Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-06-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 108 - 8. juni 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Vit hava ikki havt nakað vørumerki, men nú royna vit at skapa eitt Óli Hansen, liðformaður hjá NSÍ Eingin brasiliu­ maður til GÍ Seinastu góðu vik­una hevur Leandro Teme­ roso da Silva royndarvant við GÍ. Felagið vildi k­annað, hvørt talan var um ein spælara, sum k­undi styrk­ja um álopspartin á liðnum. Royndar­ venjingin er nú av, og tað er gjørt av, at sáttmáli verður ik­k­i sk­rivaður við spælaran, sum altso fer aftur til Brasil EPO-sigurin strikaður Bjarne Riis, sum vann Tour de France í 1996, stendur ikki longur sum vinnari av stóru súkklu­ kappingini. Ørnin úr Herning viðgekk fyri tveimum vikum síðani, at hann nýtti doping, m.a. EPO, árinin 1993 til 1998, og tað hevur fingið leiðsluna fyri Tour’in at taka óvanliga stigið. Stjórin fyri Tour de France, Michel Prud­ homme, sigur, at ein súkklari, sum hevur viðgingið seg sekan í doping, ikki kann standa í søgubókunum sum vinnari. Altjóða súkklufelag­ ið, UCI, heldur avgerð­ ina vera hykleriska, sum tikið verður til. ­ Navnið hjá Riis kann bert strikast, um Tour­leiðslan við vissu kann siga, at allir aðrir súkklarar vóru »reinir«, sigur UCI­forsetin, Pat McQuaid. ‘ Hjá UCI verður Riis ikki strikaður. Hetta tí hendingin er longur aft­ uri í tíðini, enn átta ára revsimarkið fyri dop­ ing. Um vik­usk­iftið verður HM­ k­appingin í estetisk­um fimleik­i hildin í Salou í Spania FimlEikur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verða kvinnuliðini hjá Havnar Fim­ leikafelag og Støkk, sum umboða før­ oysku litirnar í kappingini, har til sam­ ans 28 lið úr 12 londum taka lut. Innleiðandi umfarið byrjar í dag klokk­ an 16. Tíggju tey bestu liðini kappast síðani í finaluni, sum verður leygardag­ in. Tað verður neyvan so, at føroysku lið­ ini vinna seg fram til finaluna. Til tess er støðið hjá fremstu londunum helst ov høgt, men greiða málið er at betra seg í mun til kappingina í fjør. Ta ferðina blívu HF og Støkk ávikavist nummar 23 og 24 av 26 liðum, og hesa ferð er so ætlanin at toga seg eitt ella tvey pláss longur upp á talvuna. Á heimasíðuni hjá Havnar www.hf. fo, ber til at fylgja við úrslitunum, tá før­ oysku liðini fara at royna seg. Seinnapartin í dag fara føroysku umboðini at kappast í HM í estetiskum fimleiki Mynd: Álvur Haralds Bíggjarbørn vóru fegin, tá fótbólts­ landsliðið vitjaði í bygdini, tá teir tóku sær av løttum undan Skotlands­ dystinum. Í heilsan, sum tey hava sent okkum, takka tey hjartaliga fyri hugnaløtuna saman við spælaru­ num, sum fingu sær pannukøkur í bygdini. Og kanska vóru tað júst pannukøkkurnar, sum góvu so stóra megi, halda tey. Sparkivøllur er annars gjørdur í Bø, og har halda tey, at hetta kundi verið eitt fínt stað hjá landsliðnum at havt venjingarlegu. Tað kundi eis­ ini givið nakað betri mótstøðu, enn tey eru von við. Tí hóast páparnir eisini plaga at sparka við, so halda tey ikki, at orkan hjá teimum er somikið góð, sum hon er hjá lands­ liðnum. HF og Støkk til HM Pannukøkur við orku Landsliðið saman við bíggjarbørnum dagin dystin móti Skotlandi