Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-03-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2001síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 27. mars 2001 33 gult cyan magenta svart 32 Nr. 60 - 27. mars 2001 HEILSANIR Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« Góði abbi Hjartaliga tillukku við degnum, eisini ein heilsan til tín góða omma. Hettar var ein stuttligur dagur. Vit trý Góða elskaða Tara Hjartaliga tillukku við 3 ára degnum 26. mars. Jesus pápi signi framtíð tína. Ynskir mamma Hey Bjørg Vit gleða okkum til tú fert í tann reyða kjólan, men pipar mátti koma fyrst. Heilsan vinkonurnar Góða Bjørg Hjartaliga tillukku við 3 ára føðingardegnum. P.S. minnist tú hesa løtuna? Heilsan bindiklubburin Góða elskaða Dania Hjartaliga tillukku við 2 ára degnum 26 mars. Ynskja omma og abbi á Jørundargøtu Góða Sigrún Av tí at tú ert kendasta andlitið og óivað tann einasta av okkum, sum er í lukkuligum ----- fært tú eina serliga heilsan. ---annars hjartaliga tillukku við teimum 40 í ár øll somul. Ynskja fyrireikararnir P.S. Vit hittast aftur í 2003 Hey Langomma Fuglafirði og á Tvøroyri. Eg gleði meg til at síggja tykkum. Heilsan eg Eins og í 1990 var Gunnar Mohr á vøllinum, tá hol varð sett á nýtt fótbólts- tiltak UPPHITING Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Ein av leikarunum á lið- num hjá 12. manni var Gunnar Mohr, sum var við í landsliðshópinum í Landskrona í 1990. Spurdur, hvussu honum dámdi, at hann nú eisini var við til at seta sjøtul á eitt nýtt landsliðstíðarskeið, helt hann, at hetta sjálvandi var ein stuttlig uppliving. - Jú, tað er altíð gott at vera við, tá farið verður undir nakað nýtt. Tá var talan jú um fyrsta undan- kappingardystin, og hesa ferð var so talan um fyrsta undandystin hjá áskoð- arunum, so tað var sjálv- andi stuttligt. - Annars má eg leggja afturat, at tað er ótrúliga stuttligt at vera við á eini slíkari ferð. Serliga tá tú hevur roynt tað sum leikari, og nú sleppur at royna alt frá hinari síðuni so at siga, sigur Gunnar. Skuldi skora Um sjálvan dystin heldur Gunnar annars, at hann sum heild var væl nøgdur um føroyska avrikið. - Eg hevði sjálvandi ætlað mær at skorað, men tað gekk ikki. Eg var tó við í nokk so nógvum, so tað mundi vera á eini leið kortini. Tað var tó eyðsýnt, at tað ikki hóvaði honum, at hann stutt undan leikloki varð skiftur út, og eftir dystin fekk venjarin eisini eina lítla skolu. - Ja, tað er rætt, at eg ikki var serliga glaður um at verða skiftur út. Eg má bara siga, at hatta er avgerðin hjá Mouldi, men næstu ferð ætli eg mær so at spæla allan dystin á tamb, sigur Gunnar Mohr at enda. Áskoðararnir vístu vegin fram fyri landsliðið, tá teir í einum undirhaldandi dysti vundu burtur úr 12. manninum hjá Luksemburg UPPHITING Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Sum vanligt var 12. maður eisini við á hesi ferðini hjá føroyska landsliðnum, men fyrireikingarnar til dystin vóru ikki eins vanliga, sum tær hava verið. Fyri fyrstu ferð í søguni hjá 12. manni varð skipað fyri einum upphitingardysti millum viðhaldsfólkini hjá báðum liðum, og ikki kann sigast annað enn, at undir- tøkan fyri hesum var góð. Bussur ikki nokk Teir hjá heimaliðnum høvdu undan ferðini hjá føroyingunum boðað frá, at vøllur og dómarar nokk skuldu vera í lagi, og at tað hjá føroysku áskoðarunum bert ráddi um at møta í fótbóltsklæðum. Hetta varð sjálvandi gjørt, men tað var ikki bara sum at siga tað at fáa allar føroyingarnar út til vøllin, har dysturin varð leiktur. 12. maður hevði ein buss tøkan til endamálið, men umframt teir 20, sum spældu við í dystinum, komu eisini hópatals aðrir áskoðarar, sum vildu stuðla landsmonnunum, og tí varð hjá fleiri teirra neyðugt at fáa hýruvognar at koyra seg. Dysturin Tað kann heldur ikki sigast annað enn, at teir á vøllin- um so avgjørt livdu upp til vónirnar, sum viðhalds- fólkini høvdu. Tað vóru kanska teir á heimaliðnum, sum byrjaðu dystin betri, men so við og við komu føroyingarnar við í dystin. Tað eydnaðist at halda tætt, og um miðjan hálvleikin megnaðu okkara so eisini at leggja seg á odda. Jan Gardar sendi ein bólt fram í høgru síðu, og har fekk bert 14 ára gamli Tórður Hentze fatur á bóltinum, og sendi hann beint í málið. Løtu seinni byrjaði Gunnar Mohr eitt álop, tá hann sendi út til Rúna í Soylu, sum mitt fyri málinum fann sama Tórð Hentze, og so var 2-0. Stutt undan steðginum minkaðu vertirnir um munin, men eftir steðgin var skjótt greitt, at hetta vert var teimum ein stokkut gleði. Tórður Hentze kundi fullføra sítt hat-trick, tá hann rann eina langa send- ing av miðjuni upp, og løtu seinni spældi hann Carl Høgnesen leysan, so hesin kundi økja til 4-1. Sigurin varð sligin rimm- arfastur, tá útsendi blað- maður tykkara varð feldur í brotsteiginum. Brotsspark- ið varð Hans Petur settur at taka sær av, og ósvikaliga trygt sendi hann málverjan og bóltin í hvør sína ætt, og so var leyst og liðugt. Rumbul Eitt sindur av ruðuleika mundi annars komið í dystin, tá tað brádliga vóru um 35 mans á vøllinum. Orsøkin var tann, at vert- irnir í eini roynd at venda skeivu gongdini sendu fýra mans eyka inn á vøllin, men hetta nyttaði lítið móti taktiska snildinum hjá Mouldi Manai, sum hevði til uppgávu at røkja venj- arastarvið. Hann sendi allar sínar eykamenn inn á vøllin, men tá dómarin varnaðis hetta, vildi hann hava vøllin ruddaðan, so tað aftur vóru 11 móti 11. Hetta gekk eisini so toluligt, og tá dyst- urin var av, var fagnaðurin ovurstórur. Báðir partar vóru sum so nøgdir um tiltakið, og ikki minst fyri okkara menn mundi tað kennist hugagott, at teir nú høvdu víst, at tað als ikki var ógjørligt at basa Luks- emburg í landsdysti. Annars varð dysturin eisini tikin upp av sjónvarp- inum, og í hálvleikinum kundu sjónvarpshyggjarar í luksemburg síggja, hvussu leikur fór fram, tá 12. menninir hjá báðum pørt- um saman hugnaðu sær óført, hóast teir ikki høvdu ætlanir um samstarv seinni á degnum. Formaðurin í 12. manni var væl nøgdur um upphitingardystin móti áskoðarunum hjá Luksemburg UPPHITING Álvur Haraldsen/Jákup Mørk úr Luksemburg Tað var ein errin formaður hjá 12. manni, sum eftir dystin kundi breggja sær av, at hansara menn høvdu vunnið ein tryggan sigur á Luksemburg. Regin Eg- holm var sjálvur við til at tryggja sigurin, og hann var sera avgjørdur, tá vit spurdu hann um, hvussu hann helt, at tiltakið hevði eydnast. - Hetta er so avgjørt nakað, sum vit hava glett okkum til alla tíðina. Eg vil næstan siga, at vit hava glett okkum eins nógv til hetta, sum til veruliga landsdystin seinni í dag. Møgulig endurtøka Spurdur, um hetta kanska er nakað, sum 12. maður eisini roknar við at gera í framtíðini, sigur Regin, at tað er tað so avgjørt. - Sum sagt var hetta fyrsta ferðin, at vit royndu hetta. Teirra áskoðarar høvdu fyrireikað alt, men nú mugu vit so umhugsa, um vit skulu royna okkurt líknandi í framtíðini. Eisini til okkara heimadystir, tí nú hava vit so fleiri vøllir, sum spælast kunnu á, sigur Regin Egholm at enda. Áskoðararnir hugnaðu sær Væl nøgdur formaður Við tá tað byrjar Formaðurin í 12. manni var væl nøgdur um nýggja tiltakið Hóast væl nøgdur um dystin, so hevði Gunnar Mohr rokna við at skjóta okkurt málið