmóður djurhuuS · jógvan Páll laSSen · Petur even djurhuuS
jógvan e. ellefSen · anna dam · ingi højgaard · jóhan j. lamhauge
gunn ellefSen · mimi SteintórSdóttir
Størv sum stuðlar í
Runavíkar kommunuskúla
Til skúlaárið 2007/08 (1. august 2007 til 30. juni
2008) verður søkt eftir 10 suðulsfólkum (2 við 29
tímum um vikuna, 2 við 27 tímum um vikuna, 2
við 22 tímum um vikuna, 2 við 25 tímum um
vikuna, 1 við 24 tímum um vikuna og 1 við 20
tímum um vikuna) til næmingar við serligum
tørvi.
Fyrimun hava umsøkjarar við royndum í mennandi
stuðulsarbeiði og við viðkomandi útbúgvingum.
Eisini er tað ein fyrimunur at duga nakað av tekn
máli.
Løn samb. sáttmála við avvarandi yrkisfelag.
Vit vænta, at tú
• ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur
• ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri
toymissamstarvi
• í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera
við til áhaldandi at menna skúlan
Umsóknir
Umsóknir við møguligum prógvum, c.v. og um
mælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta
lagi fríggjadagin 15. juni 2006, kl. 12.00.
Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund
Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella
Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 &
221363.
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um
463 næmingar og um 55 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um
okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks
RunavíkaR
kommunuskúli
Glyvravegur 10a · FO 625 Glyvrar
Tlf. 447331 · fax 447767
t-postur: rks@skulin.fo
lýsingar
Søkt verður eftir maskinførara
til arbeiðið í Kollafirði.
Maskinførari
P/F J & K Petersen · Á Hjalla · FO-188 Hoyvík
Tlf 315060 / 585001 · jkp@jkp.fo