fríggjadagur 8. juni 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 108 • 8. juni 2007
Vikuskifti
16
Mær dámar tungmálm, allar best
dámar mær Black Sabbath. Eg eigi
allar útgávurnar, og verður hugt
burtur frá tí ræðuligu útgávuni
Seventh Star (ið heldur ikki veruliga
er ein Black Sabbath útgáva,
hetta var ein soloútgáva hjá Toni
Iommi, ið varð doypt Tony Iommis’
Black Sabbath av plátufelagnum
í vón um at selja fleiri eintøk), so
dámar mær allar LP’irnar, fløgurnar,
tað einsamalla videobandið og
DVD’irnar, sum eg eigi.
Aftur bara fjeppari
Eg kann viðganga beinanvegin,
at eg eri á ongan hátt førur fyri at
ummæla hendan bólkin, serliga
ikki í eini av teimum báðum
klassisku útgávunum, antin við
Ozzy Osbourne ella Ronnie James
Dio á odda og við antin Bill Ward
ella Vinnie Appice á trummum,
tónleikurin liggur alt ov tætt
hjartanum.
Eg eri fjeppari, og teir kundu
fyri tað spælt av tramanum til
uttan, at eg hevði lagt tað til
merkis. Sum vanligur ummælari
havi eg ofta trupult við at halda
fríð og fara á konsert fyri bara at
lurta og njóta. Alt ov ofta standi
eg og analyseri. Men tá eg miku
kvøldið upplivdi Black Sabbath í
KBHøllini í Keypmannahavn, so
var eg aftur bara fjeppari.
Sjálvt fyrstu løtuna, tá eg stóð
heldur aftarliga í tí akkustisku
ræðuhøllini, og ljóðið var ein
fløktur vavgreytur, so helt eg tað
vera feitast í verðini.
Ronnie James Dio er kanska
besti rokksangari nakrantíð,
Geezer Butler er heimsins
óndasti bassleikari (í orðsins
besta týdningi), Vinnie Appice er
ein hetja á trummunum og Toni
Iommi er ein av teimum originalu
gittarguðunum.
Har dreymur gerst
veruleiki
Eg hevði satt at siga ongantíð
væntað at sleppa at uppliva
hesa útgávuna av Black Sabbath.
Manningina, ið spældi á kanska
heimsins bestu konsertfløgu Live
Evil afturi í 1982. Mannigina,
ið aftur fann saman í 1991, og
gjørdu plátuna Dehumanizer,
áðrenn teir aftur fóru hvør til sítt.
Tað ferðina vitjaði bólkurin millum
annað í Reykjavík, men tað lá
ikki fyri hjá mær at fara tá, og
hetta hevur plága meg, líka síðan
bólkurin gjørdist ósamdur og fór
hvør til sítt á vetri 1992. Tí var
konsertin mikudagin ein gamal
dreymur, ið gjørdist veruleiki.
Á konsertferðini er eisini
Dio ljómborðleikarin Scott
Warren við. Men sum vanligt
í Black Sabbath, so sleppur
ljómborðleikarin ikki á pallin.
Hann stóð á síðupallinum
goymdur av hátalurin. Ja,
klisjeirnar høvdu tað fínt hetta
kvøldið: Ljómborð hava einki at
gera í einum tungmálmsbólki,
og tá tey alíkavæl eru neyðug
fyri ljóðmyndina, so syrg fyri at
eingin sær tey, heldur ikki tá tey
fylla alla høllina við symfoniskum
introum. Soleiðis hevur Black
Sabbath gjørt tey seinastu
30 árini, og soleiðis var eisini
hesaferð. Hetta var undirstrikað,
tá Dio móti endanum á konsertini
presenteraði bólkin, uttan at
nevna mannin á tangentunum
fantastiskt!
Lagt slipsið við hús
Miðalaldurin millum áskoðarin lá
ivaleyst seint í tríatiárunum, og
har vóru nærum bara mannfólk.
Um orsøkin er, at ordiligir
menn ikki taka konuna við á
tungmálms konsert, ella kanska
heldur at ordiligar konur bara
ikki tíma á tungmálmskonsert,
tað skal vera ósagt her. Men
tað kemst ikki uttanum, at
hetta var eitt mannfólkakvøld,
við tí tungasta tónleikinum, ið
nakrantíð er skrivaður. Her vóru
trummu og gittarsoloir, soleiðis
sum tær vóru í 80’unum. Her
vóru eingir tannáringar, sum
vóru farnir á konsert fyri at
skora ella fyri at slammdansa
og steygjdeiva. Meirilutin
var vaksnir menn, ið kastaðu
hendur sínar upp í luftina við
eyðkenda tungmálmstekninum.
Fleiri hundrað menn, ið høvdu
lagt skjúrtuna og slipsið heima í
parcelhúsinum og høvdu funnið
sínar gomlu svørtu ttroyggir
fram. Menn sum brølaðu við í
løgum, sum Heaven & Hell, Mob
Rules, Voodoo, Neon Knights
og lagnum I av Dehumanizer,
ið heldur óvæntað og á onkran
løgnan hátt kendist sum eitt
hæddarpunkt.
Einki fjas bara málmur
Fyri meg var konsertin fantastisk.
Serliga eftir, at eg í lagnum,
sum av fyrstan tíð fekk meg at
dáma bólkin, Childen Of The Sea,
leitaði mær frameftir, soleiðis,
at eg stóð miðskeiðis fyri, nakrar
metrar frá pallkantinum. Har
var ljóðið sera gott, og vísti enn
einaferð, hví rokkkonsertir ikki
eiga at verða hildnar í KBHøllini.
Har eg nú stóð, sá eg væl allan
pallin, ið við sínum miðaldardámi
ikki minti sørt um ein kirkjugarð og
hvat er meira hóskandi enn tað?
Ljósið og grafikkurin vóru trúgv
móti tónleikinum og gjørdust
ongantíð óneyðuga fjasut. Stutt
sagt var tað flott. Bólkurin spældi
við sínum vanliga eitt sindur
afturlenaðu og kulu útstráling.
Geezer og Toni renna ikki runt
og fjasa á pallinum, ístaðin lata
teir ljóðførini tala fyri seg. Dio
hevur í ár verið virkin á tón
leikapallinum í 50 ár, men enn er
hann ein tann besta rokkrøddin
í heiminum, Maðurin hevur eina
ótrúliga orku. Hóast hansara
aldur ikki er alment váttaður,
so er verður víða um gitt, at
hann er 65 ára gamal ella við
øðrum orðum fimm ár eldri enn
Shakin’ “iltmasku” Stevens, ið á
Summarfestivalinum í fyrra árið
vísti hvussu stórar trupulleikar ein
sangari, ið so høgum aldri kann
hava. Men Dio gerst bara betur.
Tað er nærum ófatiligt at hugsa
sær og enn ófatiligari at uppliva.
Stutt og gott gamalt
Eftir tíggju løg, fór bólkurin av
pallinum. Tá høvdu teir spælt
hálvan annan tíma. Upphitingar
bólkurin Violent Storm avlýsti av
onkrari orsøk alla sína konsertferð
í gjár, og tí var bert ein bólkur á
pallinum í KBHøllini, og tá virkar
hálvur annar tími dekan ov stuttur.
Tí var tað við stórum vónum, at
eg var við til at klappa bólkin
útaftur. Men tíanverrri, var bert
eitt eykalag á skránni, tann frálíki
Neon Knights. Men alt í alt var
konsertin ein góð uppliving, hóast
hon kanska var nakað stutt, men
eg má viðganga, at eg var eitt
sindur móður í lendunum, av at
standa og hyggja uppeftir í yvir
hálvan annan tíma. So kanska var
longdin hóskandi til aldursbólkin,
ikki bert tann á pallinum, men
eisini tann í salinum.
ikki-ummæli av
dreymakonsert
Mikukvøldið var tónleikaummælarin hjá Sosialinum ikki til arbeiðis,
hann var á dreymakonsert, í dag hugleiður Niels Uni Dam, um eina
konsert, ið hann ikki metur seg føran fyri at ummæla
Hugleiðing
Niels Uni Dam
blaðmaður
nielsuni@sosialurin.fo